Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 30. desember 2019 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Marianna og Rasmus ársins spælarar Á Hondbóltsgalla verða Marianna Geirsdóttir Eystberg úr Kyndli og Rasmus Søby úr Neistainum kosin til ársins spælarar í hondbólti. Marianna Geirsdóttir Eystberg verður eisini ársins toppskjútti og árins áleypari, og hartil er hon á ársins liði. Í Danmark verður Jóhan á Plógv Hansen kosin til árins spælari í Bjerringbo-Silkeborg. leggjandi fyri so nógvum í okkara gerandisdegi. – Vit sóu ótrúliga stór framstig við Karlstad. Man fatar næstan ikki broyt­ingarnar, tað tíðarskeiðið hann fylgdi tí. Um fyrstu átta árini verða sam­anborið við hesi bæði síðstu árini, so hevur hann hesi bæði árini ment seg málsliga skjótari og meira enn upp á øll átta árini við einans Tekn til Talu. Hann er farin at syngja sangir og er farin at brúka spontanmálið. Nú ger hann ting, sum vit aldrin høvdu droymt um, at hann for at megna upp á so stutta tíð, sigur Linda Sunder, og vísir á, at tað hevur latið seg gjørt tí taluráðgevin, skúlin, foreldur og frítíðarskúli hava arbeitt saman um sama mál samstundis. Tað tvørfakliga samarbeiðið gav stór og góð úrslit. Faroe Fight Night 2019 Bjartur og Benjamin boksaðu seg til føroyskar sigrar Bæði Bjartur René Nielsen og Benjamin Baadsager vinna sínar boksidystir, tá Faroe Fight Night 2019 er í høllini á Hálsi leygarkvøldið 25 mai. Í báðum førunum kókar høllin, tá føroysku boksararnir eru í ringinum. Hetta er fyrsta almenna føroyska boksistevnan, sum stendur á egnum beinum. Seinast var boksistevnan ein partur av Burn Showdown 2017. Tað eru 12 boksidystir í fleiri ymiskum aldursbólkum og vektklassum. Við føroyskum eygum eru høvðusdystirnir, tá teir báðir føroysku boksarnir, Bjartur René Nielsen og Benjamin Baadsager, eru í ringinum. Umstøðurnar til boksistevnuna eru avbera góðar og fleiri av donsku gestunum søgdu, at fyriskipanin til Faroe Fight Night 2019 er væl omanfyri tað, sum tey uppliva til amatørstevnurnar í Danmark. Størsta avbjóðingin er at tað vóru lutfalsliga fáir áskoðarar. Í allar aðrar mátir var hetta sum til vanligar boksidystir við innmarsj, ljósum, tónleiki og góðkendum dómarum. Bjartur: Eg skuldi bara vinna Fyrstur í ringin av føroy­ing­ unum var Bjartur René Nielsen. Hann boksaði móti Andreas Luy Jensen, ið hevur vunnið DM fyri byrjarar fyrr í ár. Hetta er ein dystur í Elite-bólkinum í vektklassanum millumvekt. Her vann Bjartur René Nielsen eftir tríggjar umgangir á tríggjar minuttir. Dómaraatkvøðurnar søgdu 4-1 til føroyska boksaran. Tað var nógv róp og fagnaður undir og eftir dystin. – Hetta er fantastiskt. Eg skuldi bara vinna á honum og eg fór beint eftir tí. Tað hevði eisini stóran týdning fyri meg, at hoyra vinfólk og áskoðararnar rópa og stuðla mær, sigur Bjartur René Nielsen, sum boksar fyri Tórshavn Boksing. Benjamin setti punktum Í 12. og seinasta dystinum vann Benjamin Baadsager úr Tórshavn Boksing á Mago Dubaev úr AK Falken. Benjamin Baadsager vann eftir tríggjar ferðir tríggjar minuttir. Dómarakortini søgdu at Benjamin Baadsager vann 4-1. Hetta var ein U19 dystur í lættvekt. HB og Víkingur í Løgmansfinaluna HB og Víkingur vinna seg í Løgmansfinaluna. Serliga dramatiskt er tað í Klaksvík, har KÍ hevur munin líka til teir seinastu minuttirnar, tá Ari Mohr Olsen skorar til 1-0 til HB. Úrslitið merkir, at HB annnað árið á rað er í Løgmansfinaluni. Bronsa til flogbóltslandsliðið Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti vinnur bronsu í smálandakappingini, sum er í Luksemborg. Eftir kappingina bleiv Sofía Purkhús Splidt bleiv vald til besta áleypara í kappingini. Ítróttur – Sera nógvir føroyingar siga mær, at teir væl skilja meg. Teir skilja væl og virðiliga, hví eg stríðist fyri, at danir skulu sleppa at vera danir, tí teir vilja eisini hava, at føroyingar skulu sleppa at vera føroyingar í frið. Tí stuðli eg føroyingum í teirra rætti at vera føroyingar uttan ávirkan frá øðrum mentanum og trúðarbólkum. Rasmus Paludan