mánadagur 30. desember 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2019
24
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Hótti politiið við øks í hond
Hósmorgunin varð løgreglan boðsend til ein bústað í Havn í sambandi
við húsaófrið. Á veg upp gjøgnum trappurnar til íbúðina kom ein 49
ára gamal maður brølandi út gjøgnum hurðina við einari øks í hondini.
Hann var fullur, og aftan á eina løtu legði hann seg niður á duragáttina
og slóð nakrar ferðir við øksini í trapputrinini. Maðurin varð
varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Til grundlógaravhoyring
varð hann skuldsettur fyri brot á paragraff 119 í revsilógini
um hóttan móti fólki í almennari tænastu
Royndir føroyingar á
Christiansborg
Fólkatingsvalið í Føroyum mikudagin
hevði við sær, at Edmund Joensen úr
Sambandsflokkinum er valdur fyri
fjóðru ferð og Sjúrður Skaale úr
Javnaðarflokkinum er valdur
triðu ferð á rað at umboða
Føroyar á Christiansborg.
Juni:
Tað trilla
tár tá eg
súkkli
Tá súkklararnir í teimum eyðkendu gulu
vestunum hjá Team Rynkeby í næstu viku
fara av landinum við Norrønu, verður 40
ára gamla Frida Solbjerg Augustinussen
við í hópinum, ið skal súkkla alla leiðina
til franska høvuðsstaðin París. Ferðin
verður tikin aftaná tvey ár, ið hava verið
merkt av einum stríði fyri lívinum hjá nú
fimm ára gamla soninum Jonhard, sum í
2017 fekk staðfest ein svull í heilanum.
Eitt tungt stríð, ið familjan kom
sigrandi ígjøgnum, og sum er bein
leiðis orsøkin til, at Frida Solbjerg
Augustinussen nú fer við Rynkeby
liðnum til Paris.
– Tá vit vóru í Danmark í sam
band við kemoviðgerðina, plagdi
eg at sita og hyggja út gjøgnum
vindeyga og síggja tey, ið runnu
runt um sjógvarnar. Tá rann mær
í huga, at man sigur at rørsla er góð
fyri likam og sinn. So eg sendi boð
eftir renniskógvunum í Føroyum, tí
kanska kundi tað lættu um tungu
støðuna. Tá eg hevði verið tann
fyrsta ella næsta rennitúrin, segði
eg við meg sjálva, at nú var eittans
mál eftir. Likamikið um Jonhard
kom livandi frá viðgerðini ella ikki,
skuldi eg við Team Rynkeby til
París, sigur Frida Solbjerg August
inussen.
Alt rapaði
Í 2017 tóktist Frida Solbjerg August
inussen at hava stýr á sínum lívi.
Hon og maðurin Jónleif áttu fýra
børn, 16 ára gomlu tvíburarnir Laila
og Elisa, 11 ára gamlan sonin Finnur
og 3 ára gamla Jonhard.
– Vit høvdu stýr á øllum. Børnini
vóru vorðin nokk so stór, vit fingu
nógva hjálp við tí yngsta og øll
vóru bara so glað fyri hendan lítla
eftirnølaran – og brádliga bleiv
hann bara sjúkur, sigur hon og legg
ur afturat.
– Eg plagdi at siga, at bara børn
ini ikki verða sjúk, so klári eg alt.
Men so hendi hetta. Nú havi eg
roynt tað, og havi enn ilt við at
skilja tað. Tað er virkuliga óveruligt
tað, sum vit hava verið ígjøgnum.
Man heldur man hevur stýr á lívin
um og so rapar alt.
Gamalt mál
– Tá Team Rynkeby kom til Føroyar
minnist eg, at eg hugsaði, at hatta
var eitt mál, ið eg vildi seta mær. Eg
skuldi einaferð súkkla til Paris. Men
av tí, at eg hevði smábørn útsetti eg
tað til einaferð í framtíðini. Hetta
var áðrenn Jonhard yvirhøvur varð
føddur, so tá hann kom í verðini
bleiv hetta málið útsett í nøkur ár
aftrat, greiðir Frida frá.
Men sjúkan hjá Jonhard vendi
upp og niður á alla tilveruna hjá
Fridu og hennara familju. Eisini
hennara málum og uppfatan av tíð.
– Síðsta summar ringdi bróður
kona mín, Jóhanna við Streym, og
segði, at nú var bara ein mánaður
eftir til freistina at tekna seg til
Team Rynkeby, og um vit báðar
ikki skuldu fara. Eg segði sum var,
at eg tordi ikki, tí eg varð ov rørd
Krúnprins
urin skeyt
Royal Run
í gongd
Sjálvt um hetta helst er seinasta
norðoyastevna, sum vit kenna hana í
dag, so var hýrurin góður á teimum yvir
4.000 rennarunum, sum luttóku í Royal
Run í Klaksvík. Tað var krúnprinsurin, ið
skeyt Royal Run í gongd, og hann var
sera fólksligur og heilsaði upp á nógvar
rennarar og áskoðarar.
Løgtingið
arbeiðir ikki
Meðan øll tann politiska skipanin hesar
seinastu vikurnar hevur verið upptikin
av fyrireikingum til fólkatingsvalið, so
arbeiðir Løgtingið ikki. Tingformaðurin
sendi tingið heim, men lat tó eina hurð
standa á glopp, um onkur ynskti at koma
til arbeiðis aftur aðrenn, sjálv tingsetan
endar á ólavsøku. Fleiri stórmál liggja
í nevndum og fella burtur á ólavsøku,
verður onki meira gjørt. Veruleikin er, at
tingið er læst fæst, so samgongan fær
onki samtykt, tí hon ikki hevur meirluta
í Løgtinginum. Hinvegin er støðan so
undarlig, at andstøðan hedur ikki megnar
at koma við 17 atkvøðum.
Kaj Leo
come-back
Fólkatingsvalið í summar var eitt
rættiligt come-back hjá fyrrverandi
sambandsløgmanninum, Kaj Leo Holm
Johannesen, tí tað vísti seg, at hann fekk
1036 atkvøður, tá ið føroyingar settu
kross við eitt valevni grundlógardagin.
– Eg má siga, at tað var sum at verða
tikin niður av krossinum eftir at hava
hingið har í drúgva tíð, sigur hann.
– Tað vísti seg eisini, at eg fekk meira
enn dupult so nógvar atkvøður, enn eg
fekk sum seinasta val, tá ið heksajaktin
gekk og hevði gingið upp á tað harðasta,
sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
JUN
2019
– Hetta er nakað so ørkymlandi. Álvaratos,
hvussu kann mann gera hetta ímóti einari aðrari
veru? Eg vamlist!
Lewis Hamilton,
Formel 1 koyrari í viðmerking á Instagram um føroyskt grindadráp
– Eg kann bara siga, at fyrstu ferð, eg sá
eina mynd av Føroyum, varð eg drigin at
landinum. Tað kallaði til mín – og eg bleiv
noyddur at svara. Tað ljóðar sum eitt
margháttligt, hippie-ting at siga, men tað er
einasti mátin, eg kann lýsa tað.
Matthew Workman