mánadagur 30. desember 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 30. desember 2019
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Hondbóltslandsliðið tapur og vinnur
Tað stendur nógv upp á spæl fyri føroyska landsliðið, tá føroyska
hondbóltslandsliðið spælir móti heimsmeistarunum úr Danmark.
Við Jóhan á Plógv Hansen á liðnum vinnur Danmark 31-24, men
úrslitini hevur stóran týdning fyri Føroyar, tí við mámuni enda vit
frammanfyri Belgia í styrkismetingini til EM og koma víðari uttan
at spæla undanspæl. Mett verður, at hetta sparir HSF fyri áleiðs
300.000.
av øllum til at súkkla við í ár. Tað
skilti hon, men ringdi aftur seinni
og segði, at hon kortini fór at søkja,
tí hon vildi so gjarna gera hetta. So
kundu vit báðar gera tað saman eina
aðru ferð, minnist Frida aftur á. Eftir
eitt sindur av umhugsunartíð valdi
Frida at taka av taka av avbjóðingini
og sendi eina umsókn avstað. Men
tað var ikki tí, at hon var klár at taka
hetta stigið.
– Eg fann út av, at eg bleiv nokk
aldrin klár, so eg kundi eins væl
søkja nú. Tí eg veit ikki, hvar vit eru
um eitt hálvt ár. Tað er nú vit mugu
líva. Tá man hevur havt eitt sjúkt
barn og gongur til kontroll, so veit
man aldrin, hvar man er eftir næsta
kontroll. Tí valdi eg at gera tað nú, tá
tað ber til, sigur hon. Men tað hava
eisini verið løtur undir venjingin og
aðrar ferðir, tá kenslurnar eru komn
ar til sjóndar, ásannar Frida.
– Onkur tár trilla, tá eg súkkli.
Bæði tá eg eri glað og rørd, men tað
eru gleðitár. Tár eru ein partur av at
eiga eitt sjúkt barn. Tað er nógvur
grátur, sigur Frida Solbjerg August
inussen.
Klæmint skorar
móti Spania
Føroyskur fótbóltur fær vitjan av heimsstjørnunum úr
Spania. Stóra løtan er, tá Klæmint A. Olsen skorar móti
heimsins dýrasta
málverja
Juni mánaði bjóðaði upp á tveir
EM-undankappingardystir
á
Tórsvølli.
Fyrstu
komu
heimsstjørnurnar úr Spania á
vitjan á Tórsvølli. Nógv bleiv
eisini gjørt burturúr dystunum
í 1996 og 1997, tá Spania vann
ávikavist 6-2 og 3-1. Aftur hesa
ferð eydnast tað føroyska
landsliðnum at skjóta mál
móti Spania. Tað er Klæmint
A. Olsen, sum skorar sítt
fyrsta landsliðsmál, tá hann
minkar um munin til 2-1 í fyrra
hálvleiki. Spania vinnur 4-1.
Dysturin
er
eitt
sindur
sermerktur, tí Teitur Matras
Gestsson úr HB stendur í mál.
Hetta er fyrstu ferð síðani Lars
Olsen bleiv settur sum venjari,
at Gunnar Nielsen ikki stendur
í málinum. Hann er skaddur.
Fáar dagar seinni er Norra
á vitjan. Gestirnir vinna 2-0,
men føroyska landsliðið spælir
ein góðan landsdyst. Serliga er
Klæmint A. Olsen óheppin ikki
at leggja afturat málskjótini á
landsliðnum.
Sum heild fær føroyska liðið
góð skoðsmál fyri dystin, sum
ikki verður avgjørdur fyrr enn
seint í seinna hálvleiki.
Lars Muller takkar
fyri seg
Hann er kosin til ársins dómara
sjey ferðir upp í slag, og átta
ferðir til samans, men í juni
boðar Lars Muller frá, at hann
gevst sum dómari. Hann hevur
fingið arbeiðsboð í Danmark og
leggur samstundis floytuna frá
sær.
Hansara
seinasti
dystur
er í Gundadali millum HB
og EB/Streym. Tað endar við
málríkum dysti, har HB vinnur.
Eftir dystin sigur dómarin, at
hann heldur eisini at tíðin er
komin at gevast.
Sverri nærkast
EM bronsu
Sverri Sandberg
Nielsen rør ein
vakran róður til EM
í Sveis. Tað røkkur
til eitt fjórða pláss,
men tað restar lítið í
til eitt heiðursmerki.
Venjarin hjá føroyska
rógvaranum er væl
nøgdur við avrikið.
Kappróðurin er
aftur – toppurin
torførur at taka
Kappróðurin er aftur og skjótt
skal tað vísa seg, at toppurin
torførur at taka. Í flestu av
FM-kappingunum er favorittar
sum rógva undan hinum. Tó
fara gull heiðursmerki um alt
landið. Millum annað í ársins
fyrsta róðri
Ítróttur
– Eitt er, at vit skulu vera góð við hvønn
annan og onnur menniskju, men eigur tað sama
ikki at vera galdandi fyri djórini? Eg helt í øllum
førum tað vera dupultmoralskt av mær at eta
lambið og ikki hugsa meira um tað.
Silja Egholm Petersen,
veganari