mánadagur 30. desember 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2019
26
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Nýggjur fúti í Føroyum
Nú hevur Michael Boolsen tikið við sum nýggjur fúti
í Føroyum.
– Eg vóni, at eg kann geva starvinum nakað við
mínum persóni, sigur Michael Boolsen. Hann væntar,
at fyrsta arbeiðsuppgávan, ið hann fer í holt við,
verður at seta seg inn í, hvussu føroyska samfelagið
er í 2019, tí at 25 ár eru liðin, síðani hann seinast
var í føstum starvi í sum politifulltrúi í Føroyum.
Nú kunnu vit rinda við Apple Pay
– Vit hava glett okkum at kunna bjóða fram Apple Pay í
Føroyum, eins og vit hava gjørt í Danmark og Grønlandi
fyrr í ár. Vit merkja ein áhuga millum kundarnar fyri
skjótum, løttum og tryggum gjaldsmøguleikum, og spurt
hevur verið dúgliga eftir Apple Pay. So tað er okkum
ein gleði nú at kunna ganga hesum ynskinum á møti
fyri føroyskar kundar, sigur Jan Kondrup, sum er stjóri í
BOKIS og Lokale Pengeinstitutter.
Juli:
Fólksins
útvarps
maður farin
um sýn
Í næstan 30 ár var Elis Poulsen mest
eyðkenda røddin í føroyska miðlaheiminum.
Hann gjørdi sendingar til fólkið og saman
við fólkinum, og hann stórtreivst í tøttum
sambandi við sínar lurtarar. Eingin var sum
Elis, og hóast sjúka rakti hann, stríddist
hann til tað seinasta við at gera sínar
elskaðu útvarpssendingar. Mánadagin
doyði Elis – fólksins útvarpsmaður.
Hann man vera ein tann størsti
profilurin í føroyska miðla heimin
um seinastu 30 árini. Fúsur og
sjónligur – serliga við røddini. Hann
var ein av teimum, sum stór
treivst í tøttum sambandi við sín
ar lurtarar, líkamikið um tað var
høgur ella lágur. Í 30 ár var Elis
Poulsen miðlamaður – fram um
alt kendur sum útvarpsmaður – og
hann gjørdi sendingar til breiðu
fjøldina. Hann tosaði við vanlig
fólk – mannin á gøtuni, kvinnuna á
gólvinum – men hann kundi eisini
fáa áhugaverd prát við valdsfólk
heima og burturi. Eingin var sum
Elis. Føroyingar vóru upp á for
navn við útvarpsmannin úr Skop
un. Eyðkenda sandoyarmálið og
jaliga lyndið fangaðu stóru lurt
arafjøldina, og stundum var und
irtøkan so stór, at Elis og starvs
felagarnir næstan komu í neyð av
henni – eitt nú av óteljandi brøvum
til lurtarasendingar í Útvarpinum.
Elis er mest kendur sum vertur
í lurtarasendingum sum »Lurtarar
nir og vit«, »Tit skriva, vit spæla« og
»Máltráðurin« og fyri sendingina
»Upp á tá«.
– Eg beundraði hann mangan
fyri, at hann kláraði at seta seg upp
til at vera frískur og væl upplagdur
dag um dag at gera eina beinleiðis
sending sum »Lurtararnir og vit«,
sigur Jógvan Jespersen fyrrverandi
kringvarpsstjóri.
Elis dámdi sera væl at fara út
við mikrofonini, og hann ferðaðist
nógv kring landið at gera samrøður
og sendingar, og hann var eisini
javnan partur av dansitiltøkum og
eitt nú bátastevnum.
– Hann dugdi so væl at koma út
millum fólk, og hann hevði serlig
evni at velja sangir til dansandi
fólkið. Hann dugdi eisini sera væl at
dansa, og hann tímdi væl at práta
við fólk. Hann var sera væl mót
tikin allastaðni, sigur Hallur Joen
sen, sum arbeiddi nógv saman við
Elis seinastu árini.
Í 2013 fekk Elis staðfest Parkin
son sjúkuna, og eftir tað viknaði
heilsan so líðandi. Nú seinastu tíð
ina fekk hann illa tosað, og tað eru
umleið trý ár síðani, hann gavst at
tosa í mikrofonina í Útvarpinum.
Hann helt tó fram at gera sending
ina »Upp á tá« saman við vinmann
Søluroynd
kostaði
næst
an hálva
millión
Alt kostar perngar. Eisini at royna
at selja. Tað má Uttanríkis– og
vinnumálaráðið sanna, eftir at aðalráðið
við Poul Michelsen á odda hevur roynt
at privatisera almenna postfelagið
Posta. Advokatfelagið Sókn Advokatar
varð sett á uppgávuna. Rokningin
frá teimum er 260.000 krónur fyri
søluráðgeving, tilfar og samráðing.
Tað vísir innlit, sum Kringvarpið
hevur fingið í málið frá Uttanríkis– og
Vinnumálaráðnum. Hammer Consulting
hevur sent rokning upp á 140.000 fyri
virðismeting, ráðgeving og samráðing,
og lýsingarstovan Nudlavirkið hevur sent
rokning upp á 47.000 kr fyri lýsingar.
Tilsamans hevur sølutilgongdin sambært
Kringvarpinum kostað eigaranum,
føroyska skattgjaldaranum, 447.000
krónur, sjálvt um úrslitið er, at Posta ikki
verður selt, og at tað almenna enn sum
áður fer at reka postvirksemi í Føroyum.
Fjaldir vand
ar við lágum
arbeiðsloysi
– Tann størsti vandin er, at man brádliga
heldur, at nú fer alt at ganga so øgiliga
væl. Hugburðurin millum føroyingar
er langt frá so ógvusligur sum áðrenn
fíggjarkreppuna, men tað kann hendan
øgiliga skjótt, at man knappliga missur
jørðforbindilsið. Og tað er har, at vandin
liggur, sigur Djóni Højgaard, formaður í
Búskaparráðnum, ið ávarar um at lága
arbeiðsloysið og góður tíðirnar hava
fjaldar vandar við sær.
Sea Shep
herd limir
fjala seg í
Føroyum
Felagsskapurin Sea Shepherd hevur
sent fólk til Føroya at fylgja grindadrápi
í summar. Sea Shepherd fólkini skelta
ikki við sínum samleika, men skulu verða
loyniaktivistar her í landinum. Uppgávan
hjá umhvørvisfólkunum er at »avdúka«
grindadrápið, og tað skal gerast við
myndatøku, videoupptøkum og enntá
stroyming. Blóðugar grindadrápsmyndir
og videoupptøkur skulu spreiðast á
internetinum og sosialu miðlunum og
latast traditionellum miðlum, tí myndir
og umrøða av grindadrápi hava vanliga
stóra ávirkan á fólk.
JUL
2019
– Øll hyggja frameftir, so um vit eru
fremst, so síggja øll okkum!
Svenn Martinsson,
luttakari á Skopunhagen á G! Festivalinum.
– Øll lønin fyri framførsluna fer til
umhvørvisfelagskapir. Hon skal brúkast til at
undirvísa oyggjabúgvarnar og vera eitt ískoyti
til list og mentan í einari roynd at fáa tey at
gevast við grindadrápi og at gagnnýta
ferðavinnu sum part av búskapinum.
Fatboy Slim