Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 30. desember 2019 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Spennandi og mennandi oyggjaleikir Føroysku íðkarnir vinna heili 59 heiðursmerki á oyggjaleikunum, sum eru á Gibraltar. 21 ferðir er talan um gull heiðursmerki. 11 silvurheiðursmerki og 27 bronsuheiðursmerki. Samanlagt verða Føroyar nummar trý á oyggjaleikunum. Jersey bleiv nummar eitt og Isle of Man verður nummar tvey. Millum stjørnuskotini er ungi svimjarin, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum vinnur seks gull heiðursmerki, eitt silvur og trý bronsu. inum Finni S. Olsen, sum gjørdist røddin hjá Elis seinastu tíðina. – Elis var eitt ríkt menniskja. Hann var glaður og spontanur, og einki var óført hjá honum. Hann sá ikki forðingarnar, hann sá møgu­leikarnar, og setti hann sær nakað fyri, gjøgnumførdi hann tað eisini. Og tað var til stóra gleði fyri nógvar føroyingar, sigur Finnur Sól­ bjørnssonur Olsen. Mánadagin orkaði Elis ikki meira. Hann doyði 67 ára gamal. Eyð­ kenda røddin, sum tagnaði fyri nøkr­um árum síðani, var endaliga farin. Ein tann fólkakærasti út­ varps­maðurin nakrantíð fór um sýn. Síðani deyðsboðini bórust eru samkensluheilsanir í hóptali komn­ ar. Ikki bert úr Føroyum, men eisini úr Íslandi, Noregi og øðrum londum. Elis var ikki bert kendur í Føroyum, hann rakk langt út um landoddarnar. Bæði til hansara kæra Ísland og til onnur lond. Tað gav eisini ekkó í norðurlendskum miðlum, at Elis nú fór. Róðrarárið endaði snópisliga Tað er rok á kaiini á ólavsøku, tá 10-mannaførini koma á mál. Ormurin Langi er fyrstu um málstrikuna og verður fagnaður við fýrverki, men tað er áðrenn hinir bátarnir eru komnir á mál Tað hendi lítið óvæntað á ársins størsta og seinasta FM-róðri. Í trimum róðrum kappaðust tveir bátar um FM gullið. Í hinum róðrunum vunnu bát­ar­ nir, sum frammanundan høvdu tryggjað sær FM. Størsti spenningurin er hjá 5-mannaførunum við dreingj­ u­m. Har stendur á jøvn­um millum Royndina Fríðu og Heyk. Tað endar alt í einum fantastiska spennandi enda­ spurti, har Royndin Fríða úr Vági vinnur við einum stavni. Eisini hjá 8-mannaførunum er stórur spenningur, har Argjabáturin og Nevið Reyða kappast um FM. Her vinn­ ur Argjabáturin, hóast Nevið Reyða tekur inná í enda­ spurtinum. Argjabáturin er søgu­liga stinnur í 8-manna­før­ um og eigur eina rúgvu av FM- heitum. Í hinum róðrunum vun­nu FM-vinnararnir eisini sein­ asta róðurin. Bilkur vann hjá 5-mannaførum gent­u­m og Erla Kongsdóttir vann hjá 5-mannaførum við kvinn­ um. Í 6-mannaførum vóru Sølmundur hjá kvinn­um og Hvessingur hjá monn­um í flokki fyri seg í ólav­søku­róðri­ num. Snópisligur endi Róðrarkappingarárið fekk ein snópisligan enda, tá 10-mannafarsróðurin endaði við kolldøming. Ormurin Lan­gi kom fyrstur á mál og vann sannførandi og tað bleiv fagnað við fýrverki. Tað meti máldómarin órógvaði róð­ urin hjá hinum bátunum. Tí bleiv róðurin kolldømdur og umróður kravdur. Hóast báts­ manningarnar og róðar­feløg­ ini kæra dómin, so vil Róðar­ sambandið ikki ganga kæruni á møti og einki steyp ella heiðursmerki verður hand­ að fyri róðurin hjá 10-manna­ førum, tí róðurin er fyribils strikaður. KÍ gongur á odda í Evropa Klaksvíkingar vísa seg í Evropa. KÍ vinnur fyrst á Tre Fiori úr San Marino og síðani á FK Riteriai úr Litava. Síðani er KÍ um reppið at fáa stig í Sveis móti Luzern, men endar við at tapa 3-0 samanlagt. HB B36 og NSÍ tapa sínar dystir og koma ikki víðari. Eitt stig á leiðini Seks føroyskir íðkarar umboða Føroyar á European Youth Olympic Festival. Umframt at verða ein spennandi ítróttarlig avbjóðing, so er talan eisini um eitt stig á leiðini at fáa fullan limaskap í altjóða olympisku nevndini – IOC. Ítróttur – Tá eg hoyrdi um avgerðina, ið ger at teir mugu flyta, hugsaði eg beinanvegin, at teir vita ikki hvat teir gera. Hetta eru ikki fólk, ið hava virðing fyri gastronomi og tí, ið KOKS ger fyri ferðavinnuna. Fólk koma úr allari verðini fyri hesa einu upplivingina. Martin Restorff