mánadagur 30. desember 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2019
28
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Beinta Løwe stillar upp
fyri Tjóðveldi
– Eg stilli upp fyri Tjóðveldi fyri at gera
mun fyri vanlig fólk. Føroyar skulu vera fyri
øll, og ikki bert fyri tey útvaldu. Tá má
bera til at liva av einari vanligari løn,
sigur Beinta Løwe.
Legðist á land at ansa konuni
– Vit hava einki dagtilboð til fólk undir 67 ár við alzheimer
demens í Eysturoynni, og tí var eg noyddur at koyra til Havnar,
so at konan skuldi sleppa á dagtilhaldið í Skotarók. Nú búgva
vit í kjallaraíbúð á Argjum í vikuni og eru so á Toftum um
vikuskiftið, sigur Jens Jacob Olsen, sum fyri einum ári síðani
upplivdi, at tann tá 62 ára gamla konan, Randi, fekk staðfest
sjúkuna alzheimer demens.
August:
Øll kunnu verða
rakt av harðskapi
– Kvinnuhúsið fekk nøkur eyknevni frá byrjan av. Ein vanlig fatan
hjá mongum var, at tær kvinnur, ið vendu sær til Kvinnuhúsið,
livdu í parløgum har maðurin var stórmisnýtari og vóru tey tí
longu sjónlig í samfelagnum. Men soleiðis er ikki. Harðskapur
er allastaðni. Hann ger ikki mannamun. Hann er hjá høgum,
lágum og hjá øllum harímillum. Tey vælbjargaðu klára kanska
betri at dylja harðskapin, tí tey búgva í húsum við nógvum plássi
rundanum, so eingin veit hvat fyrigongur, sigur Elin Reinert Planck,
ið eftir kvarta øld í Kvinnuhúsinum leggur frá sær í desember
Tá Elin Reinert Planck býtir leið
arastarvið í Kvinnuhúsinum um
við eina tilveru sum pensjonist, er
tað endaligt punktum á einum 25
ára langum tilknýti til stovnin, ið
hevur gingið á odda í at veita verju
og hjálp til kvinnur í neyð. Fyri
mong fólk er fráfarandi leiðarin
og Kvinnuhúsið eisini óloysiliga
tengd saman. Tað er kanska heldur
ikki so løgið havandi í huga, at
Kvinnuhúsið fyrst sá dagsins ljós í
1990 og longu fýra ár seinni hevði
Elin Reinert Planck sín fyrsta
starvsdag í húsinum. Og síðan tá
hevur hon javnan verið at sæð í
miðlunum, har hon hevur talað søk
teirra, ið hava verið offur fyri harð
skapi frá einum av sínum nærm
astu. Júst miðlauppgávan hevur
kortini bara verið ein brøkpartur av
starvinum. Tann størsti og tyngsti
parturin verður brúktur at veita
hjálp og ráðgeving til tær kvinnur,
ið seta seg í samband við stovn
in. Og tá snýr tað seg um at lurta
heldur enn at tosa.
Ein onnur tíð
Tað tók tíð at bróta niður teir for
dómar um virksemið í húsinum og
tær kvinnur, ið søktu hjálp.
– Frá fyrsta degi av hava kvinn
ur sett seg í samband við Kvinnu
húsið. Men tað bleiv kanska sæð
eitt sindur niður á tær, og fekk
Kvinnuhúsið nøkur eyknevni frá
byrjan av. Ein vanlig fatan hjá
mongum var, at tær kvinnur, ið
vendu sær til Kvinnuhúsið, livdu í
parløgum har maðurin var stórmis
nýtari og vóru tey tí longu sjónlig í
samfelagnum. Men soleiðis er ikki.
Harðskapur er allastaðni. Hann ger
ikki mannamun. Hann er hjá høg
um, lágum og hjá øllum harímillum.
Tey vælbjargaðu klára kanska betri
at dylja harðskapin, tí tey búgva í
húsum við nógvum plássi rund
anum, so eingin veit hvat fyrigong
ur, sigur Elin Reinert Planck.
Ein broyting er kortini hend,
viðvíkjandi hvørjar kvinnur søkja
hjálp frá Kvinnuhúsinum. Fyrstu
árini vóru tað serliga tilkomnar
kvinnur, ið vendu sær til stovnin.
– Hetta vóru kvinnur, ið høvdu
livað eitt langt lív saman við mann
inum, men tá børnini fóru heiman
ífrá fóru at hugsa um sína egnu
støðu. Tað gleðiliga er, at vit hava
fáar av teimum kvinnunum í dag,
vísir Elin Reinert Planck á og leggur
afturat.
– Kvinnurnar, sum søkja hjálp,
eru yngri í dag og hava fleiri møgu
leikar. Áður høvdu kvinnur ikki teir
somu møguleikarnar. Tær høvdu
ikki lønt arbeiði og vóru tí meira
tengdar at manninum. At kvinnur
áður hava bíðað til børnini eru flutt
heimanífrá, er eisini í samsvar við
tí, ið tey uppliva í Kvinnuhúsinum.
Børnini hava nevniliga øgiliga nógv
at siga fyri kvinnurnar, ið venda
sær til stovnin.
– Tað sum pínir kvinnurnar mest
Rumenar á
loftinum
Liljan Weihe hevur staðið á odda fyri
kanningini "Rumenar á loftinum" hjá
13 fakfeløgum, sum staðfestir, at har
manglar eftirlit og gjøgnumskygni
á útlendingaøkinum. Ein partur av
kanningini er um útlendingar, sum koma
til Føroya at arbeiða í byggivinnuni, og
kanningin lýsir, hvørjum viðurskiftum
teir virka undir. Dentur verður lagdur á
arbeiðsmegi úr Rumenia, sum er størsti
bólkurin av útlendskum arbeiðarum í
Føroyum.
Bót fyri
at selja
sigarettir
á inter
netinum
Føroya rættur hevur nú dømt ein mann
at rinda 1000 krónur í bót fyri at selja
sigarettir á internetinum. Hann lýsti tvey
kartong av sigarettum til sølu fyri 500
krónur á Facebook. Føroyar hava eina
stranga tubbakslóg og ein partur av
henni er, at tað er ikki loyvt at lýsa við
sigarettum.
Maðurin játtaði at hava selt
sigaretturnar, men hann noktar seg
sekan í at hava brotið lógina, tí hann visti
ikki, at tað var ólógligt at selja sigarettir
á internetinum.
Nátin
stabiliserað
seg
Eingin ivi er um, at nátin eins og sjófuglur
annars hevur verið fyri stórari minking.
– Nátin gjørdi eitt lop niður eftir einaferð
í nítiárunum, tá minni bleiv av fuglinum,
men eg haldi, at nátin seinnu árini líka
sum hevur stabiliserað seg á einum
rímiliga jøvnum, men væl lægri støði,
enn tá hann var mestur, sigur Jens-Kjeld
Jensen, um bæði hevur fingist nógv við
fugl seinastu hálvu øldina og hevur fylgt
við fugli og øðrum livandi í føroysku
náttúruni
AUG
2019
– Eg angri einki. Eg eri akkurát, sum eg
eri. Eg goymi einki burtur og pakki einki inn.
Alt, sum eg havi gjørt í mínum lívi, er orsøkin
til, at eg eri, har eg eri í dag.
Teitur Skoubo
– Tað líkist ongum at koyra mat vekk.
Samfelagið skuldi havt ein persón ella fleiri,
sum standa á odda fyri at tryggja, at eingin
matur fer burtur.
Leif Erik Niclasen
Sum í nógv ár hevur koyrt mat út til barnafamiljur