Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 30. desember 2019 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór eru børnini. At tey hava verið vitni til slíkt, ið tey ikki eiga at uppliva. Tá eg byrjaði í Kvinnuhúsinum var hug­ burðurin tann, at man bleiv ver­andi fyri teirra skyld, men nú veit man meira um hvønn skaða børn­ini fáa, av at vaksa upp í einum harð­lig­um umhvørvi, sigur Elin Reinert Planck Fýra nýggj met verða sett, tá FM í frælsum ítrótti er á Tórsbreyt. Millum annað tekur Sunnvia Bogadóttir eitt gamal met frá Randi Kúrberg, tá hon kastar 38,48 metrar í spjótkast. Lýdia P. Simonsen tekur metið í kúlustoyti tríggjar ferðir og endar á 11,78 metrum. Hini metini eru í stafett. Dreingirnir úr Hvirluni seta met í 4x100 og 4x400 metrum. Gamla metið á 4x400 metrum er frá 1991. Sverri til OL 2020 Sverri Sandberg Nielsen vinnur HM-silvur, tá ið hann í HM- finaluni í singlescullara í Linz, Eysturríki, kom næstur á mál beint aftanfyri gullvinnaran, týska Oliver Zeidler. Tað var sera tætt, og Sverri var einans góðar tríggjar hundraðpartar av einum sekundi frá gullinum. Tíðin hjá Sverra er 06:44.580, og tann Zeidler er 06:44.550. Bronsuna vinnur norski Kjetil Borch. Sverri lá til at vinna heiðursmerki allan vegin, meðan Oliver Zeidler, ið eina løtu lá nummar fýra, hevði ein framúr góðan endaspurt. Silvurheiðursmerkið hjá 25 ára gamla Sverra Sandberg Nielsen er tað fyrsta, sum Danmark vinnur í singlescullaranum – eisini nevnt kongagreinin. Sverri hevur longu róð seg til OL í Tokyo næsta summar, har eitt nú ítróttarstjórin í danska róðrarsambandinum hevur sagt, at tað eru góðar heiðurs­ merkja­vónir til føroyska rógvaran. – Eg haldi tað er mega feitt at hava vunnið sítt fyrsta HM- heiðurs­merki. Í grundini helt eg at eg hevði vunnið gull, tá eg kom um málstrikuna, so júst tá iðraði eg meg eitt sind­ ur, men samanumtikið eri eg sera nøgdur við at hava vunnið silvur. Eg kann heldur ikki vera ónøgdur við mátan, sum róðurin útartaði seg uppá, tí tað gekk soleiðis sum eg hevði fyrireikað. Men eg havi ikki rakt hægsta støðið enn, tí tað eru framvegis nógv ting, sum eg kann gera betri, sigur Sverri S. Nielsen í samrøðu við heimasíðuna hjá danska róðrar­sam­bandinum. Johan vinnur milliónir Hálvi føroyingurin, telduspælarin Johan Sundstein, og lið hansara vinna 104 milliónir krónur at deila. Við liðnum “OG” vinna teir stóru kappingina The International í telduspælinum Dota 2. Við vinninginum er Johan Sundstein mest vinnandi telduspælarin nakrantíð í krónum og oyrum. Tríggir um boðið B36 gongur á odda í FM- stríðnum, eftir 2-0 sigur í oysandi regni í Klaksvík. Víkingur er fyrsta liðið, sum má geva skarvin yvir, meðan HB hevur meir enn trupult við at fylgja við. Tá mánaðin er komin at enda eru sjey umfør eftir og kapprenningin er nú millum B36, KÍ og NSÍ. Ítróttur – Í ár fara eini 20.000 ferðafólk norður á Kallin í Kalsoy og 25.000 fólk fara til Mykinesar. Harafturat fara eini 30.000 fólk á Slættaratind í ár, og bara næstseinasta mikudag vóru 400 fólk á Slættaratindi. Pól Sundskarð