Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2019 30 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Borgarstjórarnir vrakaðir Tað stendur púra greitt í dag, at føroyski veljarin ikki vil hava, at sami persónur situr í okkara tjóðartingi og smíðar lógir og sum so er útynnnandi vald í kommununum. Leygardagin bjóðaðu 11 borgarstjórar seg fram at gerast fólksins umboð á tingi, men veljarin vendi tummulin niður fyri teimum – burtursæð frá Kristin Michelsen, sum nú einsamallur umboðar Sjálvstýri á tingi. Klassikt og metal í Norðurlandahúsinum Tað verður eitt rættiligt brak av einum konserttiltaki, tá Føroya Symfoniorkestur við kóri og tónleikabólkurin Týr fara á pall í Norðurlandahúsinum, 7. Og 8. februar næsta ár. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at Føroya Symfoniorkestur fer at royna seg saman við heavy metal-tónleiki, og tað er íslendski tónasmiðurin, Haraldur Sveinbjørnsson, sum hevur fingið til uppgávu at útseta 15 løg hjá Týr fyri orkestur og kór. September: Teitur tulkar danskan popp Fyri fyrstu ferð í 9 ár er ein føroyingur millum luttakararnar í donsku tónleikasendingini "Toppen af poppen". Talan er um Teit Lassen, sum má sigast at hava sungið seg í hjørtuni á hyggjarunum hjá TV2 seinastu seks sunnukvøldini. Konseptið í sendingini er, at sjey kendir tónleikarar hittast fyri tulka sangir hjá hvørjum øðrum. Gjøgnum árini hava nógvar tulkingar fingið sítt heilt egna lív – og summar eru enntá blivnar kendari enn upprunaligi sangurin. Tað var einaferð í fjør, at framleið­ ararnir bjóðaðu Teiti Lassen við í sendingina. Tað tímdi hann væl, og í summar kekkaði hann so inn á Kellers Badehotel á Fanø, har upptøkurnar vórðu gjørdar, saman við seks øðrum kendum donskum tónleikarum. Hinir tónleikararnir eru Medina, Kwamie Liv, Carl Emil Pedersen, Chief 1, Cæcilie Norby og Anders Blichfeldt. Tónleikurin førdi tey saman "Toppen af poppen" kann eis­ini síggjast sum eitt slag av tón­leika­ legu, og tað hevur verið eitt satt upp­livilsi hjá Teiti at verið við. – Tað eru nógvir tónar í luftini, og mann kemur at kenna hinar lut­takarnar væl. Sendingin er væl fyriskipað, tí framleiðarnir hava gjørt hana í níggju ár. Vit vóru saman í átta dagar á Fanø, men vit høvdu eisini ymiskt at fyri­reika áðrenn, millum annað at gera tónleikin og venja saman við bólk­in­um. Tað vóru nakrir góðir dag­ar, og tað var sera stuttligt, sigur Teit­ur Lassen. Tá hann varð spurdur um at lut­ taka kendi hann ongan av hinum luttakarunum. Men tað gekk ikki leingi, áðrenn tey øll kendust. – Samanhaldið bleiv sera gott beinanvegin. Tað er eisini tað, sum sendingin snýr seg um; at mann verður førdur saman í tónleikinum, uttan at nakar verður sendur heim, vinnur ella tapur, sigur hann. Vildi broyta og endurnýggja Er tað nakað, sum hevur verið gjøgn­umgangandi í ársins sesong, so er tað, at føroyski sangarin í hvørjum parti hevur yvirraskað við sínum heilt serligu tulkingum av sangunum hjá donsku tónleik­ ar­unum. –Eg royndi at finna sangir, sum mær dámar, og tilfar, sum eg kundi broyta og endurnýggja, sigur Teitur, spurdur hvat hann legði seg eftir í sínum tulkingum. Føroyingurin tók til dømis Chief 1 fulkomiliga av bóli, tá hann um­ skapaði rappsangin “Nej til narko­ tika” til sín heilt egna. Eisini fekk Teitur heilt nýtt lív í háaktuellu landapláguna hjá Kwamie Liv, "New Boo”, ið hann fekk at ljóða sum okkurt, sum næstan kundi Íbúgvatalið vaksur – Tann 1. august í ár vóru vit farin upp um 52.000 fólk í Føroyum. Tá vóru vit 52.122 í tali, sum eru 868 fleiri enn eitt ár frammanundan. Tað kemur av eini nettotilflyting á 575 fólk, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og einum burðaravlopi á 293, sum er munurin millum fødd og deyð, skrivar Hagstovan. Víst verður tó á, at tað er væl hugsandi, at talið av íbúgvum lækkar eitt vet næstu ferð, tí fráflytingin er vanliga størst í august. Men tað verður bara tann eina mánaðin, tí eftir tað kemur talið skjótt uppaftur og fara teir næstu mánaðirnar við verandi gongd enn longur upp um 52.000. Fyrsta standmynd av navn­ nevndari kvinnu 24. September varð standmynd av listakvinnuni Elinborg Lützen avdúkað í Klaksvík. Hans Pauli Olsen, myndahøggari, hevur gjørt standmyndina. Uppskotið eigur Edward Fuglø, listamaður. Elinborg Lützen er kend fyri síni framúrskarandi listarligu verk og sínar einastandandi myndprýðingar av barnabókum – svart-hvítar tussjtekningar og linoleumsskurðir. Gavst í politikki: Er nú løgmaður Bárður á Steig Nielsen hevur altíð havt áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum, sum heild. Tað gjørdi, at nú 47 ára gamli løgmaðurin longu í 1998 stillaði upp til løgtingsvalið. Síðani tá hevur hann stillað upp fimm ferðir og er valdur hvørja ferð. Sum 31 ára gamal bleiv hann formaður í fíggjarnevndini og seinni tók hann við sum landsstýrismaður við fíggjarmálum. Tað starvið røkti hann frá 2004 til 2007, tá ið hann fór úr politikki. – Eg helt í veruleikanum, at eg var givin í politikki, men tá ið so val var aftur, so vaknaði tað, sum vit ofta kalla politiska basillan í mær og eg var aftur gripin av politikkinum, sigur Bárður á Steig Nielsen. SEP 2019 Fólk hava mangan lyndi til at seta tað upp soleiðis, at blind kunnu ikki hetta ella hatta, men í mongum førum mugu vit royna tað, áðrenn vit vita, um tað letur seg gera ella ikki. Tað havi eg gjørt gjøgnum lívið. Uni Rasmussen Eg má bara siga, at tað er øgiliga skuffandi at síggja valúrslitið. Tað botnar í tí, at seinastu fýra árini kendist tað sum, at kvinnur veruliga høvdu nakað at siga í landspolitikki. Marna Jacobsen, ið seinastu trý árini hevur verið forkvinna í felagsskapinum Demokratia