Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2019 32 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 169 elbilar í Føroyum Síðani á nýggjárinum eru 59 el-riknir persónbilar skrásettir í Føroyum. Tað er ein vøkstur upp á 59 prosent, tí á nýggjárunum vóru 99 persónbilar skrásettir, sum vóru el-riknir. Tilsamans eru 192 el-akfør í Føroyum. Tí umframt bilarnar eru eisini ein motorsúkkla og 22 prutl, sum eru rikin við elmegi. Oktober: Richard hoyrir einki uttan hoyritólið – Tá ið Richard varð føddur, vistu vit einki. Vit sóu, at oyrini ikki vóru sum hjá øðrum børnum. Vinstra oyrað er hálvt og høgra oyra er misformað. Oyralæknin kundi eisini staðfesta, at har vóru ongar oyralustir (oyragongir), sigur mamman, Halla Skaalum. Tað vísti seg, at Richard Skaalum Magnusson var føddur við tí, sum á fakmáli, verður kalla mikroti. Tað merkir, at oyrini eru ikki ment, sum tey skulu. Tað sjónliga er, at vinstra oyra er bara hálvt. Tað eru fýra stig av mikroti, og Richard Skaalum Magnusson hevur triðja stig av mikroti. Hoyritól fest á høvdið Tá ið Richard var tríggjar mánaðir gamal, fóru tey til Danmarkar, har hann varð kannaður nærri. Hann fekk eitt serligt hoyritól, sum verður fest tvørtur um høvdið. Hoyritólið vibererar og sendir ljóðbylgjur til innara oyra, og tað ger, at hann hoyrir. – Hoyritólið er hansara oyrur. Um Richard ikki hevur hoyritólið, so hoyrir hann næstan einki. Um hann ikki hevur hoyritólið uppiá, er neyðugt at rópa, vera tætt hjá og hava eygasamband við hann, fyri at hann skal hoyra nakað, sigur mamman. Tá ið nú sjey ára gamli argja­ drong­urin skal undir brúsu, svimja ella sova, verður hoyritólið tikið av. Ann­ars hevur hann tað altíð uppá. Nýggj hoyritól Fyri einum mánaði síðani fekk Richard í eini skurðviðgerð sett skrúvur inn oyrabeinið í høvdið. Nýggj, framkomin hoyritól verða eftir sett á skrúvurnar, og tað skal gera, at hann fer at hoyra enn bet­ ur. Hoyritólini verða heldur ikki so sjónlig, sum tey núverandi eru. Skurðviðgerðin varð gjørd í Føroyum, og hann er næsti før­oy­ ingurin, ið hevur fingið hesa við­ gerð­ina í Føroyum. – Vit fara til oyrnalæknan í næstu viku, og tá vænti eg, at hann fer at fáa nýggju hoyritólini. Nýggju hoyritólini eru ein lítil telda. Hann kann innstilla ljóðið, til dømis í mun til, hvar hann er. Tað er til dømis munur á, um hann er í eini ítróttarhøll, um tað er í eini skúla­stovu ella teir bara eru tveir vinir saman. Eg vænti, at hann fer at hoyra enn betur, og at nýggju hoyritólini fara at hjálpa honum enn meira í gerandisdegnum, at hann fer at hoyra reinari og ikki eitt sindur ullint, sigur Halla Skaalum. Stuðul á dagstovni At Richard Skaalum Magnusson hev­ur mikroti, hevur ávirkað ymisk við­urskifti í gerandisdegnum. Mill­ um annað hevði hann taliráðgeva, tá ið hann var í barnagarði. – Hann gekk í Dagstovninum í Hoyvík. Í vøggustovuni vóru 10 børn, og fleiri vaksin rundan um hann. Tað gekk rímiliga væl. Men tá ið hann fór í barnagarð vóru tey Breyðvirki stóran stuðul frá almenn­ inginum Seinastu mánaðirnar hava tær báðar Fríða Hansen og Randi Olsen arbeitt miðvíst fyri at lata eitt nýtt bakarí við navninum Breyðvirkið upp. Har ætla tær at baka vistfrøðiligt breyð og annan bakstur úr súrdeiggi, sum má sigast at vera eitt alternativ til tað, sum annars er á føroyska breyðmarknaðinum. Í síðstu viku komu tær eitt risastórt fet nærri sínum stóra dreymi, tá tær megnaðu at skava yvir 100.000 krónur saman til at fíggja verkætlanina. Hetta kom í lag takkað veri nýggja hópfíggingarportalinum, Hopfígging.fo, har til ber hjá einum og hvørjum at stuðla alskyns íverksetaraverkætlanum við einari upphædd eftir egnum ynski. Málið hjá Breyðvirkinum varð sett til 80.000 krónur, men eftir øllum at døma eru tað so nógv, ið vilja hava hetta bakaríið at síggja dagsins ljós, at fólk hava hildið á at stuðla, sjálvt aftaná verkætlanin varð fult fíggjað aftaná bara 30 tímar. Fleiri ferða­ fólk illa fyri í náttúruni Talið av bjargingum hjá MRCC í sambandi við neyðstødd ferðafólk í føroysku náttúruni er vaksandi. Tað vísa tøl, sum Sosialurin hevur fingið frá MRCC. Í 2014 var bjargingartænastan tilkallað níggju ferðir, og higartil í ár hava 14 hendingar verið. Talið hevur tó ikki bara verið vaksandi, tí í 2017 vóru tað "einans" átta hendingar. Talan er í høvuðsheitum um útlendsk ferðafólk, sum eru komin illa fyri á sjónum ella hava gingið seg í óføri í fjøllunum. Bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi hevur verið fastur fúsur í meginpartinum av hendingunum hesi árini, og hinum bjargingunum hava bjargingarbátar tikið sær av Háskulin: Meir mentan og list Nýggi háskúlastjórin, Hedvig Westerlund-Kapnas, ið er uppvaksin í Finnlandi, men hevur búð í Føroyum í 23 ár tilsamans, hevur fleiri visjónir, nú hon hevur sitið í tríggjar vikur í stjórastólinum. Hon vónar millum annað at fáa brúkt umstøðurnar á skúlanum enn betur enn tær verða nýttar í dag. – Eg hugsi ikki, at vit skulu vera ein yrkisskúli, men vit hava sera góðar umstøður, tá ið talan er um atelierpláss, at tekna í Hansastovu, og at arbeiða við leir- og glaslist. Eg vóni, at vit fáa nýtt hesar møguleikarnar enn betur, enn vit gera í dag, sigur Hedvig Westerlund- Kapnas. OKT 2019 – Tá eg hevði verið innløgd í tveir mánaðir á Landssjúkrahúsinum, hugsaði eg við mær sjálvari: Nei, tá eg verði frísk aftur flyti eg av landinum. Eg vil sleppa at gera nakað við hesum lívinum. Lívið er ov stutt at bara sita í Føroyum og gera alt tað sama, sum øll hini. Sonja Davidsen Íverksetari, vinnulívskvinna og modell – Tað verður eitt hús, har djúpasta ræðsla tín, ringasta marra tín og væl goymdi ótti tín gerast til veruliga veruleika tín. Klaksvíkar Sjónleikarfelag Ísland øtast um føroyska javnstøðu Kvinnurnar í Framsóknarflokkinum í Íslandi hava havt 19. landsfund teirra um vikuskiftið. Á skránni var millum annað vánaliga kvinnuumboðanin í landsstýri og á Løgtingi í Føroyum. Ein niðurstøða snúði seg um at heita á politisku flokkarnar í Føroyum um at taka javnstøðuspurningin í nógv størri álvara við fleiri javnstøðutiltøkum. Og her gjørdu kvinnurnar í Framsóknarflokkinum eisini vart við, at í nýggja Løgtinginum í Føroyum eru bara 24 prosent kvinnur.