mánadagur 30. desember 2019síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mánadagur 30. desember 2019
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
19 børn, og ikki so nógv vaksin um
hann. Og vit vita, at børn í hasum
aldrinum larma nógv, so har vóru
ymiskar avbjóðingar, sigur Halla
Skaalum.
Tey søktu um eyka tímar, so at
tey fingu eyka stuðul til hansara.
Tað fingu tey.
– Hann hevði ikki so góða úttalu,
tí hann hoyrdi ikki so væl. Tað hjálpti
væl, at hann fekk taliráðgeva. Hann
orkaði heldur ikki, um tað var nógvur
larmur. Hann fekk av og á ilt í høvdið.
Hann fekk eisini loyvi at sova eitt
sindur eyka. Sernám var eisini inn í
myndini. Onkuntíð fóru tey ein túr
ella at svimja við honum. Hann fekk
heldur ikki altíð við, tá ið felags boð
vórðu søgd til børnini. Tá var gott at
hava stuðul, sum dugdi at geva boð,
so at hann fekk tað við, sigur Halla
Skaalum. Mamman fór eisini niður í
arbeiðstíð, frá 32 tímum til 25 tímar
um vikuna, so at hann kundi sleppa
fyrri heim enn onnur.
– Tey á Dagstovninum í Hoyvík
gjørdu nógv fyri at fáa tað at rigga,
so at Richard hevði tað gott. Tað eru
vit glað fyri. Vit hava ikki upplivað,
at hann hevur verið argaður vegna
hansara brek, sigur mamman.
KÍ vinnur FM – Atli
takkar fyri seg
Fyri fyrstu ferð í 20 ár vinnur KÍ FM, tá teir vinna
FM-finaluna móti B36 í Gundadali. Landsliðið
vinnur 1-0 á Malta, eftir at Atli Gregersen hevur
boðað frá at hann gevst á landsliðnum
Tað er ein kapprenning millum
KÍ og B36, tá seinastu umførini
í landskappingini í fótbólti hjá
monnum verða avgreidd. KÍ er
fyrsta liðið at spæla seg í tað,
sum verður rópt FM-finalan.
B36 meldar til í næstseinsta
umfari.
Lagt er upp til tí heilt stóru
FM-finaluna, tá B36 tekur móti
KÍ í 27. og seinasta umfarinum
í landskappingini. B36 skal
vinna, meðan KÍ kann klára seg
við javnleiki.
Tað er stúgvandi fult í
Gundadali, har áskoðarar eru
upp á pláss longu ein tíma
undan
dystarbyrjan.
Ein
meting sigur at tað táttar í seks
túsund fólkum í Gundadali
við øllum. Men uppgerðin
verður
ongantíð
ordiliga
spennandi, tí KÍ skorar tvær
ferðir í fyrru hálvu av fyrra
hálvleiki.
Jóannes
Bjartalíð
setur
punktum
í
seinastu
minuttunum
av
dystunum,
tá hann sendir eitt fríspark
beinleiðis í málið.
Jákup B. Andreasen, sum var
eitt ár tá KÍ vann seinast, tekur
móti steypinum. Í næstbestu
deildini er ongin uppflytari
og tí yvirliva bæði ÍF og EB/
Streymur, sum enda á teimum
báðum aftastu plássunum.
Atli og Lars gevast
Føroyska
A-landsliðið
hjá
monnum spælir tveir EM-
undankappingardystir
í
oktober. Til landsliðsúttøkuna
hevur Lars Olsen boðað frá, at
hann gevst sum venjari. Móti
Rumenia verður Jóan Símun
Edmundsson spardur. Í yvir 70
minuttir megnar føroyska liðið
at halda málið reint, men endar
við at tapa 3-0.
Í
frustratión
yvirtalar
Alti Gregersen seg í samrøðu
við FM1 og sigur, at dysturin
móti Malta verður hansara
seinasti
á
heimavølli.
Við
einum sannførandi avriki í
verjupartinum vinnur føroyska
liðið 1-0. Rógvi Baldvinsson
skorar føroyska málið.
Lars
Olsen
verður
kunngjørdur
sum
nýggjur
venjari í Esbjerg, men Atli
Gregersen ger sáttmála við
Víking fyri 2019.
Gullið gleppur
Føroyar eru vertur fyri
smálandakapping, men
gullið gleppur í seinasta
dystinum. – Vit spæla væl,
men vit mangla simpelthen
tá tað skal avgerast. Tað
mugu vit læra, og tað lærir
man bara við at spæla fleiri
av sovorðnum dystum,
sigur Bárður Bendix
Mikkelsen, landsliðsvenjari.
Evropa dreymurin
hjá H71 brast
Hoyvíkingar vístu stórspæl
í fyrra dystinum í Challenge
Cup móti RK Maribor
Branik. Eitt skifti í seinna
hálvleiki í fyrra dystinum
eru hoyvíkingar á odda
23-16, men megna ikki at
halda stóru leiðsluna. H71
vinnur við einum máli og
tapur returdystin.
Ítróttur
– Mín vón er, at fólk, sum stríðast, ikki
skulu kenna seg einsamøll. Har eru so nógv
fólk, ið hava stríðst, og tað eru tíverri eisini
nógv, ið fara at stríðast í framtíðini. Men tey
skulu vita, at har er vón, og at tað væl ber til at
fáa tað betri. Tú skalt gera tað, sum er gott fyri
teg. Eg eri sannførd um, at har er djúp meining
í líðingini hjá øllum, sum stríðast.
Anna Malan Jógvansdóttir
Rithøvundur