mánadagur 30. desember 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2019
34
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Stuðul er ein fortreyt
Carl Jóhan Jensen er tann persónurin, ið hevur fingið
mest burtur úr stuðulsgrunninum hjá Mentanargrunni
landsins. Starvslønir skulu til, um Føroyar skulu vera
førar fyri at framleiða bókmentir og aðra list á støði
við onnur, heldur Carl Jóhan Jensen.
–Tann marknaðurin, sum vit hava í Føroyum, er so
pinkalítil, at tað er eingin, sum kann liva av at selja
bøkur. Skulu føroyskar bókmentir vera kappingarførar,
so eru starvslønirnar lívsneyðugar, sigur hann.
Normering skal handla um børnini
Normeringin á dagstovnaøkinum skal snúgva
seg um børnini. Tá normering verður ásett til
stovnarnar, so er ikki bert talan um tíð, sum
starvsfólkini hava saman við børnunum. Ofta
er leiðsluuppgávur, køksuppgávur, praktiskar
uppgávur, fyrireiking og annað íroknað. Hetta
heldur Jórun Niclasen, leiðari í námsfrøðiligu
ráðgevingini í Klaksvíkar kommunu ikki vera í lagi.
November:
Vitjaði
Tjernobil
við undir
grunds
manni
Tað munnu vera tey allarfægstu, ið nakr
antíð hava lagt ætlanir um at fara at vitja
í Tjernobyl. Fleiri enn 30 ár eru liðin, síðan
reaktor 4 á sovjettiska kjarnorkuverkinum
uttan fyri Pripyat fór í luftina 26. apríl
í 1986, og framvegis er økið avbyrgt.
Andres Jacobsen megnaði í oktober
í fjør saman við norska vinmann
inum Christoffer og við hjálp frá
einum russara at sníkja seg inn í
huldubýin Pripyat, ið liggur við
síðuna av kjarnorkuverkinum í
Tjernobyl. Hann vildi síggja staðið
við egnum eygum.
– Eg havi altíð hoyrt nógv um
hatta staðið, og eg havi altíð verið
hugtikin av tí. Ikki júst tekniska
aspektinum av vanlukkuni, men
meira av fólkunum. Tað, sum fólk
máttu ofra fyri at fáa skil á støðuni
har. Og so er tað eisini tað, at hatta
er ikki nakað, sum tú fert til. Tú
kanst ferðast nógvastaðni, men
hatta er nakað heilt annað. Tað
hevur verið ein fantasiur hjá mær
at sæð, hvussu tað er har, sigur
Andres Jacobsen.
Andres greiðir frá, at hann misti
pápan fyrr á árinum í fjør, og hevði
tí eina trongd at sleppa eitt sindur
burtur. Samstundis sum at Andres
fæst við filmsframleiðslu, helt hann,
at Tjernobyl kundi verið eitt gott
høvi at finna sær íblástur. Tað
gjørdist rættiliga skjótt greitt, at tað
skuldi ikki vera í ferðafólkabussi og
við ferðaleiðara, at teir báðir skuldu
inn í Tjernobyl at vitja. Tað var ov
óáhugavert, og hetta skuldi vera
ein túrur, ið skuldi vera verdur at
minnast.
Men so er spurningurin, hvussu
sleppur tú annars inn í sonuna?
Hvør kann taka teg inn hagar?
Einaferð kom Andres fram á eina
blaðgrein um óviðkomandi gestir í
Tjernobyl sonuni, og hóast greinin
var á russiskum, fekk hann slúttað
eitt navn út úr tekstinum, Step
anets Kirill. Farið var undir at finna
Kirill, og eftir eitt sindur av leitan
fann Andres fram til ein Instagram
profil.
– Eg visti ikki, hvussu eg skuldi
bera meg at, so eg skrivaði bara til
hansara á Instagram og segði, at vit
vildu til Tjernobyl.
Nakrar tímar seinni svaraði
hann, at tað fór at kosta 500 doll
arar.
– Kvøldið eftir stóð ein gamal
og skramblutur vøruvøgnur uttan
fyri hotellið og bíðaði. Bilurin var
í knúsi, ein rustbunki við sprekk
aðum rútum. Teir koyrdu í tríggjar
tímar fyri at koma til útjaðaran
á sonuni. Andres, Christoffer og
Kirill vórðu settir av, og fóru beint
undir at ganga. Hóast teir høvdu
pannulampur við, so fingu teir boð
frá Kirill um at lata tær vera sløkt
ar, soleiðis at teir ikki vórðu sæddir.
Dugnaligir
stovns
leiðarar
rýma
Seinasta árið hava seks
dagstovnaleiðarar sagt seg úr
starvi í Tórshavnar kommunu. Ein
teirra er Majbritt Jacobsen, leiðari í
Býlingshúsinum millum Gilja í Hoyvík,
sum segði seg úr starvi 31. oktober. –
dagin eftir, at býraðið hevði samtykt
broytingarnar í leiðslubygnaðinum.
Broytingin merkir í stuttum, at sjey til
átta stovnar verða skipaðir sum stovnar í
eind undir einum eindarleiðara.
Hósdagin 7. november sigur Majbritt
Jacobsen við in.fo, at fleiri av
starvsfólkunum í Býlingshúsinum millum
Gilja eisini hava sagt seg úr starvi
orsakað av ónøgdsemi um avgerðina
hjá Tórshavnar kommunu um at seta
eindarleiðslu í verk ístaðin fyri at fyrst
og fremst raðfesta normeringina av
starvsfólkunum á stovnunum.
Orðblinda
undirvísing
strikað
Uttan frágreiðing ella fráboðan varð
játtanin til orðblindaundirvísing á Santa
Frants skúla strikað. Tilboðið var til øll
orðblind børn í Tórshavnar kommunu.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur,
at tað ber ikki til at strika tilboð uttan at
seta onnur tilboð ístaðin
– Sum eg dugi at síggja, hevur mann tikið
eina politiska avgerð um at niðurleggja
hatta uttan at siga, hvat skal gerast
ístaðin, sigur Jenis av Rana, sum ikki
hevði tikið við sum landsstýrismaður, tá
játtanin varð tikin burtur.
Barnabata
stovnað
barnapanel
Níggju børn í aldrinum 12-16 ár hava
seinastu tíðina arbeitt við at gera eina
yvirlýsing og orðað eitt tilmæli um,
hvussu tey, sum børn, vilja verða hoyrd.
Somuleiðis hava bólkar av børnum í
sama aldri í hinum Norðurlondum sitið
og arbeitt við tí sama. Endamálið er at
koma við tilmæli um, hvussu tryggjað
verður, at øll børn og ung kenna síni
rættindi, og at øll børn og ung verða
hoyrd og tikin við upp á ráð bæði í
familjuni, í skúlanum, í frítíðini og í
lokalsamfelagnum. Tilmæli, sum tey orða
verður sent til UNICEF 25. november.
NOV
2019
– Heilsa snýr seg ikki bert um kost og rørslu.
Nei, hon snýr seg eisini í stóran mun um
virðisgrundarlag, samleika og fólkaræði.
Magni Mohr
Formaður í Fólkaheilsuráðnum
– Vit fingu at vita, at um vit gjørdu nakað
skeivt, so blivu vit afturhildin og sluppu ikki heim
aftur. Tí vóru tað nógvir næmingar, sum ikki tordu
at koma við.
Bergfríð Ellingsgaard
Um ferð til Eysturberlin í 1971