mánadagur 30. desember 2019síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 30. desember 2019
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Hondbóltslandsliði tapur í Íslandi
Føroyska kvinnulandsliðið spælir tveir
venjingardystir í Íslandi, men tapur báðar
greitt. Fyrrverandi íslendski landsliðsvenjarin,
Ágúst Jóhansson, er nú føroyskur
landsliðsvenjari. Hann heldur at dystirnir eru
av stórum týdningi fyri føroyska liðið, tí nógv
er at læra.
– Kirill hevði verið har um 200
ferðir áður, og tað tóktiskt, sum at
hann kendi hvørt horn og hvønn
stein á vegnum til Pripyat.
Sníkjarar leggja oftast lítið í vand
arnar við at ferðast í sonuni, og eitt
kent orðafelli millum sníkjarar er
"Einki dosimetur, eingin geisling".
Andres og Christoffer vildu hinvegin
ikki útseta seg fyri óneyðugum
vanda, og tí var dosimetur við allan
túrin, so teir kundu halda seg burtur
frá teimum støðunum, ið høvdu
nógv geislavirkni. Samstundis vóru
teir eisini í maskum, tá teir vóru nær
Tjernobyl, tí allastaðni var dust í
luftini. Eftir at hava verið í Pripyat
ein løtu, gjørdu teir av at venda
heimeftir
– Eg fekk eitt upplivilsi fyri lívið,
men hetta er avgjørt ikki ein túrur,
ið eg vil viðmæla nøkrum. Tað er als
ikki vandaleyst at fara inn í sonuna,
og har eru nógvar óvissur knýttar
at einum tílíkum túri, sigur Andres
Jacobsen, sum er farin undir at
fyrireika eitt nýtt ævintýr.
Jóannes og Heidi eru
ársins spælarar
Til Fótbóltsgalla 2019 verða
Jóannes Bjartalíð úr KÍ og Heidi
Sevdal úr HB kosin til ársins
spælarar. Tað eru venjarar,
liðskiparar, viðmerkjarar og
tíðindafólk,
sum
atkvøða.
Jóannes Bjartalíð er tvær ferðir
kosin til árins unga spælara,
tá hann hevði U21-aldur. Nú
er hann eisini kosin til ársins
spælara. Heidi Sevdal fær fyri
sjeyndu ferð gylta bóltin sum
ársins spælari.
Klæmint
A.
Olsen
fær
gullskógvin
sum
ársins
toppskjútti fyri fimtu ferð.
Hesa ferð við 26 málum, sum er
tvey fleiri enn metið hjá Súna
Fríða Johannesen og Una Arge.
Hetta er eisini fyrstu ferð
í sjey ár, at Lars Muller ikki
verður árins dómari. Hann
gevst at døma í summar.
Vinnari verður Alex Troleis.
Hjá kvinnunum er sermerkt
at Ragna Patawary verður
kosin til ársins verjuspælara,
nú KÍ aftur er FM-vinnari, eftir
tvey ár uttan gull.
Landsliðið doyr ein
pínufullan deyða
A-landsliðið
hjá
monnum
spælir
tveir
teir
seinastu
landsdystirnar
í
hesi
EM-
undankappingini.
Tíverru
gongur illa og landsliðið tapur
greitt 4-0 í Norra, meðan 3-0
ósigurin á Friends Arena móti
Svøríki ikki stendur heilt í mát
við føroyska spælið, sum til
tiðir er avbera gott.
Hetta er eitt endaligt farvæl
til Lars Olsen eftir átta ár,
og eitt endaligt farvæl sum
spælari hjá Atla Gregersen, ið
nær at spæla 59 landsdystir.
Tað
er
tó
eitt
sindur
rokaligt
rundanum
ferðina
til grannarnar, tí Jóan Símun
Edmundsson
letur
illa
at
fyrireikingunum, sum millum
annað hava fyrigingið á einum
graslíkisvølli í Sundby, sum
toftamaðurin er alt annað er
nøgdur við.
Taekwondo
gongur fram
Tríggir føroyingar gera um
seg til Taekwondo kapping í
Skanderborg. Tað endar við
trimum DM-vinnarunum.
Tær eru Elinborg
Dávadóttir, Oda Weihe og
Noomi K. Heradóttir. Hartil
vinna Høgni K. Dávason,
Dávid á Lakjuni og Mira
Guðjónsson silvur.
Mjølnir
gera bart
Menninir úr Mjølni
vinna allar sínar
dystir við 3-0 og
liggja fremst í
FM-kappingini.
Hjá kvinnunum
fær Mjølnir
kapping frá KÍF,
sum eisini kemur
væl frá byrjan.
Ítróttur
– Hví skal sonurin hjá mær hava átta tímar í
føroyskum og fýra tímar í donskum tá hann ikki
dugir at lesa! Hví verður tann tíðin ikki sett av til at
undirvísa honum í at læra at lesa? Tí at tað er tað,
sum hann ikki dugir. Hann fær at vita, at hann skal
lesa hesa bókina, men hann dugir ikki at lesa. Hann
fær at vita, at hann skal skriva hetta, men hann
dugir ikki at skriva
Morten Kronborg Jacobsen
Um son sín, Levi, sum ikki fær orðblindaundirvísing fyrr enn
næsta ár, tá hann er komin í fjórða flokk