Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2019 36 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Sleppa ikki at klippa listarverk Dómstólur hevur í morgun bannað føroyingunum Arna Leivsgarð og Dann Thorleifson at klippa sundur listaverið, sum teir hava keypt, og brúka tað til urskivur. 150 hjálparferðir til Rumenia – Eg má bara fara avstað aftur. Tey hava so lítið og tørvur er á so nógvum. Nógvastaðni er ikki hiti í húsunum, har er eingin el-veiting, tøkini leka, og nógvastaðni ganga børnini ikki í skúla, og tey duga ikki at lesa. Tey gerast so glað, tá ið vit koma, sigur Absalon Matras. Hann vísir á, at støðan er ikki soleiðis í býunum, men í teimum smáu bygdunum úti um landið. Hóast 75 ára gamal hevur hann ongar ætlanir um at pensjónera seg. Hetta er sjeyndi túrur, hann fer avstað í ár við klæðum. Desember: Millióna­ sáttmála við Atlantic Records Rani Petersen úr Havn hevur gjørt stórt frambrot sum poppsangari. Rani hevur gjørt milliónasáttmála við risastóra amerikanska plátufelagið Atlantic Records, og nú skal hann til Los Angeles at skriva og innspæla tónleik til nýggja útgávu, sum skal koma út næsta ár. Atlantic Records er plátufelagið hjá eitt nú Bruno Mars, Ed Sheeran og Cardi B. –  Hetta er sera spennandi og ein stórur møguleiki, men hetta er bert fyrsta stigið. Eg eri als ikki komin á mál enn, sigur Rani Petersen. Seinastu fimm árini hevur Rani íðin og áhaldandi arbeitt fram ímóti at fáa sáttmála við plátufelag, og tað hevur hann nú fingið. Talan er um sáttmála, sum er verdur fleiri milliónir krónur. Tá ið tosað verður um virðið á sáttmálanum, snýr tað seg um løn, framleiðslukostnaðir av tónleiki og video, marknaðarføring og annað. Rani Petersen er sangskrivari og sangari, og hann hevur serliga brúkt sosialar miðlar sum Instra­ gram og TikTok fyri at koma út við sínum tónleiki. Á TikTok fylgja slakar fimm milliónir Reiley, sum hevur verið listanavnið hjá Rana. Fekk hug at syngja Rani Petersen fór sum seks ára gam­al at spæla klaver. Hann fekk frálæru í Musikkskúlanum, og hann spældi klaver, til hann var 14 ára gamal. Tá fylti fimleikur meira í eitt tíðarskeið. Í 2014 fekk Rani møgu­ leikan at vera við í sang­leikinum Grease, sum mið­náms­skúlar settu upp. Hann hevði leiklut sum dans­ ari og kórsangari, og sang­leikurin broytti nakað í hans­ara lívi. – Eg fekk áhuga fyri tónleiki aft­ ur, og eg fekk ikki bara hug at spæla og gera tónleik, eg fekk eisini hug at standa fram og framføra. Næstu tíðina sang eg meira enn nakrantíð, og eg fekk frálæru í at syngja, sigur Rani Petersen. Síðan hann var 13 ára gamal hevði Rani eisini fingist við video­ upp­tøkur og framleiðslu, og nú gekk alt upp í eina hægri eind, tí hann kundi samantvinna tónleik og video, tá ið hann vildi sleppa út við sínum sangum. – Tað lá til høgra beinið at gera stutt video til sosialar miðlar. Eg royndi at finna fram til, hvussu best kundi gera tað, og tá ið eg kendi, at eg hevði knekkað ta kotuna, kundi eg veruliga brúka sosialu miðlarnar til at fáa hugskot út millum fólk, sigur Rani Petersen. Enn hevur Rani ongan sang út­ givið á vanligan hátt, men hann hev­ur postað nógv sangbrot á sosial­ar miðlar, og harvið hevur hann skapt áhuga fyri sínum tón­ leiki. Hart arbeiði Nógvir sangarar fáa plátusáttmála, men tað merkir ikki, at veruliga Landstýrið blandar seg ikki upp í 5G avgerð Í farnu viku segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, at ongar ætlanir vóru at blanda seg upp í virksemið hjá Føroya Tele, og tað sama sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. – Vit kunnu ikki fara at diskvalifisera nakran, so leingi vit ikki hava nakað upp á viðkomandi. Vit blanda okkum ikki upp í, og í løtuni er hetta eitt mál fyri Føroya Tele at avgera, sigur Bárður á Steig Nielsen. Í løtuni hevur KT fregnartænastan hjá danska herinum, Center for Cybersikkerhed, einki ítøkiligt at finnast at hjá Huawei. Løgmaður vil tí heldur ikki siga nakað, um hvørt landsstýrið óttast, at ein møgulig vrakan av 5G netinum kundi havt avleiðingar fyri føroyskan laksaútflutning til Kina. Í Uttanríkisráðnum hevur málið ikki verið á lofti enn, men Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, heldur, at tað hevði verið órímiligt, um kinesarar fóru at blanda málini bæði saman. Huawei skuldi hava rættvísi Kinesiski sendiharrin í Danmark, Feng Tie, vísir aftur, at hann hevur hótt føroyingar við handilsavtalu. Tað ger hann greitt í samrøðu við DR Nyheder. – Eg havi á ongan hátt hótt føroyskar politikarar, sigur Feng Tie. Fleiri danskir politikarar hava ávarað ímóti at lata Huawei standa fyri 5G netinum, tí teir óttast, at Kina kann brúka tøknina til njósning. Fyrstuferð politiið skjýtur persón Løgreglan í Føroyum hevur áður loyst skot av, men mánakvøldið var ivaleyst fyrstu ferð, at løgreglan hevur skotið ein persón. Eingin vil nýta skotvápn móti einum øðrum persóni, uttan so at tað er alneyðugt. Løgreglufólk eru eisini menniskju, sigur Absalon Áargarð, formaður í Føroya Politistafelag. Tað merkist enn á løgreglustøðini, at løgreglufólk hava júst tikið lut í skotbardaga. Men yvirhøvur verður arbeitt professionelt við málinum. DES 2019 – Tað er eitt stórt frælsi í ikki at keypa ting, sum ikki gera teg glaða. Eg havi tað fínt við, at míni klæðir bara eru miðal-kul. Victoria Nesmahar – At bókin fór at verða so aktuell, sum hon er vorðin, hevði eg ikki roknað við. Kanska hevur bókin størri hugflog enn veruleikin, men hendingarnar í bókini kundu saktans verið veruligar Jógvan Isaksen sum í nýggju krimibókini »Arktis« skrivar um stórpolitiska spælið hjá Kina í Føroyum