Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-30, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2019síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mánadagur 30. desember 2019 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Høgni FM-vinnari í kviktalvi Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag vinnur fyrsta FM-heitið í kviktelving. Honum eydnaðist í umdysti í Løkshøll við stórmeistaran Helga Dam Ziska at tryggja sær sigurin. Hetta man vera fyrstan ferðin, síðani Helgi gjørdist stórmeistari, at hann hevur verið við undirlutan móti øðrum føroyskum telvara í týðandi kappingartalvi. gjøgn­umbrotið sum tónleikari er tryggjað. Nógv arbeiðið er eftir at gera, og tað arbeiðið skal Rani nú í holtur við nú. Í januar mánaði flytur hann til Los Angeles at búgva, og har skal hann í gongd við at skriva sangir og gera innspælingar til útgávuna, sum vónandi kemur út næsta ár. – Eg havi arbeitt hart fyri at koma hertil, og tað kennist sum ein lætti at fáa slíkan plátusáttmála. Eg eri tó eisini greiður yvir, at hetta er fyrsta stóra stigið hjá mær, og at tað er langur vegur fyri framman. Nú kann eg liva av at spæla tónleik, og nú fái eg møguleikan at arbeiða meira miðvíst saman við dugnaligum framleiðarum, sigur Rani Petersen. Hann fær eisini møguleikan at hava stóra ávirkan á sítt konsept. Plátu­felagið sigur seg hava gjørt av­ talu við Rana, tí teimum dámar hans­ ara konsept og hugskot, og tí verður tað ikki soleiðis, at plátufelagið skal broyta alt og fáa han at passa inn í teirra konsept. Plátufelagið stuðlar tí konsepti, sum Rani hevur bygt upp seinastu árini. Brandur til Helsingborg Brandur Hendriksson Olsen ger sátmála við svenska felagið Helsingborg, sum spælir í bestu deildini í Svøríki, meðan Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld halda jól sum nummar eitt í 2. Bundesliguni. Toftamaðurin hevur eftir eitt torført tíðarskeið vunnið seg aftur á liðið Margrið heldur skil á til HM Margrið Weyhe heldur skil á til HM í kvinnuhondbólti, sum er í Japan. – Venjarar skulu eisini skikka sær pent, sigur hon. Her heima halda menninir hjá H71 og kvinnurnar hjá Kyndli jól á toppinum. Ítróttur Fleiri halda ivaleyst, at bókin Svik bara er úrslit av “unfinished business,” sum høvundurin, Jan Lamhauge, hevur við fyrrverandi leiðslurnar í Eik og Kringvarpinum, starvsfelagar og onnur. Svik snýr seg ikki bara um skatt og orrustu í Kringvarpinum. Bókin viðger grundleggjandi spurningar um fólkaræði og rættvísi í Føroyum í dag. Alt ov langt er millum samfelagsrevsandi bøkur á føroyskum, og tí er Svik av teimum týdningarmestu, sum er komin út seinastu árini. Rógvi Olavson Håkan Ericson er nýggjur landsliðsvenjari Mánadagin 16. desember klokkan tólv avdúkar Fótbóltssambandið nýggja føroyska landsliðsvenjaran. Hann er úr Svøríki og eitur Håkan Ericson Miðlarnir, ið eru møttir til fundin siga ikki nógv. Umboðini fyri Sosialin kennast so ikki við andlitið ella navnið í fyrstu atløgu, men vit hava sæð andlitið fyrr kortini. Tað gerst greitt, tá ið Fótbóltssambandið setur eitt sjónbrot á stórskýggjan. Tað er av finaluni við EM fyri U21- landslið í 2015. Hetta minnast vit. Vit síggja William Carvalho úr Portugal skjóta brotsspark, sum svenski málverjin, Patrik Carlgren bjargar. Vit hoyra svenskar frásøgumenn geyla í ovfarakæti, tí Svøríki er Evropameistari. Spælararnir tveita seg um hvønn annan í einum stórum trunka á miðum vølli. Har eru nakrar av svensku stjørnunum, sum vóru á Tórsvølli fyri trimum mánaðum síðani. Vit kenna aftur Victor Lindelöf, John Guidetti og so mannin í klædninginum sum tveitir seg í trunkan við spælarunum: Håkan Ericson, ið er venjarin, sum hevur fingið størsta svenska úrslitið í nýggjari tíð. Nú skal hann standa á odda fyri føroyska landsliðnum. Vit skulu venja okkum við svenskt Eftir sjónbrotið tekur Håkan Ericson orðið. Hann tosar á svenskum, og ger greitt, at soleiðis fer tað at vera á komandi tíðindafundum. – Tit siga bara til, um tað er okkurt tit ikki skilja, men eg havi frætt, at tit duga væl svenskt, sigur ein brosandi Håkan Ericson. Hann er komin til Føroya eftir at umboð frá FSF fyrstu ferð hittu venjaran í Stokkhólmi fyri einum tveimum vikum síðani, og venjarin fekk alt fyri eitt áhuga fyri starvinum. – Mær dámar avbjóðingar og verkætlanir, ið hava góðar menningarmøguleikar, sigur nýsetti venjarin, áðrenn hann hugleiðir um vónirnar við fyndarorðum: – At vænta at vit skulu til eitt endaspæl, haldi eg er ørt. Men eg haldi at tað er eins ørt at siga tað vera ógjørligt, tekur landsliðsvenjarin til.