Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020 SOSIALURIN 1 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 6 FEKK DREYM­A­ STARVIÐ FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO – Tað var ein dreymur, at fáa hetta starvið. Umframt at eg hevði arbeitt her ta einu summ­ arfrítíðina, kendi eg eisini nakað til sjúkrahúsøkið, tí at pápi mín var í nevndini í Krabba­meins­ felagnum í 37 ár og limur í sjúkl­ ing­aráðnum í umleið 20 ár. Hetta gjørdist ein stórur partur av fam­iljuni, sigur Alexandra á Dul, sum 1. august í fjør setti seg í stjórastólin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Frá stórbýarlívi aftur til heimstaðin Nógv er hent síðani hesar ung­ dóms­dreymarnar hjá Alexandru. Hon flutti úr Klaksvík sum ung, og hon hevur búð í Los Angeles og í Michigan í USA, og Keyp­ manna­havn í Danmark, har hon hev­ur nomið sær útbúgving og ar­beiðsroyndir. Seinasta árið, áðrenn hon byrjaði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, arbeiddi hon í Havn. Men hóast stórbýarlív og nógv annað spennandi úti í heimi, so var longsulin at koma heim­aftur til Klaksvíkar sterkur. Og tá ið dreymastarvið varð leyst at søkja, so ivaðist hon ikki og søkti. Nú hevur hon longu sitið fimm mánaðir í starvinum. – Sum ung var eg meira spent at koma út í heim og royna nakað nýtt. Men nú eg havi fing­ ið børn, er tað ikki tað sama, sig­ ur Alexandra á Dul. Væl móttikin á sjúkrahúsinum Nýggi sjúkrahússtjórin trívist aft­ur í Klaksvík eftir 16 ár í út­ legd. – Eg kenni nógv fólk í Klaks­ vík, og fólk hava tikið sera væl ímóti mær her á sjúkrahúsinum, sigur Alexandra á Dul. Nýggi stjórin er spent at vísa útsendingunum hjá Sosialinum runt á sjúkrahúsinum og greiða frá øllum tí ymiska virkseminum á sjúkrahúsinum. Styrkja tað tvørfakliga – Tvørfakliga samstarvið hevur nógv at siga fyri leiðsluna, starvs­fólk og sjúklingar og tí verð­ur arbeitt við at menna hend­an partin. Fyri at fáa ting at rigga, má hjálpast at, og eg haldi, at starvs­fólkini eru dugnalig og sam­starva væl, sigur Alexandra á Dul. Undanfarni stjóri á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi, Heri Ell­ings­ gaard, sat í 35 ár í stólinum. – Eg hugsaði leingi, um eg fór at megna at lyfta tann arvin, sum Heri Ellingsgaard hevur lagt eftir seg. Tí hann hevur gjørt eitt gott arbeiði. Nú eg eri komin, havi eg valt at gera nøkur ting á ein annan hátt, men eg haldi, at starvsfólkini hava tikið sera væl ímóti teimum broyt­ing­ unum, ið eru. Og tað er spenn­ andi at lyfta hesa uppgávuna, sig­ur hon. – Eg ynski at brúka mínar styrk­ir, so vit fáa eitt gott sjúkr­a­ hús á høgum fakligum støði og at fáa hetta gagnnýtt tvørfakligt. Tey í yngra ættarliðinum eru meira von við at arbeiða tvør­ fakligt, men eg haldi, at starvs­ fólkið sum heild eru búgvin at ar­beiða tvørfakligt, sigur hon. Nýggi sjúkrahússtjórin hevur út­búgving og royndir innan HR og tað skipanarliga, og hon held­ ur, at tað er ein natúrligur liður at seta sjóneykuna á hesi øki í gerandisdegnum. Bráðfeingismóttøka Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eina bráðfeingismóttøku og skað­a­stovu, sum er opið alt døgn­ið. Har verður støðan hjá sjúkl­ing­inum/sjúklingunum kan­n­að, og tey fáa neyðugu hjálp­ina og viðgerðina. Um neyð­ ugt verður sjúklingurin sendur á Landssjúkrahúsið. – Um talan til dømis er um eina ferðsluvanlukku, eitt so­kall­ að “højenergitraume, so mugu vit senda sjúklingar víðari á Lands­sjúkrahúsið til skanning og annað, sigur Alexandra á Dul. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eisini eina seingjardeild, har sjúkl­ingar úr øllum landinum liggja, tó eru flestu sjúklingar úr Norðoyggjum og Eysturoy. Ortopediskar viðgerðir og skurðviðgerðir Klaksvíkar Sjúkrahús hevur síð­ ani mitt í 80’unum verið kent fyri ortopedkirurgiskar við­ger­ð­ ir. Talan er millum annað um at skifta knø og mjadnar, men eisini verða gjørdar aðrar al­ mennar skurðviðgerðir, sum brokk­ar, æðraknútar, gallsk­urð­ við­gerðir og urologiskar við­ gerðir, har talan er um sjúkur í nýr­um og landrás. – Hvørt ár hava vit fleiri og fleiri tilrættalagdar viðgerðir. Tað eru føstu læknarnir og ser­ lækn­ar, sum vanliga koma her í eina viku í senn, ið taka sær av hes­um viðgerðunum. Nakrir av teim­um koma her fjórðu hvørja viku, meðan hjá øðrum er tað longri ímillum, sigur Alexandra á Dul. Skema er longu lagt fyri alt Sum 15 ára gomul skrivaði Alexandra á Dul uppgávu um Klaksvíkar Sjúkrahús, tá ið hon gekk á FHS, og eina summarferiu sum heilt ung starvaðist hon í móttøkuni og bókhaldinum á Sjúkrahúsinum. Tá segði hon, at tá ið starvið sum stjóri verður leyst at søkja, so fór hon at søkja. Í dag er hon stjóri á sjúkrahúsinum Tað tvørfakliga hevur tí nógv at siga. Fyri at fáa ting at rigga, má hjálpast at, og eg haldi, at starvsfólkini eru dugnalig og samstarva væl