hósdagur 2. januar 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020
SOSIALURIN 1
7
2020, nær teir ymisku læknarnir/
serlæknarnir eru á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, og tí vita kommunu
læknarnir, nær teir kunnu ávísa
sjúklingar á Klaksvíkar Sjúkra
hús í mun til tær viðgerðirnar,
sum sjúklingar hava tørv á.
Vaksandi tal av viðgerðum
– Í fyrrárið vórðu tilsamans 479
skurðviðgerðir gjørdar á Klaks
víkar sjúkrahúsi, ímeðan talið í
fjør var 579, also 100 fleiri skurð
viðgerðir uppá eitt ár. Vit gerast
betri at leggja til rættis, og tí eru
eisini fleiri, ið fáa viðgerðir, sigur
Alexandra á Dul.
Hon heldur, at tað er ein góð
skipan, at fáa serlæknar at koma
í eina viku í senn og arbeiða.
– Vit hava gott samstarv við
læknarnar, og tað vísir seg, at
teir somu koma aftur. Vit halda,
at hetta er ein góð loysn, og okk
ara útrokningar vísa eisini, at í
flestu førum loysir tað seg væl
fíggjarliga, sigur sjúkrahússtjór
in.
Talið á ambulantum vitjandi
er vaksandi, tilsamans vóru í
2018, 19.327 ambulantar kontaktir
og eru hesar vaksnar til 22.421 í
2019. Umframt hesar eru vitjandi
á rannsóknarstovuni og í rønt
gen. Í 2018 vóru tilsamans 208.223
analysur tiknar á rannsóknar
stovuni, og 6.500 røntgenkann
ingar vóru gjørdar. Innleggingar
liggja nokkso javnt, um 1.500
innleggingar árliga við einum
belegningsprosenti uppá umleið
90%. Tilsamans vóru 7.717 inn
leggingardagar.
Tað eru 123,9 ársverk skrásett
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Fara nú at seta medisinara
Ein av stóru uppgávunum hjá
sjúkrahússtjóranum, er at um
sita játtanina, sum sjúkrahúsið
fær. Politikararnir hava hesaferð
verið enn gávumildari í mun til
undanfarin ár, og Klaksvíkar
Sjúkrahús fær knapt 7 milliónir
krónur hægri játtan í 2020 í mun
til í fjør. Og tað skapar nýggjar
møguleikar. Løgtingið hevur
játtað knappar 3 milliónir til
grundraksturin. Fíggjarnevndin
hevur játtað 3,5 milliónir krónur
til at hava bæði medisinara og
narkosolækna tøkan, og knapt
hálv millión er játtað til viðgerð
av svøvnapnø.
– Vit hava leingi havt tørv á at
fáa medisinara aftur í fast starv.
Lógin
sigur,
at
øll
trý
sjúkrahúsini skulu hava eina
medisinska eind, men vit hava
ikki havt nakran tílíka síðani
2015. Vit eru sera glað um, at játt
anin nú er hækkað, so at til ber
at søkja eftir medisinara. Tað ke
mur sjúklinginum, Klaksvíkar
Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsi
num til góðar, sigur hon.
Hon vísir á, at forvaktin er
rættiliga sperd, tí tann læknin
tekur bæði móti sjúklingum, tek
ur móti 1870, gongur stovugongd
á seingjardeildini, tekur sær av
ambulatoriuvirksemi, tekur sær
av tí fyrisitingarliga, tað, ið er
bráðfeingis, blóðroyndum og
øðrum.
– Sjálvt um vit hava dugn
aligar læknar, so eru tað ov
nógvar uppgávur. Stórur tørvur
hevur eisini verið á at hava
medisinskan læknan í føstum
starvi, sigur Alexandra á Dul.
Pengar eru eisini settir av til
narkosolækna. Sum nú er, eru
fleiri konsolentar inni, sum
nøkta tørvin í tíðarskeiðum fyri
2020. Hvussu tað verður í 2021,
veit hon ikki enn.
Meiri samstarv millum
sjúkrahúsini
Í 2018 vórðu politiskar um
skipingar gjørdar innan sjúkra
húsøkið. Tey trý sjúkrahúsini
vórðu skipað við einari leiðslu
við trimum stjórum, har stjórin
á Landssjúkrahúsinum eisini er
forstjóri. Av tí at undanfarnu
stjórar fóru frá, vórðu tríggir
nýggir stjórar settir.
– Ein týðandi boðskapur í
broytingartíðum er, at vit skulu
hjúkla um alt tað góða. Klaks
víkar Sjúkrahús hevur nógvar
góðar siðvenjur og hevur eina
mentan, ið fremur trivna og
samstarv. Nú tey trý sjúkra
húsini skulu samstarva meira, er
tað umráðandi at hjúkla um tað
góða, sum sjúkrahúsini eiga hvør
sær. Tað vil siga, at broyting bara
skal fremjast, har tað gevur
meining – og tað er fyri tað
mesta á tí kliniska økinum.
Hetta merkir, at vit áhaldandi
skulu arbeiða við at gerast betri
til at gagnnýta kapasitetin og til
feingið á øllum trimum sjúkra
húsunum, sigur Alexandra á
Dul.
– Her eru sett nøkur politisk
ynskir og mál, og her má og skal
uppgávan hjá leiðslunum á
øllum trimum sjúkrahúsunum
verða, at tryggja eina góða
gongd, soleiðis at starvsfólkini
ikki missa fótafesti, tí tað eru
tey, ið bera sjúkrahúsverkið, sig
ur hon.
Felags visitatión
Eitt av tí, sum nógv hevur verið
tosað um í sambandi við nýggju
menningarætlanina á teimum
Alexandra á Dul, nýggi stjórin á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Mynd: Álvur Haraldsen