hósdagur 2. januar 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020
SOSIALURIN 1
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
8
trimum sjúkrahúsunum, er
felags visitatión, har sjúkra
húsini fara at samstarva um bíð
ilistar, viðgerðir og annað.
– Vit arbeiða við hesum, men
vit eru ikki enn komin á mál, og
tí kann eg ikki siga so nógv um
tað enn. Undanfarna leiðslan ar
beiddi við felags visitatión í uro
logi. Nú við ársskifti eru vit eisini
komin á mál við felags visitatión
í urologi og fegnast um úrslitið
og samstarvið millum sjúkra
húsini.
– Tað virkar væl í dag við fel
ags visitatión innan hetta økið,
men tey trý sjúkrahúsini skulu
gerast betri til at gagnnýta hvørt
annan eisini innan onnur øki.
Vit skulu brúka tað, sum eru
styrkirnar hjá hvørjum ein
stakum sjúkrahúsi. Sjúklingurin
skal fáa at vita, um møguleiki er
hjá honum at koma skjótari
framat, um hann fer á eitt annað
sjúkrahús og fær viðgerðina har,
sigur Alexandra á Dul.
Felags visitatiónin verður ein
av uppgávunum hjá nýggja
læknafakliga varastjóranum á
sjúkrahúsunum, sum skal setast
í næstum.
Royndir innan
heilivágsfyritøku
Alexandra á Dul er 38 ára gomul,
útbúgvin bachelor í heimspeki
og búskapi og cand. merc. í hum
an resource management og
búskapi frá Copenhagen Bus
iness School. Hon hevur hollar
royndir innan strategiska menn
ing á HR-økinum.
Í tíðarskeiðnum 2012-2018 ar
beiddi hon sum HR-partnari í
heilivágsfyritøkuni Biofac í Dan
mark, sum framleiddi aktiv evni,
ið fyrst og fremst vórðu nýtt til
farmaceutiska nýtslu. HR-partn
ara starvið var eitt nýstovnað
starv.
– Fyrsta uppgáva mín var at
allýsa, seta upp og gera greiðar
arbeiðsgongdir millum HR og
tær ymsu deildirnar. Síðani
bygdi eg brúgv millum HR og tey
fimm virkini, ávikavist í Norð
urjútlandi og á Sæland, ið vóru í
samtakinum, umframt eina
søluskrivstovu í Japan, sigur
Alexandra á Dul.
– Eg hevði samband við stórt
øki yvir alt samtakið, og gjøgn
um mínar arbeiðsuppgávur og
arbeiðsøki, fekk eg arbeitt upp
eina skipaða tilgongd til "Sam
takið HR", og megnaði tískil
skjótt at menna nýggjar til
gongdir til arbeiðsgongdir, ið
vóru til gagns bæði fyri stýrið,
leiðararnar og hini, ið vóru í
starvi. Hesar royndirnar taki eg
við mær í starvið, eg nú eri sett
at røkja, sigur hon.
Seinasta árið hevur Alexandra
starvast sum ráðgevi í leiðslu og
organisatión
í
Tórshavnar
kommunu.
Kunnandi og nærverandi
leiðslustílur
Nakað av tí, sum Alexandra á
Dul leggur dent á, er at kunna
bæði inneftir og úteftir.
– Eg havi áður arbeitt nógv
við vitanardeiling. Hetta er ein
tilgongd, ið gevur virði og fremur
samstarvið millum fakbólkar.
Mín leiðslustílur er kunnandi og
at vera nærverandi, sigur hon.
– Góð kunning skapar trygg
leika og frið í starvsfólkahóp
inum. Tað er umráðandi
at fólk vita, hvussu tað
stendur til á Klaks
víkar
Sjúkrahúsi,
bæði fíggjarliga og
viðvíkjandi øðrum
viðurskiftum,
sum hevur ávirk
an á gerandisdag
in hjá teimum.
Hetta havi eg
eisini
valt
at
leggja meg eftir
nú!
Hon vísir eis
ini á týdningin, at
tann
politiska
skipan og almenn
ingurin fær innlit
í
virksemi
hjá
Klaksvíkar Sjúkra
húsi.
– Tað er týðandi at
kunna um, hvussu vit
brúka peningin. Tað er
jú borgarin í Føroyum, ið eigur
og fíggjar sjúkrahúsverkið, sigur
hon.
Hon hevur havt ymsar fram
løgur, og hon gleðist eisini um, at
Kaj Leo Holm Johannesen,
landsstýrismaður við heilsu
málum, setir seg inn í viður
skiftini.
– Landstýrissmaðurin hevur
gott innlit í virksemið í sjúkra
húsverkinum. Hann er ein eldsál
og brennir fyri hesum økinum,
sigur hon.
– Mín størsta uppgáva má
verða at tryggja karmin fyri
virksemi
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi og hava ein góðan
grundrakstur – hetta fyri at
kunna tryggja góða og rætta
viðgerð og røkt fyri okkara
sjúklingar, sigur hon.
Gera tingini 100 prosent
Nýggi stjórin á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi er ikki bangin fyri, at
nú Eysturoyartunnil kemur
seinni í hesum árinum, at Klaks
víkar Sjúkrahús fer at missa
nakað av virkseminum til Havn
ar.
– Sum eg síggi tað, er tørvur á
øllum trimum sjúkrahúsunum.
Tað er avmarkað, hvussu nógv
tú kanst hava á hvørjum staði.
Síðani Norðoyatunnilin kom,
hevur Klaksvíkar Sjúkrahús økt
virksemi á hvørjum ári. Tað, sum
vit skulu duga betur, er at siga,
hvat skal vera hvar. Tað, sum
skal vera á Landssjúkrahúsinum,
tað, sum skal vera á Suðuroyar
Sjúkrahúsi og tað, sum skal vera
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Neyð
ugt er at rætta fokus og gera tað
100 prosent, sum vit skulu gera.
At vit gerast enn dugnaligari at
gera tað, sum er okkara partur.
Hjá okkum er tað serliga tær
viðgerðirnar, ið verða
lagdar
til
rættis
frammanundan,
sigur Alexandra á
Dul.
Føðideildina,
sum varð nið
urløgd
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi
fyri fleiri ár
um síðani,
ætlar nýggi
stjórin ikki
at
fáa
aftur
til
Klaksvík
ar.
– Nei,
hatta
er
avgjørt
politiskt,
og tað er
ikki
eitt
m á l
á
skránni
at
broyta tað aftur. Men eg kann
vísa á, at ljósmøður hava viðtalu
einaferð um vikuna á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
Gott samstarv í leiðsluni
– Áðrenn eg kom aftur til Før
oyar, hugsaði eg um, um eg fór at
fáa nóg stórar avbjóðingarnar í
arbeiðinum. Men tað bilar ikki.
Umframt at vera stjóri á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eri eg eis
ini stjóri í sjúkrahúsverkinum.
Tað gevur nakrar spennandi
strategiskar avbjóðingar.
Umframt at hava arbeiðsstað
í Klaksvík, er Alexandra á Dul
minst einaferð um vikuna í
Havn.
– Vit eru tríggir stjórar, sum
eru sera ymiskir, og tað ræður
um at gagnnýta styrkirnar hjá
hvørjum øðrum. Eg havi fingið
nøkur ábyrgdarøki í sjúkrahús
verkinum, ið eg serliga arbeiði
við, sigur Alexandra á Dul.
Hon vísir á, at tey hava hvør
sín myndugleika og ábyrgd sum
sjúkrahússtjórar í hvør sínum
sjúkrahúsi, men at tey yvirskipað
arbeiða tætt saman. Tað eru tey
felagsøkini, ið tey arbeiða saman
um, alt frá tøkni, KT til tað
kliniska økið.
Frítíðin fer til familju
Alexandra á Dul er gift við Ørvi
Heinesen, og tey eiga trý børn,
sum eru í aldrinum 2-11 ár.
– Tað mesta av frítíðini fer til
familjuna. Men tað er eisini at
vera við børnunum til fóltbólt,
hondbólt, konsertir og annað,
sigur hon.
– Vit hava búð niðri í nógv ár,
og tá saknaðu vit at hava ommur
og aðra familju tætt hjá okkum.
Tað er gott at hava tey tættari at
okkum nú, sigur Alexandra á
Dul.
Undanfarni stjóri var 35 ár í
stjórastarvinum. Hvussu leingi
fer nýggi stjórin at vera í starvi
num?
– Eg ætli mær at sita so leingi,
sum eg nú kann, sigur hon.
Góð kunning skapar tryggleika og frið í
starvsfólkahópinum. Tað er umráðandi at fólk vita,
hvussu tað stendur til á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, bæði
fíggjarliga og viðvíkjandi øðrum viðurskiftum, sum
hevur ávirkan á gerandisdagin hjá teimum