Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020 SOSIALURIN 1 9 LØGFRØÐINGUR SKAL KANNA STØÐUNA Í BÝRÁÐNUM Í HAVN ÓSEMJA Bý­ ráðs­lim­ur vil hava greiði á, hvør hev­ur rætt og hvør hevur skeivt ÁKI BERTHOLDSEN Nú skal ein løgfrøðingur gera eina meting av tí, sum fór fram í Tórs­havnar mikudagin og hós­ dagin í næstseinastu viku. Tað sigur Heðin Mortensen, bý­ráðslimur fyri Javn­að­ar­flokk­ in. Rok tók seg upp í Tórshavnar Bý­ráð eftir ein fund í fíggj­ar­ nevnd­ini hjá býráðnum næst sein­asta mikudagin, og ein bý­ ráðs­fund seinni sama dag. Orsøkin va, at tann 12. des­em­ ber bað Gunvør Balle, bý­ráðs­lim­ ur fyri Tjóðveldi, nevniliga um farloyvi, men longu á bý­ráðs­ fundi 18. desember møtti hon aft­ur, bæði á fundi í Fíggj­ar­ nevnd­ini, og á býráðsfundi. Og hetta elvdi til rok, tí teir seks býráðslimirnir í Javn­að­ar­ flokk­i­num og Sam­bands­flokk­i­ num, sum eru í minniluta í bý­ ráð­num, siga, at hetta er brot á alla siðvenju. Hesi seinastu 40 – 50 árini hev­ur siðvenjan nevniliga verið tann, at tá ið býráðslimur biðjur um far­loyvi skal hann vera í far­ loyvi í minst tvær vikur. Ikki renna út og inn Heðin Morsensen sigur, at end­a­ mál­ið við hesum er at forða fyri, at bý­ráðslimir renna inn og út úr bý­ráð­num sum tað passar teim­ um – kanska fyri at sleppa und­ an at taka støðu til mál, sum teir vilja snúgva sær undan at taka støðu til. – Skal hetta vera man­n­a­ gongd­in, verður tað vónleyst at halda skil á býráðsarbeiðnum, tí vit kunnu aldrin vita, hvør møtir á fundi, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at tá ið Gunvør Balle møtti á fundinum seinasta mik­u­dag, spurdu tey í minn­i­lut­ a­num um hon yvirhøvur hevði loyvi til at møta á fundi, tá ið hon hevði biðið um farloyvi eina viku frammanundan. Tað hevur verið ført fram, at bý­ráðslimirnir fyri Javn­að­ar­ flokk­in og Sambandsflokkin rýmdu av fundi fyri at sabotera bý­ráðs­arbeiðið. Men tað afturvísir Heðin Mort­en­sen. – Vit í minnilutanum fóru úr fund­ar­hølinum at tosa um við­ ur­skiftini saman við borg­ar­stjór­ a­num og kommunustjóranum. Men síðani fór borgarstjórin aft­ ur á býráðsfund og beindi málið, sum var til viðgerar, aftur í nevnd, uttan at vit yvirhøvur vistu av tí, og uttan at vit sostatt sluppu við á fundin, sigur Heðin Mort­ensen. Í hesum sambandi hevur Ann­ika Olsen, borgarstjóri, ført fram, at tey høvdu ringt til komm­unala eftirlitið, og har høvdu tey fingið at vita, at bý­ ráðs­lim­ur, ið hevur havt forfall, skal møta – og hevur rætt til at møta – aftur á býráðsfundi, tá ið við­kom­andi aftur er til taks. Heðin Mortensen staðfestir, at Tórs­havnar Býráð er ikki við­ tøku­ført fyrr enn minst sjey bý­ ráðs­lim­ir eru á fundi. – Gunvør Balle var sjeyndi bý­ ráðs­limurin á fundinum, men tað er framvegis ein spurningur, um hon yvirhøvur hevði heimild at møta á fundi, og sostatt er tað eisini ein spurningur um býráðið yv­ir­høvur varð viðtøkuført, sig­ ur Heðin Mortensen. Heðin Mortensen sigur, at tí varð einki hjá minnilutanum at gera enn at fara til húsar við boð­um um, at tey møttu ikki aft­ ur á fundi, fyrrenn tað varð greitt, hvøjar reglur eru galdandi í sam­bandi við farloyvi. Ikki við einum pennastroki Býráðslimurin fyri Javn­að­ar­ flokk­in sigur, at tað var eisini or­ søk­in til, at tey heldur ikki vildu møta á byráðsfundi sum skuldi vera dagin eftir, hósdagin 19. des­ em­ber. Til tann fundin hevði meiri­ lut­in í býráðnum so eisini fingið eina skrivliga váttan frá Komm­ u­nala eftirlitinum um, at fram­ fer­ð­in hjá Gunvør Balle er eftir lóg­ini. Síðani hevur borgarstjóri víst á, at tað, sum tey hava gjørt er so­statt ikki annað enn at býráðið hev­ur rættað ein skeivleika, sum hev­ur verið øll árini. – Men vit standa fast við, at vit kunnu ikki broyta eina gamla sið­venju frá degi til dags, sigur Heð­in Mortensen. – Í yvir 40 ár hava vit tulkað lóg­ina soleiðis, at fer býráðslimur í far­loyvi, skal hann vera í far­ loyvi í mist 14 dagar og tað ber ikki til at broyta eina tulking sum hesa við eini tel­e­fon­sam­ røðu mitt undir einum bý­ráðs­ fundi. Tað ber heldur ikki til at broyta hesa siðvenjuna frá degi til dags við eini skrivligari met­ ing frá kommunala eftirlitinum, utt­an nakað sum helst fyri­reik­ ing, og uttan nakra sum helst við­gerð, sigur Heðin Mortensen. – Ein tulking um hendan kann ikki broytast uttan at tað er við­gjørt í býráðnum, leggur hann afturat. Tí sigur hann, at tá ið høgtíðin er fing­in aftur um, fer hann at biðja ein uttanhýsis løgfrøðing gera sína niðurstøðu av máli­ num. – Eg vil hava ein løgfrøðing at meta av, um framferðin hjá meir­i­lut­anum í býráðnum, og um tulk­i­ngin hjá kommunala eft­ir­litinum, er røtt, sigur bý­ ráðs­lim­urin fyri Javnað­ar­flokk­ in. Heðin Mortensen er eisini løg­tings­maður, og hann sigur, at ein ann­ar møguleiki er at spyrja lands­stýrismannin í komm­unu­ mál­um­, um hann heldur, at fram­ferðin hjá meirilutanum í bý­ráð­num og Kommunala eft­ir­ ilitinum, var røtt, og um tað ber til at taka eina so víðgongda av­ gerð við eini telefonuppringing. Men undir øllum umstøðum sig­ur hann, at málið er ikki kom­ ið í rættlag, bara fyri tað um borgarstjórin sigur, at tað er kom­ið í rættlag mitt á einum bý­ ráðs­fundi. – Málið er ikki komið í rættlag fyrr enn býráðið hevur viðgjørt hvussu reglurnr um farloyvi skulu tulkast. Mannagongdin, sum hevur verið galdandi í yvir 40 ár, kann ikki broytast, fyrr enn tað er viðgjørt eftir for­ skrift­u­num, og samtykt í b­ý­ráð­ num, og síðani skal Landsstýrið eis­ini góðkenna tað, sigur Heðin Mort­ensen. Møta aftur Minnilutin segði upprunaliga, at tey fóru ikki at taka bý­ráðs­ar­ beið­ið upp aftur, fyrr enn greiða varð fingin á hesum máli. Heðin Mortensen sigur, at nú er hetta málið farið, tí nú er far­ loyv­is­tíðin hjá Gunvør Balle í øll­ um førum, farin. – So tá ið boðað verður aftur til býráðsfund eftir for­skrif­t­u­ num, fara vit at møta, sigur Heð­ in Mortensen. Men hann vil framvegis hava greiði á, hvussu reglurnar um far­loyvi skulu tulkast, og tí fer hann at fáa ein løgfrøðing at gera eina meting av málinum. Og skal mannagongdin broytast, skal tað fyrt viðgerast og sam­ tykkj­ast í býráðnum, leggur hann afturat. Tómir sessir: Á seinasta býráðsfundi vóru stólarnir hjá býráðslimunum hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, tómir, tí býráðslimirnir vildu ikki møta fyri at mótmæla framferðini hjá meirilutanum í býráðnum