Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020 SOSIALURIN 1 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 STEINAR PATURSSON Yvirhøvur er føroyski bú­skap­ur­ in rættiliga væl fyri. Nógv ferð er á búskapinum, og útlit eru í løt­ uni ikki fyri konjuktursveiggi hin­vegin, sigur Djóni Højgaard. – Føroyski búskapurin er í ein­um hákonjukturi nú, og vit hava seinasta árið sligið met fyri til dømis arbeiðsloysi. Seinasta upp­gerð­in vísti eitt arbeiðsloysi up á 0,9 prosent, sum er tað lægsta, ið vit hava sæð yvirhøvur. So frætt eg klári at síggja, er hetta eisini heimsmet. Tað koyrir rím­i­liga skjótt í føroyska bú­ skap­in­um. - Vøksturin sær eisini út til at hava verið stórur í 2019. Hóast tað er trupult at hugsa sær, at høgi vøkst­urin fer at halda fram, so eru ikki útlit fyri stórum bak­ køst­um fyri búskapin, sigur Djóni Højgaard og leggur aftrat, at hann væntar, at út­flutn­ing­ur­ in fer ivaleyst at vera á sama støði, umframt at makrelkvotan hækk­ar í ár. Allar resursir verða brúktar Av tí at búskapurin koyrir so skjótt, so dugir Djóni Højgaard ikki at síggja, at har eru nógvir møgu­leikar eftir at troyta í løt­ uni. Ikki er nokk av arbeiðsmegi í Før­oyum, og tann trupulleikin ger, at tað ber ikki til at vaksa um búskapin munandi. – Vit brúka so at siga allar tær res­ur­sir, sum vit hava. Har eru so at siga eingi arbeiðsleys í Før­ oyum. Búskapurin koyrir so skjótt, sum hann kann, sigur Djóni Højgaard og leggur aftrat, at tað tí kann vera torført at síggja, hvussu vit brádliga skulu fáa hægri vøkstur, enn vit høvdu í 2019. – Hvar skal tann vøksturin koma frá? Tú fært ikki fleiri fólk í ar­beiði, uttan at tey koma aðr­a­ staðni frá, sigur Djóni Højgaard. Djóni Højgaard heldur eisini, at tað er ein stór avbjóðing fyri tær før­oysku vinnufyritøkurnar, sum standa og mangla ar­beiðs­ megi. – Vit fara nokk at síggja, at har verður ein tillaging í før­ oyska arbeiðsmarknaðinum, har ar­beiðs­megi fer at leita frá vinn­ um í aðrar. Har er stór kapping um ta arbeiðsmegina, sum er. Eitt, ið verður spennandi at fylgja við í, er, hvussu sam­ráð­ ing­ar­nar á arbeiðsmarknaðinum verða, sum fara at vera í næstum. So­l­eiðis, sum búskaparstøðan er, kunnu vit rokna við einum á­vís­ um prísvøksturi. Metir tú, at fakfeløgini standa sterk­ari til komandi samr­áð­ing­ 2020 EINGIN AFTUR­ GONGD Í VÆNTU Í BÚSKAPINUM Tíð­irnar eru góðar, bú­skap­ur­in koyrir við fullari ferð. Eingin nið­ur­gongd er at hóma í nær­mastu framt­íð, held­ur Djóni Høj­gaard, for­maður í Bú­sk­ap­ar­ráð­num, men kortini verð­ur ov lít­ið lagt til sí­ðis til verri tíð­ir