hósdagur 2. januar 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020
SOSIALURIN 1
11
ar, nú tíðirnar eru so góðar?
– Tað rokni eg við, ja.
Útreiðslurnar vaksa,
inntøkurnar minka
Tá spurdur um fíggjarlógina, ið
varð samtykt beint fyri nýggjár,
sigur Djóni Højgaard, at tað eru
serliga broytingar í pensiónslóg
ini og á fiskivinnuøkinum, ið
standa burturúr, sæð við eygu
num hjá Búskaparráðnum.
– Í heila tikið er talan um
átøk, ið kosta pengar. Tey geva
minni inntøkur ella fleiri
útreiðslur. Tað minkar um yvir
skotið hjá landskassanum og
minkar um møguleikarnar at
standa ímóti, tá tað einaferð fer
at ganga hinvegin.
Sum nevnt, er nógv ferð á bú
skapinum, og Djóni Højgaard
heldur, at í løtuni eru ikki útlit
fyri, at búskapurin brádliga skal
venda, og at vit sostatt høvdu
gingið móti verri tíðum. Skuldi
rentan tó hækkað - sum altíð er
ein møguleiki - kundi hetta havt
ávirkan á búskapin.
– Vit síggja ikki nakað beint
nú, men tað kann koma øgiliga
skjótt. Vit síggja rundan um
okkum, at vit fara at fáa eitt
Brexit. Tað fer nokk ikki at
ávirka føroyska búskapin so
nógv. Tær avtalurnar eru upp á
pláss, eisini við Bretland. Men
tað er øgiliga skjótt, at tað kann
ganga hin vegin aftur.
– Vit hava havt hækkandi set
húsaprísir rundan um Havnina
og havt heilt lága rentu. Hóast
tað ikki eru útlit fyri, at rentan
hækkar beint nú, so er tað ringt
at spáa um, hvat tað er, sum fer
at henda. Ein rentuhækkan
kann hava ávirkan á allan bú
skapin. Hóast vit ikki vænta
eina rentuhækking, so kann ein
rentuhækking skjótt hava eina
ávirkan á forbrúkið í Føroyum.
Rentan kann ávirka
Ein hækking í rentuni ávirk
ar privatu húsarhaldini
kring landið og hevur bein
leiðis ávirkan á, hvussu
nógv tey hava eftir
hvønn mánaða. Hækkar
rentan skulu húsaeigar
ar gjalda meira fyri
síni lán, og fólk fara
at aftra seg meira við
at taka upp nýggj
lán til íløgur og út
reiðslur.
– Tað minkar um
tøku inntøkuna og
samlaða eftirspurn
ingin í búskapinum,
sum síðani leiðir til
avdempning
av
samlaða búskapi
num.
Hóast
búskapurin
hevur tað gott, so er lands
kassin ikki nóg sterkur, og tað
kann koma Føroyum aftur um
brekku, skuldi tíðirnar brádliga
blivið verri, heldur Djóni Høj
gaard.
– Har eru nógv ting, ið kunnu
hendan uttan fyri Føroyar. Og
tað er serliga tá, at landskassin
skal vera nóg væl fyri til at
kunna halda eitt stabilt støði.
Hóast búskapurin er væl fyri, so
er landskassin ikki betri fyri í
dag, enn hann var í 2008 at taka
ímóti teirri kreppu, ið kom tá.
Og hana sá mann ikki serliga
væl koma.
Djóni Højgaard sigur tó,
at langa rentan er eisini lág,
og marknaðurin væntar ikki
rentuhækkingar í næstum.
Landskassin er ikki nóg
væl fyri
Hóast búskapurin er væl fyri,
so verður ov lítið gjørt burtur
úr at leggja upp fyri verri tíð
um, heldur Djóni Højgaard.
Neyðugt er at hava pening til
taks, soleiðis at samfelagshjólini
kunnu haldast koyrandi hóast
niðurgongd í konjukturinum.
- Frá almennari síðu sær tað
ikki út til, at nógv verður gjørt
fyri at tátta í, men útreiðslurnar
lata seg heldur ríva við. Tað er
kanska tann stóra avbjóðingin í
komandi tíðum, tí
landskassin er hvørki nóg væl
fyri til at taka ímóti teimum
bakkøstum, sum kunnu vera
upp á stutt skygt, ella haldføris
avbjóðingini upp á longri skygt.
Tað er stóra avbjóðingin, ið verð
ur bæði í 2020 og frameftir. Tað,
at gera neyðugar tillagingar til
almennu
fíggjar
við
urskiftini, serliga hjá landinum.
Tað er greitt, at tær tillagingar,
ið skulu gerast, skulu styrkja bú
skapin yvir longri sikt, greiðir
Djóni Højgaard frá. Føroyski bú
skapurin hevur í alt ov stóran
mun verið konjukturstyrkjandi,
og nógv verður brúkt, tá tíðirnar
eru góðar, so lítið og einki liggur
eftir at brúka, tá tíðirnar eru
verri aftur.
– Tillagingarnar eru at fáa
inntøkur og útreiðslur at javn
viga betri, serliga upp á longri
sikt. Tað vil siga, at soleiðis
sum búskaparstøðan er í
løtuni, áttu vit at havt
størri yvirskot at halda
eina javna gongd yvir tíð.
Men tað vísir seg, at tá
tað gongur væl, hava
politikkarar lyndi til at
geva. Tað vil siga, at tá
inntøkurnar eru stórar,
so fara útreiðslurnar au
tomatiskt upp, so geva
teir tann vegin. Tað sóu
vit eisini til seinastu
fíggjarlóg, at teir geva
nógv út, kanska eisini
beint aftaná eitt val
stríð, har nógv varð
lovað.
Verri enn í 2008
Tá spurdur um, hvussu nógv
skal vera eftir í landskassanum,
áðrenn Búskaparráðið kann siga,
at landið er til reiðar at standa
ímóti í verri tíðum, hevur Djóni
Højgaard einki ítøkiligt svar.
Djóni Højgaard vísir tó á, at sum
so er landskassin verri fyri, enn
hann var undan kreppuni í 2008.
– Eg vil siga tað soleiðis, at tá
var nettoogning hjá landinum
sirka null, men vit nú hava eina
nettoskuld upp á eina milliard.
Tær avbjóðingarnar, ið vit hava
upp á longri sikt, eru ikki vorðn
ar minni í hesum tíðarskeiðnum.
Við verandi búskapargongd áttu
vit at havt væl størri yvirskot á
fíggjarlógini í løtuni, enn vit
hava. Eisini so at vit sleppa und
an at tátta í, tá tað gongur hin
vegin.