hósdagur 2. januar 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020
SOSIALURIN 1
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
12
2020
– LISTASAVN FØ
VERA EITT MENT
FLAGGSKIP FYRI
– Framsýningarnar skulu kunna vísa føroyingum, hvørjir føroyingar eru, og øll skulu
vita, at tað er í Listasavninum, at mann kann uppliva Føroyar gjøgnum myndir, sigur
Karina Lykke Grand, stjóri í Listasavni Føroya
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
2020 verður eitt spennandi ár
fyri Listasavn Føroya, har fleiri
broytingar verða framdar. Nú í
januar fer leiðslan at gera eina
gjøgnumarbeidda visión fyri
savnið, sum skal fevna um 2020
og fram.
– Vit skulu hava eina langtíð
arætlan fyri tær vørur, savnið
hevur í sambandi við framsýn
ingar, miðling, vitjanir og bygn
ingin, sigur Karina Lykke Grand,
stjóri í Listasavni Føroya.
Karina Lykke Grand tók við
sum stjóri í summar, og hon ætl
ar serliga at arbeiða fyri at
menna Listasavn Føroya til ein
mentanarligan vita.
– Listasavnið skal vera eitt
mentanarligt flaggskip fyri Før
oyar. Tað skal vera eitt stað, sum
allir føroyingar skulu kenna til
og vitja. Fólk vitja oftast, um har
er okkurt aktuelt og viðkomandi,
sum samsvara við nakrar góðar
og viðkomandi spurningar og
avbjóðingar í samfelagnum, og tí
vil eg arbeiða fyri aktuellum
framsýningum. Framsýningar
nar skulu kunna vísa føroying
um, hvørjir føroyingar eru, og øll
skulu vita, at tað er í Lista
savninum, at mann kann upp
liva Føroyar gjøgnum myndir,
sigur Karina Lykke Grand.
Nýtt og gamalt
Nýggi leisturin hjá Listasavni
Føroya merkir millum annað, at
góðu gomlu verkini hjá Mikines,
Ruth Smith, Steffan Danielsen
og hinum koma at samspæla við
nýggja nútímans list.
– 2020 verður ein blanding
millum endurnýggjan og sið
Karina Lykke Grand hevur lisið listasøgu og hevur m.a. undirvíst á lærda Háskúlanum í Århus í listasøgu