Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020 SOSIALURIN 1 13 ØROYA SKAL TANARLIGT I FØROYAR venju. Vit fara at blanda alt tað, ið vísir, hvussu Føroyar sóu út fyrr, við tað nýggja, sum vísir, hvussu Føroyar síggja út í dag. Nýtt og gamalt verður sýnt fram við síð­unar av hvørjum øðrum í fasta savninum. Í 2020 verður savn­ið hongt upp á nýggjum eft­ ir temum. So kunnu tey vitjandi bet­ur síggja, hvat tær ymsu fram­sýningarnar snúgva seg um; til dømis kann eitt tema vera havið, meðan eitt annað er lands­lagið og eitt triðja er fólkið. Tað verður pláss fyri fleiri lista­ fólk­um, tí vit heingja fleiri mynd­ir upp, sigur stjórin. Á gólvinum er eisini nógv pláss, og hetta skal gagnnýtast til eitt nú installatiónir og høgg­ mynd­ir. – Um har eru nakrar in­stall­ atiónir, sum kunnu siga nakað um Føroyar, so skulu tær upp. Tí havi eg eitt nú raðfest at fingið nakr­ar skulpturar, sum eru gjørdir av ull og øðrum før­ oyskum tilfari, sigur Karina Lykke Grand. Eitt stað fyri øll Nýggi stjórin vil fegin hava, at før­oy­ingar fara at ganga enn meira á listasøvnum. Hon vil hava fleiri vitjanir frá før­oy­ ingum, skúlaflokkum, stovnum og ferðafólkum. – Fyri at fáa tey vaksnu inn hugsa vit at bjóða ymsar rund­ vís­ing­artúrar. Í vár fara vit at kanna nærri, um tað ber til at gera hetta ókeypis, tá ið at­gongu­ gjald er goldið, soleiðis at tað ikki verð­ur ein útreiðsla fyri van­liga før­oyingin at fara á lista­savn. Fyri skúlaflokkar er rund­vísing altíð ókeypis, men har skulu vit arb­eiða nógv meira við okk­ara tilboði. Ein skúlatænasta skal ger­ast, og tað skal vera meira týð­iligt, hvørji temu vit hava. Áðr­enn jól fekk eg nakrar eyka rund­vís­arar, soleiðis at vit kunnu bjóða fleiri rundvísingar til bæði vaks­in, skúlaflokkar, stovnar og ferð­afólk, sigur Karina Lykke Grand. Listasavn Føroya hevur nakr­ ar afturvendandi framsýningar, sum føroyingar hava stóran tokka til - várframsýningin og ólav­søk­u­framsýningin. – Hesar framsýningarnar hugsi eg at stimbra fyri at lýsa tær enn meira upp. Eg vil lyfta tær enn meira, tí hetta eru fram­ sýn­ingar, sum nógv fólk vitja, og so skal har eisini vera okkurt nýtt á palettini. Bygningurin skal umvælast Tann stóra avbjóðingin við Lista­ savni­num beint nú er, at bygn­ ingurin hevur tørv á einari um­ fatandi umvæling. Stutt aftaná Kar­ina Lykke Grand bleiv stjóri, upp­dagaði hon, at tað regnaði inn gjøgnum takið. Landsverk kann­aði takið, og niðurstøðan var, at bygningurin treingir til u­m­vælingar. – Takið hevur tað nøkunlunda, og tað hava verkini eisini. Tað er ikki soleiðis, at tað beinleiðis regn­ar inn, men eg kann ikki gar­ antera, at tað blívur við at vera so­leiðis, og tí verður tað umvælt. Tað hevði verið ein katastrofa, um ómissandi mentanararvur varð oyðilagdur, til dømis um tað fór at regna á málningarnar hjá Miki­nes. Tað skal umvælast nú, áðr­enn tað verður ov seint, sigur Karina Lykke Grand. Hon hevur verið í miðlunum við hesari avbjóðingini í heyst, og hon fegnast í dag um, at poli­ tik­ararnir tykjast lurta eftir henni. – Vit eru í góðum dialogi við Løg­tingið og Mentamálaráðið, og eg merki stóra vælvild til, at hend­an føroyska listin, sum er í ser­flokki, eisini kann vísast fram í byg­ningum, sum eru í serflokki. Øll lond hava eitt tjóðlistasavn, og sjálvandi skulu Føroyar eisini hava tað, men tað má eisini gjarna vera í góðum standi. Tað verð­u­r byrjað við at umvæla takið, og vit vóna, at tað verður li­ð­ugt í summar 2020. At væl­ vildin er so stór ger, at hetta er eitt deiligt stað at arbeiða, sigur Karina Lykke Grand. Listasavn Føroya liggur á Gundadalsvegi við plantasjuna í Havn (Mynd: Listasavn Føroya art.fo)