Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020 SOSIALURIN 1 15 hugna um umhvørvið. Eisini skal kan­alin millum Føroya Bjór og mið­býin gerast liðug. Um­ framt hetta skal ídnaðarøkið und­ir Hamri við Borðoyavík, sum fevnir um fleiri grundøkir til vinnufyritøkur, eisini fáast lið­ugt, greiðir hann frá. Mangla grundstykki Borgarstjórin í Klaksvík ásannar, at fleiri íbúgvar í kommununi leita eftir bústaði, og tað er ein av­bjóð­ing at fáa nokk av grund­ stykkj­um til vega, fyri at nøkta tørv­in. Hann nevnir komandi grann­alagið undir Fossum í Klaks­vík, har útstykking er í gongd til 91 grundstykkir – 44 til set­hús og 47 til raðhús og roknað verð­ur við, at fyrstu grund­ stykkini longu vera klár at útluta í juni 2020. Eisini er ein av av­bjóð­ ingunum stóri eftirspurningurin eft­ir dagstovnaplássum. Pen­ ingur er settur av á fíggj­ar­ ætlanini til nýggjan dagstovn, og ætlanin er, at tað arbeiði fer í gongd í ár. – Barnatalið er vaksið so skjótt seinastu árini. Vit hava funn­ið ymiskar loysnir til ans­ ingartilboð, men teir flestu barn­ a­garðarnir í Klaksvík eru um­ bygd sethus. Nú ynskja vit at gera ein barnagarð, sum er bygd­ ur til endamálið, so umstøður vera so optimalar sum gjørligt bæði fyri børn og starvsfólk. Nýggi dagsstovnurin verður stað­settur á Helnabrekku, har hann verður ein partur av nýggja og vaksandi býlinginum, sum eitt nú fevnir um vegirnar Und­ir Grashjalla, Millum Hjalla og Oman Valrætt. Býráðið hevur sett fimm milliónir krónur av til verk­ætlanina, soleiðis at byrjast kann upp á byggingina í 2020, sigur Jógvan Skorheim. Ein onnur stór avbjóðing í komm­unui eru klagur frá borg­ arum í Ánunum, sum ikki fáa heimafrið vegna larm frá skip­ um, sum liggja við kai hjá Klaks­ víkar Havn. Tað er einki mark­ virði fyri, hvussu nógv skipini kunnu larma, ella hvussu leingi tey kunnu liggja við egnum ljós­ mot­or­um við kai. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klak­s­víkar kommuni, ásannar, at hetta er ein risastór avbjóðing, sum kommunan enn ikki hevur fingið loyst. – Eg vóni, at lands­stýr­is­mað­ urin skjótast til ber fer at gera til­mæli ella kunngerð um júst hetta við markvirði fyri, hvussu nógv skip kunnu larma. Tað er um­ráðandi, at lands­stýr­is­mað­ ur­in ger tað, so kommunurnar við hesi avbjóðingini verða javn­ still­aðar, sigur hann og greiðir frá, at tað ikki er haldgott við ó­javnari kappining millum komm­unur, ið ynskja at fáa skip á kai. Tí mugu krøvini fyri, hvussu nógv skip kunnu larma á­setast, sigur hann. Familja og vinna í fokus Eisini er peningur settur av til spæli­land í Klaksvík, hvørs end­a­ mál er, at góðir og spennandi karm­ar verða um heil­s­u­fremj­ andi og mennandi spæl og rørslu hjá børnum í tryggum umhvørvi. Býráðið er samt um eina íløgu­ játtan til hesa verkætlan, sum arbeitt verður víðari við at fremja. Tilboðini eru innkomin, og tey skulu viðgerast á fysta bý­ ráðs­fundinum í ár. – Hetta er eitt nýtt og spenn­ andi tilboð, sum ikki er aðr­ astaðni í landinum. Spælilandið verð­ur á leið 1200 fermetrar tætt við ítróttardepilin, sigur hann. Vinnuøkið fær hægstu rað­ fest­ing í fíggjarætlan Klaksvíkar kommunu fyri 2020, har ætlan bý­ráðsins er at gera uppaftur meir fyri at betra um karmarnar hjá vinnuni í kommununi. – Vit arbeiða við at gera størri vinnu­øki í Norðhavnini, har on­k­ ur spennandi verkætlan stendur fyri framman. Vit fáa ikki sagt meir júst nú, men vit eru í dialog við vinnulívið í økinum, sigur hann. Vónar eitt gott val Seinni í ár verður býráðsval, og borgarstjórin vónar, at hann framhaldandi sleppur at føra Klaksvík fram á leið. – Eg vóni at sleppa at styrkja Klaks­víkina meir í kapping, men eisini sum eitt spennandi bú­ stað­arval har børn kunnu vaksa upp undir góðum og tryggum karm­um. Fortreytirnar eru tó eitt sterkt vinnulív, og eru for­ treyt­irnar góðar, so verður trivn­ að­urin eisini betri. Klaksvík sær meir út sum ein býur í dag enn nakr­antíð fyrr, sigur borg­ar­stjór­ in í kommununi.