hósdagur 2. januar 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020
SOSIALURIN 1
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
16
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Sigrun Jóhansdóttir Bisp bíðar
eftir nýggjum lungum. Hon veit
ikki, nær ella hvaðani tey koma. Í
11 mánaðir hava hon, maður
hennara og sonur teirra búð á
sjúklingahotellinum í Keyp
mannahavn, har tey hava bíðað.
Hesar 11 mánaðirnar eru lunguni
hjá Sigruni støðugt versnað, og
nú er lungafunktiónin einans á
leið tíggju prosent – læknarnir
eru givnir at máta, tí Sigrun ork
ar ikki, at gjøgnumføra kanning
arnar.
Tíðliga um morgunin tann 10.
desember 2019 vakti ein sjúkra
røktarfrøðingur Sigruna, sum
hevði sovið á Ríkissjúkrahúsi
num tá náttina, við boðum um,
at tey høvdu funnið eitt match.
Sigrun fór at fáa nýggj lungu.
– Eg var júst vaknað og eitt
sindur óklár, tá eg fekk fantas
tisku boðini. Tað var ófatiligt og
óveruligt. Serliga tí, at eg altíð
havi hugsað, at eg fór at bíða
leingi eftir lungum, sigur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp.
– Eftir at hava bíðað eftir
lungum í 312 dagar, havi eg í dag
fingið tað størsta yvirraskilsið og
bestu jólagávuna, sum eg kundi
droymt um. Eg fái enn einaferð
nýggj lungu og ein nýggjan
møguleika til lívið. Ein tílíkur
umgangur er ikki vandaleysur,
so tað hevði verið deiligt, um tit
kundu havt meg í tykkara tonk
um og bønum, nú eg skjótt fari
undir skurð. Eg fari at gera alt
fyri at kempa meg aftur til lívið,
og eg trúgvi upp á, at tað nokk
skal ganga, skrivar Sigrun Jó
hansdóttir Bisp á Facebook síðu
síni, eftir at hon fekk gleðiboðini
tann morgunin.
Okkurt var áfatt
Klokkan tíggju var Sigrun vask
að og klár til skurðviðgerð.
Mamman, pápin, systurin og
systurbørnini vóru komin úr
Føroyum at vera hjá henni hesa
stóru løtuna.
– Familjan kemur niður, og øll
eru so spent og glað. Eg fái at
vita, at okkurt fer at henda um
14 tíðina, sigur hon.
– Tá klokkan varð 14, fekk eg
boð um, at eg mátti bíða eina
løtu aftrat. Eg visti ikki hví. Tey
vissa meg tó um, at einki feilar
lungunum. Eg skal fáa meir
kunning klokkan 20. Eg hoyri tó
einki frá teimum, og tá fái eg
varhuga av, at alt ikki er, sum tað
skal. Ikki fyrr enn klokkan verð
ur 00:30 kemur skurðlæknin inn
og greiðir frá, at lunguni tíverri
ikki eru nóg góð, sigur hon still
isliga.
– Tá var tøgn, og ein skuffandi
friður fylti rúmið. Hetta vóru
hørð tíðindi, leggur hon syrgin
aftrat.
11. desember skrivar Sigrun
eitt nýtt uppslag á Facebook.
– Eftir at hava bíðað í allan
dag í spenningi og við nervum
havi eg fyri løtu síðani fingið boð
um, at lunguni vóru í ov vánalig
um standi, so transplantatiónin
er avlýst. Nú følist alt eitt sindur
tómt og mótleyst, men eg veit, at
eg ikki má gevast við at trúgva,
vóna og biðja.
Tá lunguni kundu koma í dag,
so kunnu tey eisini koma onkran
annan dag.
Hevur áður fingið
nýggj lungu
Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur
verið sjúk alt sítt lív. Hon var
fødd við arvaligu lungasjúkuni
cystiskari fibrosu, og sjúkan
varð staðfest, tá Sigrun var tvey
ára gomul.
Cystisk fibrosa er ein arvalig
sjúka, sum førir til ein ílegufeil í
slímframleiðandi kertlunum í
likaminum. Tað er ymiskt,
hvussu sjúkan rakar, men hjá
teimum flestu elvir sjúkan til
trupulleikar við andagøgnunum.
Fyri nøkrum árum síðani leyp
ein aggressiv bakteria á lungu
hennara, og lungavirki byrjaði at
falla. Sigrun bleiv verri og verri
fyri, og tá varð avgjørt, at henni
tørvaði nýggj lungu. Við ársbyrj
an 2016 var funktiónin dottin
Sigrun Jóhansdóttir Bisp úr Kollafirði
– EG MÁ VERA TIL
– Eg bíði aftur nú, men eg havi eina vón, tí eg veit, at tað ber til.
Tað nyttar einki at geva upp ella at grava meg niður, sigur 29 ára
gamla Sigrun Jóhansdóttir Bisp úr Kollafirði, sum í fleiri mánaðir
hevur verið á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn og bíðað
eftir nýggjum lungum fyri aðru ferð. 10 desember fekk hon at vita,
at tey høvdu funnu eitt match, men nakrar tímar seinni fekk hon
hjartaskerandi boðini um, at lunguni ikki vóru nóg góð. Nú bíðar
Sigrun aftur
SAMRØÐA
– Eg bíði aftur nú, men eg havi eina
vón, tí eg veit, at tað ber til. Tað nytt
ar einki at geva upp ella at grava
meg niður. Eg má vera jalig og vera
til, meðan eg bíði
Sigrun, Mortan og Jóhan Pauli Bisp á veg til jólahugna á
sjúklingahotellinum í Keypmannahavn