Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020 SOSIALURIN 1 17 niður á 22 prosent. Við ársenda 2016 varð hon sett á brá­ð­tørvislistan, sum merkti, at hon kundi fáa lungu úr øllum Norð­ur­evropa. Í januar 2017 fekk Sigrun Jó­ hans­dótt­ir Bisp nýggj lungu. Men bert hálvtannað ár seinni frá­stoytti kroppurin hjá Sigruni nýggju lunguni, og hon bleiv aft­ ur illa fyri. – Eg var til kanningar, og lækn­ar­nir sóu, at lunga­fun­k­t­i­ ón­in byrjaði at fella og helt á­fram at fella til tær næstu kann­ingarnar eisini. Tað varð stað­fest, at talan var um kron­ iska frástoytan. Tað er einki, sum ein fær gjørt við tað. Tað er eing­in heilivágur ein fær tikið fyri tað, sigur hon tung. Hesu ferð sleppur Sigrun tó ikki á bráðtørvislistan, tí hon áð­ ur hevur verið á honum. – Eg skal ikki taka møguleikan frá teimum, sum bíða fyrstu ferð, sigur hon sannførd. Stendur sterk í mótgongdini Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur einki fingið at vita um, hvussu leingi hon nú kann vænta at bíða eftir nýggjum lungum fyri aðru ferð. Hon greiðir frá, at í mið­al bíða sjúklingar í eitt ár. – Men eg eri B+, sum er ein held­ur óvanligur blóðflokkur, og so eri eg eisini lítil á vøkstri, og tí kann eg vænta at bíða leingi. Tað bert eru seks til átta prosent av dansk­ar­um, ið hava blóðtypuna B+, og tey flestu eru størri enn eg, greið­ir hon frá. Hóast Sigrun hevur havt nógva mótgongd og byrðu, so hev­ur hon eitt lætt lyndi og hev­ ur valt at vera sterk og positiv. – Eg bíði aftur nú, men eg havi eina vón, tí eg veit, at tað ber til. Tað nyttar einki at geva upp ella at grava meg niður. Eg má vera jalig og vera til, meðan eg bíði, sig­ur hon. – Eg veit ikki, hvussu eg klári at vera so positiv, men hetta hev­ ur verið ein drúgv ferð. Eg havi ver­ið sjúk alt mítt lív. Og so eri eg ein positivur persónur, tí eg veit, at tað batar ikki at vera negativ, hó­ast eg eisini kann hava ein lorta dag og gráta illa. Tað hjápur eis­ini og loysir eitthvørt úr kropp­inum, sigur Sigrun Jó­ hans­dóttir Bisp. Hóast tølini vísa, at miðal livi­ a­l­d­urin eftir slíkan vevn­að­ar­ L MEÐAN EG BÍÐI – Nú orki eg næstan einki. Tá eg skal undir brús, má maðurin vaska mær, og eg orki ikki at lata meg í klæðir sjálv