Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020 SOSIALURIN 1 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 18 flutn­ing eru fimm til sjey ár fyrstu ferð og bert tvey ár aðru ferð, tykist Sigrun við gott mót. – Hatta eru miðaltøl, og tað er ikki víst, at tað júst vera míni lungu, ið bert halda hasi tvey ár­ ini, hóast kroppurin stoytti tey fyrru frá sær eftir stutta tíð. Tað eru nógv, sum liva longri enn hasi tvey árini. Eg havi heldur einki annað val enn at vera við gott mót, sigur hon umhugsin. Og vónin livur saman við teim­um á sjúklingahotellinum í Keyp­mann­ahavn. – Vit hava vanligar fram­tíð­ar­ ætl­anir, sum øll onnur. Júst nú taka vit tó bert ein dag í senn. Tó hava vit enn dreymar fyri fram­ tíð­ina, sigur unga mamman. Orkar einki Sigrun, maður hennara Mortan og átta ára gamli sonur teirra Jó­ han Pauli hava verið í Keyp­ mann­a­havn í 11 mánaðir og bíða eftir, at Sigrun skal fáa enn ein møgu­leika til lívið, ið bíðar uttan fyri sjúklingahotellið. Hon minnist aftur á fyrstu mán­að­irnar á hotellinum, og greið­ir frá, at hon minnist ta tíð­ ina við gleði. – Tá orkaði eg at ganga, og summ­arið stóð fyri durum. Vit fóru út saman og vóru bæði á Bakk­a­num, strondini og Tivoli, sig­ur unga kollafjarðardaman. – Nú orki eg næstan einki. Tá eg skal undir brús, má maðurin vaska mær, og eg orki ikki at lata meg í klæðir sjálv. Eg gangi eitt sind­ur í íbúðini, men um eg skal út, so er tað í koyristóli, sigur hon so eftir ein lítlan steðg. Saman royna Mortan og Sigru­n at snikka saman ein so van­ligan gerandisdag, sum tey megna undir verandi umstøðum. Tey fara bæði upp við syni teirra um morgunin, og síðani fylgir Mort­an honum í skúla, áðrenn hann kemur aftur at vera um Sigr­una. – Tey flestu spyrja meg, hvat eg fái tíðina at ganga við, men dag­ar­nir ganga bara, og teir ganga rættiliga skjótt, sigur hon um­hugsin. Sigrun, Mortan og Jóhan Pauli liva í einum gerandisdegi við nógvum trýsti. Tey liva við sjúku nær at sær og við óvissu um fram­tíð­ina. Sjálv heldur Sigr­ un eisini, at hendan tíðin í Dan­ mark hevur ávirkað son teirra, hó­ast hann óivað enn er ov ung­ ur til at seta orð á kenslurnar. – Hann er nógv árvirkar, og eg veit, at hann hevur nógvar tank­ ar, sum eru torførir hjá honum at tosa um. Onkuntíð tá havi eg lagt hann at sova, hevur hann ver­ið bangin fyri, at eg doyggi. Tað er, sum heldur hann, at sigur hann tað hart, so hendir tað, sigur hon syrgin. – Hann er tó ein glaður drong­ ur, sum hevur vinmenn og venur fót­bólt her í Danmark.Vit eru ordi­l­iga ovfarin av, hvussu væl hann hevur klárað at umstilla seg til ein gerandisdag í Keyp­ mann­ahavn, sigur hon síðani. Og tað er víst, at hóast tað er grót­hart, at standa í hesi støðuni, so fam­i­ljan Bisp har, sum tey mugu og vilja vera. – Hevði eg verið í Føroyum, so hevði eg ligið á sofuni og einki ork­að. Nú eri eg her, og tað er ok­ ay – serliga tí, at sjúklingahotellið er eitt gott stað at vera, sigur hon. – Mortan sigur ikki so nógv, men eg veit, at hann vil vera her fyri meg, sigur hon avgjørd og grei­ðir frá, at seinast, tá tey stóðu í hesi støðuni, sigldi Mort­ an úti, og tí var hann annan hvønn mánað hjá Sigruni og ann­an hvønn mánað burtur. – Tað vildi hann ikki nú, sigur hon. Hóast familjan er har, hon má vera í hesi støðuni, so ørkymlar tað Sigruna, at hon einki sjálv fær gjørt fyri at betra um heils­u­ støðu sína. – Eitt tað ringasta er, at eg einki kann gera fyri at fáa tað betri. Tað er eingin heilivágur, sum eg fái tikið fyri at steðga hes­um. Eg einki kann gera við tað, staðfestir hon. SAMRØÐA – Eitt tað ring­ asta er, at eg einki kann gera fyri at fáa tað betri. Tað er eing­ in heilivágur, sum eg fái tikið fyri at steðga hes­um. Eg einki kann gera við tað Sigrun, maður hennara Mortan og átta ára gamli sonur teirra Jóhan Pauli hava verið í Keypannahavn í 11 mánaðir og bíða eftir, at Sigrun skal fáa enn ein møguleika til lívið, ið bíðar uttan fyri sjúklingahotellið Fylg Sigrun Jóhans­ dóttir Bisp á Face­ book síðu hennara “Mítt lív við cyst­isk­ari fibrosu” har hon javnan dag­førir fylgjarunum sínum. – Eg havi valt at vera opin um tilgongdina. Fólk spyrja alla tíðina, hvussu tað gongur, og tað er lættast at dagføra á bólkinum. Um eg einki skrivi í longri tíð, so byrja fólk at spyrja. Eg haldi eisini, at tað er stuttligt, deiligt og gott, at fólk hugsa um ein. Tað er gott at vita, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp Sigrun bíðar eftir at sleppa framat at gera neglirnar