Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020 SOSIALURIN 1 19 Eyðun kemur aftur til Føroyar Eyðun Johannesen, sum bæði er kendur sum leikari á pallinum í Sjón­leik­ar­ húsi­num og sum leikstjóri, kem­ur nú aftur til Føroya at virka innan sjón­leik­ar­a­ list­ina. Fýra tey seinastu árini hev­ur hann verið í Århus og fing­ið útbúgving innan sjón­leik­ar­alist, og hevur eis­ini luttikið í ymsum leik­ um, ið framførd hava verið í danska býnum. Í summar var Eyðun í Før­oyum við einum bólki av ungum sjónleikarum í År­hus, sum eru undir út­ búgv­ing, og høvdu sjón­ leik­ar­arnir framsýningar bæði í Havn og á bygd. Vrakið av flog­ fari­num funnið Stutt fyri jól kom vest­ur­ týski trolain »Carl Kaemp« til Cuxhaven í Vest­ur­týsk­ landi við vrakinum av flog­far­i­num hjá Sveini Pat­ urs­son, tannlækna, sum hann saman við konu og børn­um sínum hvarv við á veg úr Føroyum til Íslands. Vesturtýski trolarin fekk vrakið í trolið í des­em­ ber­mán­aði í fjør, og var hann tá staddur vestan fyri Myk­i­nes. Automatteleonin fekk stóran skaða Afturhvarv úr SOSIALINNUM 1973 Klaksvíkin og bygdirnar í Norðoyggjum liggja í telefonloysi B laðið skrivaði soleiðis 6. januar í 1973: KLAKSVÍK, sunudagin. Fríggj­akvøldið og leygarnáttina var av ringasta ódnarveðri, sum menn vita um. Úti í Grøv fór tekj­an av einum húsum seint fríggj­a­kvøld­ ið og leygarnáttina fór tekjan av einum húsum á Norðoyri. Mill­um kl. hálvgum fimm og fimm leyg­ar­ morg­unin kom eitt vindblak, sum tók norðara helmingin av teikj­uni á nýggju telefonstøðini, ið varð tik­in í nýtslu fyri einum ári síð­ani. Um­f­ramt sjálva tekjuna fóru eis­ ini all­ar sperrurnar og so gott sum all­ar leivdirnar lógu í eini rúgvu mið­skeiðis á økinum millum Tele­ fon­støð­ina og Posthúsið. Nak­að av leivdunum datt niður í sjálva støðina, har tað skaddi auto­mat­ tele­fon­ina og annað slongdist yv­ir á Post­hús­ið, har tveir stórir rútar brotn­aður ogtveir aðrir vórðu kloyvd­ir uttan tó at brotna. Bæði regn og sjórok komu inn á auto­ mat­tel­e­fon­ina. Eisini varð norðari end­in á Telefonstøðini kroystur inn á miðjuni. Beinanvegin fólk var uppi leyg­ ar­morg­unin fór at kalla allir hand­ verk­ar­ar í bygdini og annað fólk við til verka. Farið varð undir at rudda leivd­ir­nar upp uttanfyri, at taka tær rest­ir­nar av norðara partinum av tek­juni niður, sum eftir stóðu og reisa av nýggjum. Arbeitt varð utt­ an íhald til kl. 9 sunnumorgunin, tá so væl var komið ávegis, at heilt var. Samstundis fóru tele­fon­mont­ør­ ar undir at taka aoutomatstøðina nið­ur og verður hon flutt niðan á gomlu støðina til eftirkanningar. Vænt­andi kemur tað at taka drúgva tíð áðr­enn telefonin kemur aftur í rættlag. Fyrst leygarmorgunin varð hildið neyðugt at senda apparaturið av landinum til umvælingar, men seinni varð hildið, at slepp­ast kundi undan hesum. Tá vit leyg­ardagin skiftu nøkur orð við ein av tele­fon­ monn­u­num varð mett, at tað kom at taka eitt hálvt ár og í besta lagi ein­ar fýra mánaðir, áðrenn allir fel­ag­ar kunnu fáa telefonina af­t­ ur, men skoytt var uppí, at hetta í løt­uni var torført at siga, tá tað var iva­samt, hvussustórarn skaða aut­ o­mat­tel­e­fonin hevði fingið. Ein neyð­linja er nú fingin til Havn­ar og fjarrit verða avgreidd.… Í 1972 vóru skrásett 4.986 akfør í Føroyum, har av tey flestu eru priv­atakfør, tilsamans 3.564. Harnæst koma last- og vøru­ ak­før, tilsamans 743, hýruakfør 353, motorsúkklur 301 og bussar, til­sam­ans 62. 1. januar í ár vóru tilsamans 4.112 prutl skrásett og eru tey ikki í­rokn­að frammanfyr standandi yv­ir­liti. Fútaskrivstovan leggur aftrat, at í 1972 vórðu tilsamans 1.078 ak­ før skrásett aftur at teimum, sum vórðu skrásett í árinum fyri. 4.986 bilar í Føroyum Tórsgøta í 1973. Vinstrumegin Miðlahúsið. Nógv er broytt í Tórs­gøtu síðani 1973. Sigast kann, at talið á akførum í dag er mun­andi hægri enn í 1973. Nú eru 38.887 akfør í Føroyum Eyðun Johannesen, sjónleikari