hósdagur 2. januar 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020
SOSIALURIN 1
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
20
SO SIGA TEY!
HÅKAN ERICSON, NÝGGJUR FØROYSKUR LANDSLIÐSVENJARI Í
MANSFÓTBÓLTI, HYGGUR NÓGV EFTIR FÓTBÓLTSDYSTUM Í SJÓNVARPI
DENNIS HOLM, BORGARSTJÓRI Í VÁGI, VIL HAVA LANDIÐ AT SETA FERÐ Á
FYRIREIKINGARNAR AT BYGGJA SUÐUROYARTUNNILIN (IN.FO)
AMERIKANSKI SENDIKVINNAN CARLA SANDS UM STJÓRAN Á
DONSKU DEILDINI HJÁ KINESISKA TELEFELAGNUM HUAWEI (DR)
Jag är mycket
för tv-tittande
Verður ikki klárt at fara und ir
Suður oyartunnilin, tá ið tað
er liðug at bora Sand oyar-
tunnilin, fer boriútgerðin av
landi num, og serfrøðin verður
eisini spjadd í allar ættir.
Hann arbeiðir fyri
kinesiskar kommunistar
og er í ferð við at útflyta
teirra eftirlit, korrputión
og mutur kring heimin
2020 BJÓÐAR TOP GUN,
BOND OG GHOSTBUSTERS
N
ýggja filmsárið fer at
bjóða
nýgg jar
stórfilmar, og nú
stroymingtænastur
gera alt meira um seg við
framleiðslu og frumsýningum
av filmum, fer hvíta biotjaldið í
ár at svara aftur við nýggjum
James Bond filmi, comeback til
Tom Cruise í Top Gun og
nýggjum Wonder Woman filmi.
2020 verður møguliga árið, tá
ið Føroyar fáa ein leiklut í James
Bond filmi. Í apríl verður nýggi
Bond filmurin »No Time To Die«
frumsýndur, og tá fæst at vita,
um Føroyar veruliga vera at
síggja í filminum. Hóast eingin
vildi vátta nakað, vóru upptøkur
til hendan filmin eftir øllum at
døma gjørdar í Kalsoynni. Ein
tyrla skuldi gera upptøkur, men
eingin veit um, at sjónleikarar
eisini hava verið partur av
upptøkunum.
Um
hesar
upptøkur skulu brúkast í Bond
filminum, fæst ikki at vita, og tí
mugu føroyingar bara bíða
spentir, til filmurin verður at
síggja. Hetta verður seinastu
ferð, at Daniel Craig verður í
leiklutinum sum James Bond –
hetta er hansara fimti Bond
filmur.
Í ár ger Tom Cruise comeback
í leiklutinum sum flogskipari í
Top Gun. Ikoniski filmurin frá
1986 fær nú ein uppfylgjara, og
fleiri av sjónleikarunum, sum
vóru við í klassikaranum, eru
aftur at síggja í hesum filminum.
Frumsýningin av »Top Gun:
Maverick« verður miðskeiðis í
juli.
Ein annar kendur filmur úr
áttati árunum er Ghostbusters,
sum
leiddi
til
telduspøl,
sjónvarpsrøð og annað. Í 2016 var
ein filmur við kvinnuligum
høvuðsleikarum framleiddur,
men
hann
fekk
misjavna
móttøku. Nú verður roynt at
leita aftur til upprunaliga filmin,
og
høvuðsleikararnir
Bill
Murray, Dan Aykroyd, Ernie
Hudson og Sigourney Weaver
verða við í nýggja filminum
»Ghostbusters:
Afterlife«.
Filmurn verður frumsýndur í
juli.
2020 fer eisini at bjóða
nýggjan Wonder Woman film,
sum hesaferð gongur fyri seg í
áttati árunum. Gal Gadot er
aftur í leiklutinum sum Wonder
Woman.
Filmurin
verður
frumsýndur í juni.
Í rúgvuni av filmum, sum
verða frumsýndir í 2020, kunnu
eisini nevnast »The Personal
History of David Copperfield«,
sum byggir á skaldsøguna hjá
Charles Dickens, »West Side
Story« hjá Steven Spielberg og
»The Man Who Killed Don
Quixote«, sum byggir á klassisku
skaldsøguna hjá Cervantes.
2020 verður møguliga árið, tá ið Føroyar fáa leiklut í James Bond
filmi. Árið bjóðar eisini nýggjar Top Gun, Wonder Woman og
Ghostbusters filmar
James Bond verður aftur í eldinum í 2020 – kanska við upptøkum úr Føroyum
AGATHE VEKIR
KENSLUR
Ein eldri sálafrøðingur telir
dagarnar, til hann skal pen
sjónerast. Hann hevur
langt síðan mist lívsmótið
og arbeiðsgleðina, og einki
kann fáa hann upp úr stóli
num. Tað skuldi líka verið
Agathe, sum kemur í við
gerð hjá honum, tí hon hev
ur havt sjálvmorðstankar.
So líðandi kemur sálarfrøð
ingur í eina støðu, har hann
skal avgera, um hann vil
luttaka í veruliga lívinum
ella vil halda fram at fjala
seg. Anne Cathrine Bo
mann hevur skrivað lítlu
og hugtakandi skaldsøg
una, sum er vorðin altjóða
bestseljari.
RINGO
DUGIR ENN
Hann nærkast teimum átt
ati, men hann sprellar sum
ein yngri maður. Beatlin
Ringo Starr tykist trívast
saman við sínum vinaskara
av tónleikarum, sum hann
spælir konsertir við, og nú
eisini gevur fløgu út saman
við. Eitt nú spæla Steve
Lukather, Dave Stewart og
eisini Paul McCartney við á
nýggju útgávuni hjá Ringo
Starr, sum kallast »What’s
My Name«. Hetta er ein
óforpliktandi poppútgávu
na við fleiri góðum inn
spælingum – millum annað
av
Lennon-sanginum
»Grow Old With Me«. Ringo
Starr hevur ongantíð verið
tann stóri sangarin, men
hann hugnar sær við tón
leikinum, og tað hoyrist.
Eg veit nú
at eg ikki eri
vandamikil
eg eri leyvan
við tannleysum kjafti
Allir okkara úrmælingar
spretta úr einum heimligum
jørðildi, har vanlig fólk
hava tikið lógvatak saman
við teimum.
Okur ætla at gera
broytingar í Kringvarpinum,
men tað er ov tíðliga
at avdúka, hvørjar
broytingarnar verða.
ANNA MALAN JÓGVANSDÓTTIR, BROT ÚR HYBRIDBÓKINI
»PSYKOSUDROTNINGIN SIGUR FRÁ«
BÁRÐUR Á STEIG NIELSEN, LØGMAÐUR, Í NÝGGJÁRSRØÐUNI
JENIS AV RANA, LANDSSTÝRISMAÐUR Í MENTAMÁLUM, Í KJAKI Í
LØGTINGINUM