Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020 SOSIALURIN 1 21 Hvat fert tú at gera um vikuskiftið? – Ikki nakað framúr spenn­ andi ella hátíðarligt. Í føð­ ing­ar­dag hjá einum syst­k­ ina­barni fríggjakvøldið, og so fari eg at brúka allan leyg­ar­dagin til nýggjá­rs­ veitslu í Filadelfia, sam­ komu­ni, eg hoyri til her í Gøtu. Hvønn vikuskiftisdag dámar tær best? – Leygardag. Hóast tað er sjáld­an, man sleppur at sova leingi longur, nú húsið er fult av børnum, so er tað nakað frítt, avslappað og lov­andi yvir degnum sam­ an­borið bæði við ar­beiðs­ vik­una og, onkursvegna eisi­ni, sunnudagin. Hvussu dámar tær januar mánað? – Hann er ein hart til­ trongd­ur steðgur ella skái eftir mettaða desember mán­að­in, men eisini eitt sind­ur av eini andsligari (og fíggj­ar­ligari!) oyð­i­mark­ar­ gongd. Eitt sindur tvíbýttur, tað er tað, eg royni at siga, at eg eri. Um tú skuldi viðmælt fólki at lisið eina bók í nýggja árinum, hvør skuldi tað verið? – Sá, at Sprotin fer at geva før­oysku týðingina av »1984« hjá George Orwell út um nakrar vikur. Bókin fylti 70 í fjør og umframt at við­mæla hana uppá tað harð­asta, vil eg eisini við­ mæla »The Ministry of Truth: A Biography of Geo­ rge Orwell’s 1984« hjá Dor­i­ an Lynskey. Ein tann mest á­hug­averda bókin, eg las í fjør. Setur bæði bók og høv­ und í størri søgu- og skalds­ ligt høpi. Arni Zachariassen Týr til Australia at spæla Føroyski rock­ bólk­urin skal nú fyri fyrstu ferð hava kon­sertir í Australia Rockbólkurin Týr er sera virkin á al­tjóða tónleikapallinum. Bólk­ur­in hevur útgávusáttmála í út­land­inum og ferðast vanliga nógv kring Europa og til aðrar heims­partar at hava konsertir. Nú skal Týr royna nakað, sum bólkurin ongantíð áður hev­ur roynt. Í mai mánaði skal Týr hava fimm konsertir í Australia. Týr skal spæla á minni spæl­i­støð­ um í Melbourne, Adelaide, Syd­ ney, Canberra og Brisbane. Á kon­sert­unum fer eisini russiski bólk­ur­in Arkona at hava fram­ førslu. – Tað er spennandi at fara til ein nýggjan heimspart at spæla, men vit vænta ikki tað stóra, tá tað er fyrstu ferð, vit spæla har. Vit hava nakrar ferð­ ir roynt nýggjar marknaðir, og roynd­ir­nar siga okkum, at tað tek­ur tíð og arbeiði at byggja teir upp, sigur Heri Joensen, sang­ari í Týr. Týr spældi sínar fyrstu tón­ ar í Keypmannahavn í 1998, og før­oy­ingar lærdu veruliga bólk­in at kenna í Prix Føroyar tón­leik­a­kapp­ingini í 2001, tá ið »Orm­urin Langi« varð eitt risa­hitt. Síðan 2002 hevur Týr útgivið átta plátur – tann seinasta, »Hel«, kom í fjør á Napalm Rec­ ords. Týr man vera tann før­ oyski tónleikabólkurin, ið hev­ ur selt flestar plátur. Týr hevur eisini verið sera virk­ið við framførslum í út­ land­inum. Teir hava spælt víð­ a­hvar og hava fleiri ferðir verið á kon­sertfeð í USA. Nakað av rumbli hevur verið kring summar framførslur hjá Týr, tí felagsskapurin Sea Shep­herd hevur í fleiri førum ført kam­panjur í móti Týr. Tað ger Sea Shepherd, tí sangarin í Týr lut­tekur í grindadrápi. Onkr­ar konsertir hjá Týr eru av­lýst­ar, eftir at aktivistar hava lagt trýst á spælistøð. Manningin í Týr hevur skift nak­að, og nú eru tveir føroyskir tón­leikarar eftir í Týr. Teir eru Heri Joensen og Gunnar Thom­ sen. Afturat teimum hava eisini Tad­e­usz Rieckmann og Attila Vör­ös spælt í Týr seinastu tíð­ ina. Umframt konsertirnar í Au­ stra­lia hevur Týr eisini fram­ førslur í eitt nú Onglandi, Týsk­ landi, Ungarn og Rumenia á skránni. Fyrst í februar hevur Týr tríggjar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri í Norð­ur­land­ahúsinum í Havn. – Tað er spennandi at fara til ein nýggjan heimspart at spæla, sigur Heri Joensen, sangari í Týr Skaldsøgan »1984«, sum enski rit­ høv­undin George Orwell gav út í 1948, viðgjørdi eitt fram­tíð­ars­am­ felag, har fólkið verður kúgað, og ein­a­ræðisstjórnin hevur eftirlit við hvørj­um einstøkum borgara. Til­tikna orðingin »Big brother is watching you« er tikið úr hesari bók. Nú góð sjeyti ár seinni er skald­søgan framvegis við­kom­ andi fyri okkara tankar, hugburð og livihátt, og bókin verður støð­ ugt mett sum eitt ískoyti til kjak­ ið um eftirlit í gerandisdegnum og um, hvussu myndugleikar kunnu kúga fólk. »1984« er millum stóru skald­ søg­urnar í nýggjari bók­ment­a­ søgu, og nú fáa føroyingar møg­ u­leikan at lesa bókina á egnum máli. Knút Olsen hevur týtt bók­ ina til føroyskt, og seinni í hesum mán­a­ðinum útgevur forlagið Sprotin bókina. Klassikari hjá George Orwell er týddur til føroyskt Klassikari fær føroyskt mál Ræðandi skaldsøga hjá George Or­well verður nú útgivin í før­ oysk­ari týðing