Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020 SOSIALURIN 1 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 22 Fyri fyrstu ferð sat sa­ m­b­a­nds­ting­ maðurin, Magn­ us Rasmussen, í form­ans­stól­ i­num í fíggjar­ nevnd­ini, tá ið fíggj­arlógin fyri 2020 var við­ gjørd ÁRNI GREGERSEN - Tað er ein alment kendur veru­ leiki, at formaðurin í Løgtingsins fíggj­ar­nend situr við ómettaliga stórari ávirkan á, hvussu før­ oyska samfelagið verður rikið. Tá ið hendan samgongan mill­um Fólkaflokkin, Sam­bands­ flokkin og Miðflokkin bleiv skipað, endaði kabalin við, at Magn­us Rasmussen úr Sam­ bandsflokkinum g jørdist formaður í fíggjarnevndini. Tá ið val er um summarið ella um heystið, so hevur tað vanliga við sær, at tíðin at gera fíggj­ arlógina og viðgera uppskotið um fíggjarlóg hjá landsstýrinum, er styttri enn vanligt. Fíggjarlógaruppskotið skal vera Løgtinginum í hendi áðr­ enn 1.oktober, men sum oftast er hetta ikki veruliga uppskotið, men eitt framskrivað uppskot, har politikkur ikki er lagdur inn í uppskotið. – Vit fingu tað broytta upp­ skot­ið tann 6.desember og tað skal samtykkjast í árinum, sigur Magn­us Rasmussen. Hetta vil sjálvandi siga, at tíðin at viðgera fíggjarlógina ikki er serliga long. -Men eg hevði sett mær fyri, at vit skuldu halda tær freistir, sum formansskapurin hevði sett, sigur formaðurin. Broytingar til 2. viðgerð Í ár var tað soleiðis, at tær broyt­ ingar, sum landsstýrið mælti til og tær sum fíggjarnevndin gekk á møti, skuldu gerast millum 1. og 2.viðgerð. -Hetta vistu vit sjálvandi, men tað dróg út at fáa broyt­ing­aa­r­ mar, so vit fóru undir at viðgera fram­skrivaðu fíggjarlógina fyri at koma í gongd, sigur Magnus Ras­mussen. Arbeiðið var skipað soleiðis, at fíggj­ar­nevndarlimirnir fingu hvør sínar greinar á fíggja­r­lóg­ar­ upp­skotinum at seta seg inn í. Tað var so gjørt og tey komu so aft­ur við spurningum til lands­ stýrisfólkini og til samgonguna an­n­ars, -Tá ið so sjálvt uppskotið komu við teimum seinastu inn­ tøku­metingunum fóru vit tað ígjøg­num uppá eina viku og so settu við bæði fakligar spurn­ ingar og politiskar spurningar til lands­sstýrisfólkini, sigur for­ mað­urin. Tað er sjálvandi eitt umfatandi ar­beið at seta seg inn í hvørt tal í upp­skotinum og at finna útav, hvat er handan tølini. Magnus Rasmussen sigur, at júst til hetta fær nevndin góða hjálp frá umsitingini í Løg­ting­i­ num. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt verð­ur álit skriva til 2.viðgerði. Við álitinum fylgja ofta broyt­ ing­ar­uppskot -bæði frá meir­lut­ a­num í fíggjarnevndini og frá minn­i­lutanum. Hetta var alt gjørt eftir tíð­ arætlanini hjá for­mans­skap­i­ num í Løgtinginum, so allar fre­ istir vóru hildnar. 3.viðgerð Formansskapurin í Løgtinginum hevði boðað frá, at seinasti ar­ beið­s­dagurin í ár fór at vera 20. des­ember. Tá hevði eisini verið klárt at atkvøtt um fíggj­ar­ lógaruppskotið endaliga, um all­ ar aðrar tíðarfreistir høvdu hildið. Men so var ikki. Tá ið fíggjarlógin verður sam­ tykt endaliga, skulu lógirnar um inntøkur og útrediðslur eisini ver­a samtyktar, men so var ikki í ár. Bíðað var eftir lógini um veiðu­gjøld, tí fyrr enn hon var samtykt bar ikki til at samtykkja fíggjarlógina. Hetta hendi 30.desember og tá var fíggjarlóginin, sum javn­ vig­ar við á leið seks milljardum krónu­m, endaliga samtykt. -Hetta bar til, men hetta gav okk­um ikki tær neyðugu stund­ irnar at kjakast um fleiri við­ur­ skifti, sum vit annars kundu brúkt eitt sindur av tíð til. Tað verð­ur vónandi betrii í ár, nú løg­ tings­val ikki er á skránni, sigur Magn­us Rasmussen. Hørð byrjan hjá fíggjar­ nevndar formanninum