hósdagur 2. januar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020
SOSIALURIN 1
23
Nú fíggjarlógin
er samtykt, ligg
ur eitt stórt mál
eftir í fíggjar
nevndini
ÁRNI GREGERSEN
Spurningurin um, hvussu dýrur
H-bygningurin á Landssjúkra
húsinum skal vera, er enn ósvar
aður.
Tað stendur greitt, at hann
verður munandi dýrari enn ætl
að, men hvussu nógv er ikki end
aliga greitt enn.
-Men vit mugu taka støðu til,
at sum er sær alt út til, at tað
fara at mangla minst 150 millj
ónir krónur, sigur Magnus Ras
mussen, Sambandsflokkurin,
formaður í fíggjarnevndini.
Hvussu málið skal loysast er
ikki greitt enn, men hetta er ein
asta og størsta mál, sum fíggjar
nevndin hevur liggjandi.
-Tað var heilt greitt fyri mær,
at hetta var ikki eitt mál, sum vit
kundu viðgera, samstundis, sum
vit skuldu gera fíggjarlógina fyri
alt 2020, sigur hann..
At H-bygningurin gerst so
nógv dýrari eins og fleiri onnur
almenn byggimál, reisir fleiri
spurningar, sum skil má fáast á,
heldur hann.
-Hvar liggur ábyrgdin og hvør
ella hvørji eru tey, sum eru at
voldin til, at tíðar- og fíggj
arætlanir ikki halda. Vit mugu
fáa skil á hesum tí tað ber til. Tað
síggja vit bæði í privatu vinnuni
og aðrastaðni, sigur Magnus
Rasmussen.
Fyrireikaður
Hetta er fyrstu ferð Magnus Ras
mussen hevur sitið, sum for
maður í fíggjarnevndini, eftir at
hann kom á ting fyri góðum fýra
árum síðani.
Onki er at ivast í, at tað krevur
ávísar dygdrir at stýra fíggjar
nevndini.
-Tað visti eg væl, men eg haldi,
at mín tíð sum borgarstjóri í
Runavíkar kommunu hevur giv
ið mær royndir, sum eg nú gjørdi
mær dælt av. Haafturat haldi eg
at eg kann siga, at tíðin sum løg
tingsgrannskoðari í undanfarna
skeiði eisini gav mær royndir,
sum eg brúki nú, sigur hann.
Hann sigur, at eitt er at fáa
fíggjarlógina at ganga upp á ein
um pappíri, nakað annað er at
duga at síggja, hvat tølini hava at
siga og hvussu tey ávirka í sam
felagnum.
-Sjálvandi telur politiski part
urin eins nógv. Tí ræður um alla
tíðina at seta røttu spurningar
nar til landsstýrið fyri at vita,
hvat politiska ætlanin er við játt
aninum.
Hann vísir eisini á, at í ár
vaksa rakstrarútreiðslurnar eis
ini tí, at sumt er samtykt og
sumt er yvirtikið, sum ikki sæst
á fíggjarlógini fyrr enn nú.
Millum annað er tað rakst
urin av Talgildu Føroyum og yv
irtøkan av útlendingamálum og
kortum at Føroyum.
-Hetta er ikki fyri at brúka
tað, men fyri at staðfesta, at
hetta er nakað, sum skal gjaldast
fyri.
Hesaferð hendi eisini tað, at á
summum kontum skar fíggjar
nevndin niður í uppskotinum
hjá landsstýrinum, men í nøkr
um førum komu pengarnir aftur
á lógina millum 2.og 3.viðgerð.
-Í summum førum hevði
hetta eisini við stuttu tíðarfreist
ina at gera. Tað kundi tykjast,
sum ov nógv var sett av í summ
um førum, men tá ið alt var
kannað nærri vísti tað seg, at
onkrar lógarbroytingar ella
annað eru gjørddar, sum hava
úteiðslur við sær. Tí komu pen
ingurin á aftur fíggjarlógina, sig
ur Magnus Rasmussen.
Mest eyðsýnt hesaferð var
helst tær seks milljónirnar, sum
fyrst vóru tiknar frá Heilsutrygd,
men síðan settur á aftur.
-Betri tíð ger, at vit sleppa
undan slíkum og vit fáa kjakast
meira um samfelagsviðurskiftini
sum heild, sigur Magnus Ras
mussen at enda.
Eitt stórt mál er eftir at
viðgera í fíggjarnevndini