hósdagur 2. januar 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020
SOSIALURIN 1
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24
Erhard Mortensen,
sum fylti 80 ár
nýggjársaftan,
tænti Tórshavnar
kommunu trúfast
í meira enn 40 ár -
fyrst í brenningini
í Havnardali og
síðan á Sandvík
arhjalla. Mangur,
sum er komin um
hesar leiðir, hevur
upplivað hansara
blíða og skemtiliga
sinnalag og hjálp
semi
VILMUND JACOBSEN
MYNDIR: ALAN BROCKIE
Seinnapartin týsdagin hin 31.
desember - nýggjársaftan - helt
Erhard Mortensen 80 ára føðing
ardag í felagshúsinum hjá Tórs
havnar Bátafelag á Bryggju
bakka 20 í Vágsbotni.
Her varð nógv gjørt burtur úr
við stórum køldum borði - væl
smurdum breyði við føroyskum
viðskera, turrum fiski, tvøsti,
spiki og eplum, og her var góður
royktur laksur.
Á borðinum var eisini stór
føðingardagskaka,
umframt
fleiri aðrar góðar køkur, ið tú
sum føðingardagsgestur kundi
enda hugnaliga føðingardagin
við.
Tá tú komst í bátafelagshúsið,
fekk tú durasnaps, og av lesk
andi annars aftur við góða mati
num fekk tú bæði sodavatn og
øl.
Tey vóru mong, sum nýttu
høvi at heilsa Erhardi Mortensen
á stóra degnum, og tað vóru eis
ini fleiri, sum søgdu nøkur orð
við høvið.
Ein teirra var Sonne Smith,
sum fortaldi frá einum degi, tá
hann fyri mongum árum síðan
hitti Erhard Mortensen á gomlu
brennistøðini í Havnardali.
Tá hevði hesin fryntligi og
lítillátni maður bjóðað Sonna
Smith eina góða madrassu, sum
hann hevði lagt til síðis.
- Hetta var ein fín madrassa,
sum hvørki luktaði av einum ella
øðrum, og eg brúkti hana í mong
ár, segði Sonni Smith.
Meðan undirritaði var inni á
gólvinum í bátafelagshúsinum
henda dagin, fortaldi eitt nú
Mortan Johannesen, Mortan hjá
Andriasi, eisini søgur um stutt
ligar hendingar.
Erhard Mortensen tænti ann
ars Tórshavnar kommunu trú
fast í meira enn 40 ár - fyrst í
brenningini í Havnardali og síð
an á Sandvíkarhjalla. Mangur,
sum er komin um hesar leiðir,
hevur upplivað hansara blíða og
skemtiliga sinnalag og hjálpsemi.
Erhard Mortensen er føddur í
Trongisvági nýggjársaftan í 1939,
og hóast hann nú er farin um
tey áttati, ber hann aldurin sera
væl.
Tá hann var 15 ára gamal,
flutti hann við familjuni til
Havnar. Hann fór ikki í skúla,
men beint til arbeiðis at landa
saltfiskatrolarar og arbeiða salt
fisk á Bacalao. Sum ungur sigldi
hann eisini í nøkur ár við skipum
hjá Skipafelag Føroya, og hann
arbeiddi eisini fyri felagið á
bryggjuni.
Í nøkur ár arbeiddi Erhard
Mortensen hjá vaskarínum,
Ruba, har hann eitt nú lærdi at
pressa buksur og annað, og eitt
langt áramál arbeiddi hann í
Havnar Bio.
Tað, sum Erhard Mortensen
tó mest er kendur fyri, er fyri
sína trúgvu tænastu fyri brenni
støðirnar hjá Tórshavnar komm
unu, har hann starvaðist í meira
enn 40 ár - fyrst á gomlu
brennistøðini í Havnardali og
síðan á Sandvíkarhjalla, tá nýggj
brennistøð stóð liðug har í
seinnu hálvu av áttatiárunum.
Erhard Mortensen hevur
altíð verið ein óføra raskur ar
beiðsmaður. Hann er lættur av
lynd og hittinorðaður og tey,
sum kenna hann, siga, at tað
hevur altíð verið stuttligt og
hugaligt at arbeitt saman við
honum.
Sum 70 ára gamal fekk hann
sína egnu trøð í Havnardali, og
her brúkti Erhard Mortensen
nógv av sínari frítíð.
Í nógv ár hevur hann eisini
havt frítíðarbát - ella gardinbát -
og hann hevur verið víða um
landið og í sínari tíð eisini í
norska skergarðinum við báti
num.
Nógv heilsaðu Erhardi Mortensen
í bátafelagshúsinum nýggjársaftan