hósdagur 2. januar 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020
SOSIALURIN 1
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
26
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
Í
fyrsta partinum undan
jólum varð greitt frá
russaran og føroyavinin,
Andrei Melnikov, sum
hevur týtt bókina hjá Sigert
Patursson um hansara ferð í
Sibiriu frá 1890-1895 til russiskt.
Undan jólum vóru bókadagar í
Moskva, har Andrei greiddi frá
um Sigert, eisini grundað á
bókina,
Sigert,
hjá
Turið
Sigurðardóttir.
Andrei tosaði við leiðaran í
forlagnum, og hon fortaldi, at
bókin var væl umtókt.
Ein kundi í Surgut, býi í
Vestur-Sibiria, har Sigert eisini
kom á ferðini, hevði bílagt 25
eintøk av bókini! So tað ikki var
útilokað, at bókin skjótt varð
útseld, og at tey fara at prentað
annað upplag. Um hetta verður
veruleiki, verður meira tilfar
um Sigert í bókini.
Langomman krógvaði
flóttafólk fyri nasistunum
Í fyrsta partinum av hesi
frásøgn greiddi Andrei frá
langabba
sínum,
sum
í
bardaganum um Stalingrad í
1943 var ein teirra, sum var við
til geva Hitler mønustingin.
Andrei hevur eisini greitt frá
um ommu sína, sum hevði
marruna um nasistarnar restina
av lívinum. Hann greiðir frá:
“Omma mín í faðirætt var
fødd í eini lítlari bygd í Suður-
Russlandi. Hon var 10 ára gomul,
tá ið kríggið brast á, og økið, har
hon búði, varð hertikið av
nasistunum. Hon var lukkulig
yvir, at í bygdini hjá sær steðgaði
“bara” ein læknadeild frá týska
herinum. Hetta vóru heldur
siviliseraðir menn, so tað var
ikki eins nógv av drápum og
tílíkum í hennara bygd sum
aðrastaðni.
Men í eini aðrari bygd nær
indis, steðgaðu vanligir týskir
hermenn, og har var støðan
heilt ræðulig. Nakrar ferðir
goymdu foreldrini hjá ommu
heima hjá sær særd fólk, sum
yvirlivdu ræðuleikarnar hjá
týskarunum. Hetta var sjálvsagt
deyðiliga vandamikið bæði fyri
foreldrini hjá ommu, fyri hana
sjálva og systkini. Hon hevði alt
lívið ofta marruna um kríggið“.
Her skal bara leggjast afturat
um Andrei, at ein slíkur frálíkur
ambassadørur fyri okkara land
hevur uppiborið eitt herðaklapp
frá almennu Føroyum.
Ferðirnar hjá Sigert
Tað er nokk so nógv skrivað um
Sigert, sum ikki er komið alment
fram. Okkurt ískoyti verður í
hesum og komandi parti.
Her skal gevast eitt stutt yvir
lit yvir part av ferðunum hjá
honum:
Hann fer úr Føroyum í 1889.
Tá kemur hann til Svøríki.
Frá 1890 til 1895 er hann í
Russlandi og Sibiriu.
Í 1900 fer hann á rossabaki á
heimsframsýning í Paris.
Í
1902
er
hann
í
St.
Pætursborg, sum seinni bleiv
Leningrad, og aftur seinni
Pætursborg.
Í
1904-1907
er
hann
í
Russlandi, Mansjurinum og
Mongolia eystalaga í Asia.
Í 1907 fór hann til gongur úr
Keypmannahavn til Skagen.
Í 1909 var hann í Miðeystri, í
1911 í Kaukasus, í 1913 á Krim, í
1913-1915 í Finnlandi, Svøríki og
Noregi, í 1921 í Svøríki, í 1922 í
Geneve og í1924-1925 í Fraklandi,
Týsklandi, Holland og Føroyum.
So er neyvan alt við heldur.
Hann var í hvussu er eisini í
Marokko.
Kollvelting í Russlandi
í 1905-1907
Sigert skrivaði nógv. Tað vit vita
um eru tvær rættiligar bøkur.
Tann seinna er ”Gennem
Rysland under revolutionen”.
Hon er skrivað á svenskum.
Henda kollvelting er ein partur
Í fjør vóru 150 ár síðan Sigert
varð føddur. Hetta varð
markerað í Russlandi og eisini
her í Føroyum í hesi greinarøð
2. partur
Sigert í Kirkjubø:
Eitt 150 ára minni
Sigert 19 ára gamal
Sigert sum heimsforseti
Úr blóðríki
13. maj er eftir russara tíðsrokning 1. maj. Henda dag ætla
russaramenn (fólkið) at taka hevnd yvir blóð og misgerð, sum
orð og bókstav ei kunnu tíða frá
Hevndin ljóðar:
Staturin Moskow skal brennast niður í sand og øsku.
Fongslini í St. Peterborg eru nú so trong, at fangarnir mugu
liggja oman á hvørjum øðrum, hóast nýggj fongsil eru uppsett
og úthús verða tikin í brúk: tey tómu vápinhúsini, ”barakker”
o.s.f.
7 kopek (tað fóru 100 kopek til ein rubul), um dagin til manns
er fangakosturin --- hann røkkur til vatn og breyð. Hava teir
ikki heilsu til kostin, so kunnu teir doyggja. Ja doyggja, lat
fara…. Hvør spyr um menniskjalív her – nøkur túsin. Deyðin!
deyðin! deyðin! hann húserar í hvørjum skoti, í hvørjari smáttu
og borg í blóðkeisarans ríki.
Keisarins menn í St. Petersborg hava sent boð til Riga, um
bødlarnir har kunnu hýsa fleiri fangum - har ímillum 300
kvinnur, sum er nevndar ”meget farlige”, men í Riga er eins
trongt sum í St. Petersburg.
Bøðlarnir eru enn ótroyttir. Mikumorgunin kom ein
hermaður til jarnbreytastøð nærindis Moskow, tók formannin
og sveinarnar hans, ein advokat, ein prest, ein telegrafist, fýra
jarnbreytaingeniørar, ein maskinist, ein student, settu teir so,
ein fyri annan á víðan pláss frammanfyri húsið á
jarnbreytastøðina, til allir vóru skotnir!
Í síðstu viku vóru okkurt um 50 bøndrir á kommunuting á
landsbygd. Valla settur á sess allir, so var politi og kosakkar
runt íkring húsið. 24 sluppu við lívinum. 26 mans, nakrar
kvinnur og tvær smágentur lógu eftir. Á trettandi vóru 4
navnkundigir universitetsprofessarar – limir í polska
nationalfelagnum – skotnir niður sum hundar í borggarðinum
í Warshau.
Líggjamaðurin! (t.v.s. deyðin) Jú hann veiðir heim her í
Russaralandið.
SIÐSØGA
Greinin hjá Siggert út blaðnjum Oyggjarnar, hjá Helenu, systir hansara