hósdagur 2. januar 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JANUAR 2020
SOSIALURIN 1
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
28
- Eg vil gerast ein
enn betri útgáva
av mær sjálvum
á øllum teimum
pallum, eg virki á
til dagligt, eisini í
2020, sigur Terje B.
Vestergaard nú við
ársbyrjan
VILMUND JACOBSEN
Ymiskt er, hvussu gamlaárskvøld
verður hildið. Tað eru tey, sum
gera nógv burtur úr, og tað eru
tey, sum gera minni burturúr.
Men, hvussu var so gamlaárs
kvøldið hjá familjuni, Terja B.
Vestergaard og konu hansara,
Birnu Vestergaard, í Saltangará?
- Vit møtast til ein betri bita
og hugnaliga samveru í heim
inum hjá konusystrini, Anniku
og manninum, Regini. Hetta er á
Høgabóli í Saltangará – ella úti í
Heiðunum, sum tað eisini verður
rópt her á staðnum. Vit plaga at
spæla spøl, fylgja við í KvF og
njóta góðan felagsskap saman,
sigur hann.
Nú veðrið gjørdist so ólagaligt
gamlaárskvøld, gjørdist kvøldið
fyri mong eisini eitt sindur øðr
vísi enn ætlað.
- Men, á midnátt taka vit van
liga tað tunga skjútsið fram, og
tá verður nýggja árið skotið inn
saman við synunum báðum,
Hans Terja og Dánjali, sigur
hann.
Eg eri takksamur
Hvussu vil Terje B. Vestergaard
lýsa 2019 – hvat gekk væl, og hvat
kanska gekk minni væl?
- Alt gekk væl í 2019. Eg fekk
møguleikan at stilla upp til løg
tingsvalið fyri Sjálvstýrisflokkin.
Eg fegnist um at hava upplivað
tilgongdina til valið, har eg fekk
møguleikan at møta og virka
saman við sera dugnaligum
fólki.
Terje B. Vestergaard heldur,
at Sjálvstýrið førdi eitt gott val
stríð við einari sera góðari og
greiðari valskrá, og hann harm
ast um, at flokkurin hesaferð
ikki fekk høvi at føra hjarta
málini út í lívið í einari sam
gongu.
- Vit fara næstu fýra árini at
styrkja flokkin til eitt komandi
val, har vit koma sterkt aftur.
Hugsjónin er eftir mínum tykki
alt ov góð til, at vit ikki hava
samgonguumboðan í okkara
fólkaræði.
Hann vísir á, at hóast strate
gi’in sveik til valið, so hevði hann
persónliga eitt gott val til, at
hetta var fyrstu ferð, hann ve
ruliga slapp at royna seg.
- Eg eri takksamur fyri tann
uppbakning, eg merkti, fyrst og
fremst frá konuni, børnunum og
mínum nærmastu - og frá øllum
teimum, sum góvu mær sín
stuðul. Eg gjørdist nummar trý á
listanum og fekk møguleikan
sum eykamaður at royna meg
fyri fyrstu ferð á løgtingi í nov
ember mánaði. Hetta var fyri
meg eitt stórt upplivilsi og ein
stórur heiður.
Terje B. Vestergaard ásannar,
at tað hevur verið ein dreymur
frá barnsbeini av at sleppa at
umboða føroyingar á løgtingi.
Tað allar besta
- Tað allar besta, ið hendi okkum
sum familja í 2019, og sum eg og
konan Birna fegnast allar mest
um, var dagurin, har einkardóttir
okkara Marita og Jóhan Dávur
gingu saman í hjúnarlag. Hetta
var ein heilt einastandandi dag
ur at vera við til. Hetta er so
avgjørt ein tann størsti og besti
dagurin í okkara lívi.
Hvørjar eru so vónirnar og
ætlaninar hjá Terja B. Vester
gaard fyri 2020?
- Eg havi við ársenda sitið
sum býráðslimur í Runavíkar
kommunu í sjey ár, harav trý tey
seinastu árini sum varaborgar
stjóri. Eg fegnist stórliga um
tann góða vindin, vit hava havt í
seglunum hesi árini, har vit hava
sæð eina velduga framgongd og
hava fingið framt nógv góð ting,
sigur hann.
Ætlaði svimjihylurin
Terje B. Vestergaard sigur, at í
2006 heitti verfaðir hansara,
Hans á Bakka, sáli, á seg um at
vera við til at endurstovna felag
ið Neptun, sum síðan 1964 hevur
havt til endamáls at virka fyri
svimjihyli í kommununi.
- Eg tók av áheitanini og var
eitt skifti formaður í felagnum.
Síðan tá hevur hetta verið eitt av
mínum hjartamálum.
Hann sigur, at ætlanin við
svimjihyli nú er komin væl
áleiðis, og tað er hansara vón fyri
2020, at býráðið, sum verður valt
í heyst, hevur dirvi og áræði til at
gjøgumføra hesa verkætlan.
- Um eg gerist ein av teimum,
sum verður valdur aftur, kemur
fólkið her at avgera. Eg havi sitið
nóg leingi til, at fólkið kann viga
meg, og um tey meta meg at vera
nóg tungan til sessin, vóni eg at
fáa áheitan til at bjóða borgar
stjóranum av til komandi bý
ráðsval.
At vera framskyggin
- Eg haldi persónliga, at ein tann
týdningarmesta fyritreytin hjá
einum politikara, sum skal taka
avgerðir vegna fólkið, má vera at
tora at hyggja longur, enn hann
sær og hugsa djúpri, enn hann
skilir.
Terje B. Vestergaard heldur,
at tað eru avgerðir, bygdar á slík
ar fyritreytir og tiknar av slíkum
politikarum, ið hava skapt tey
stóru tingini í søguni.
- Tað er ein skylda og ein
ábyrgd yvirfyri komandi ætt
arliðum, bæði hjá lands-og
kommunal politikarum, at gera
langtíðarætlanir
og
taka
ábyrgdarfullar og skilagóðar
langskygdar avgerðir, ið tæna
øllum samfelagnum og øllum
borgarum okkara so væl, sum
tað ber til, leggur hann aftrat.
Ein betri útgáva
Hevur Terje B. Vestergaard givið
sær sjálvum nakað nýggjárslyfti?
- Eg havi einki ítøkiligt nýggj
árslyfti, men heldur eina blandi
ng av einum ynski og einum lyfti
um at gerast ein enn betri útgáva
av mær sjálvum á øllum teimum
pallum, eg virki á til dagligt,
eisini í 2020.
Hann vísir á, at hetta eitt nú
inniber, at hann hugsar meira
um onnur og minni um meg
sjálvan.
- Eg má nokk heldur lova mær
sjálvum eisini at fáa jóla-
karamellu-dellurnar av aftur,
sigur hann brosandi.
Nýggjársheilsan
Terje B. Vestergaard vil eisini
nýta høvi til at ynskja øllum
landsmonnum -og kvinnum, á
sjógvi og landi, nær og fjar, eitt
gott, eydnuberandi og av Harra
num signað 2020.
- Eg haldi, at vit hava nógv at
takka Gudi fyri, at vit eru tað
fólk og tann tjóð, vit eru - og
hvørjum øðrum fyri tað, vit hvør
í sær og saman hava útint í farna
ári. Mín vón er, at tað skal
gangast okkum væl í øllum
lívsins viðurskiftum í komandi
tíðum, sigur hann at enda.
Mín barnadreymur er at
umboða Føroyar á løgtingi
- Eg eri takksamur fyri tann uppbakning, eg havi fingið, fyrst og fremst frá konuni, børnunum og mínum
nærmastu - og frá øllum teimum, sum hava givið mær sín stuðul, sigur Terje B. Vestergaard