Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað eru góð tíðindi at frætta frá lands­ins nýggja fíggj­ar­mál­a­ráð­ harra, at føroyski landskassin helst er tann »stats­kassin«, sum er best fyri í øll­um heiminum. Men tað er kortini ørkymlandi, tá for­ma­ð­urin í Búskaparráðnum so greitt vísir á veikleikar við løg­tings­ fíggj­ar­lógini, sum júst er samtykt, og at búskapurin koyrir alt ov skjótt. Hann sigur í samrøðu her í blaðnum um vikuskiftið, at tað eru ikki so nógv­ir møguleikar eftir at troyta. Ikki er nóg mikið av arbeiðsmegi í Før­oyum, og tann trupulleikin ger, at tað ber ikki til at vaksa um bú­ skapin munandi. Hann sigur, at vit brúka so at siga alt tilfeingi, vit hava, at einki arbeiðsloysi er, og at bú­ skap­urin koyrir so skjótt, sum hann kann. Tí dugir formaðurin í Bú­ skaparráðnum ikki at síggja, hvussu vit brádliga skulu fáa hægri vøkst­ur, enn vit høvdu í fjør. Og hann spyr: – Hvar skal tann vøksturin koma frá? Tú fært ikki fleiri fólk í arbeiði, utt­an at tey koma aðra­ staðni frá. Hann sigur, at tað serliga eru broyt­ing­ar í pensjónslógini og á fisk­ i­vinn­u­øki­n­um, sum Bú­skap­ar­ráðið óttast, tí talan er um átøk, sum kosta peng­ar, geva lægri inn­tøk­ur og sum kosta pengar. Tað sigur seg sjálvt, at tað minkar um yv­ir­skotið hjá landskassanum og ger møguleikarnar at standa í­móti í verri tíðum truplari. Sjálvt um eingi tekin eru um, at bú­skapurin brádliga skal venda, so ber til dømis ikki til at spáa um rentu­broyt­ingar, sum kunnu ávirka bú­skap­in. Fíggjarmálaráðharrin er als ikki samd­ur við formannin í Bú­skap­ ar­ráðnum, tá hann sigur, at lands­ kassin er verri fyri at standa í­móti ringum tíðum, enn hann var í 2008. Fíggj­ar­málaráðharrin hev­ur ikki sama máta at rokna hetta út uppá, sum Bú­skaparráðið, tí er lands­kass­ in í misnta lagi 500 milliónir betri fyri, at Bú­skaparráðið heldur, segði fíggj­ar­mál­a­ráðharrin við útvarpið um viku­skiftið. Politikarum líkt, so roynir fíggj­ ar­mál­a­ráð­harr­in at snakka seg frá av­bjóð­ingini við at tosa um eina »skift­is­fíggj­arlóg«, sum er ov­ur­upp­ hit­að, tí at »vit mugu síggja tað, sum und­anfarna samongan hevur sett á skinnarar – saman við tí, sum nýggja samgongan vil broyta«. Altso, av tí at vit hava skift lands­ stýri, mugu vit lata okkum lynda, at nýtslan verður ovurstór eitt tíð­ar­ skeið, til onnur samgonga kem­ur til, sum sigur tað sama og nýt­ir somu undanførslu. Nei, harra fíggjarmálaráðharri. Hatta er ikki skilagóður fíggj­ar­ pol­i­tikk­ur. Tit mugu arbeiða út frá støðuni, sum er, ikki frá eini ynski­ støðu! Undanførslurnar ímóti skynsemi eru mang­n kreativar Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin LANDSKASSIN BESTUR Í HEIMI Avsannar leysasøgur um húsaspekulatión Tað er stórur á­hugi fyri at fáa tey í Varðanum í Gøtu at seta pening í í­búð­ar­ bygg­ing, serliga í Havn Tað sigur Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum. Men sam­ stund­is avsannar hann leysa­ søg­ur­nar um, at Varðin skal hava keypt ein stóran í­búð­ ar­blokk í Havn. – Vit fáa fleiri fyri­spurn­ ing­ar um at vera við til at byggja bústaðir, men fyribils hava vit ikki tikið av nøkrum, sig­ur hann. Hann ásannar eisini, at tað er nógv virksemi í land­ i­num og tí er tað dýrt at byggja, men tað er ikki ein­ asta orsøkin til at tey ikki gera fleiri íløgur í bú­stað­ar­ bygg­ing nú. Hinvegin ásannar hann eis­ini, at nú er rentan í bank­ a­num negativ og í so máta kundi tað verið lokkandi at gjørt íløgur í fasta ogn, tú nú kost­ar tað at hava pengar í bank­a­num. – Men sum støðan er nú, er nið­urstøðan, at vit skulu sláa okkum til tols við tað virk­semi, vit hava og hug­ savna okkum um tað, sig­ur hann í eini stuttari við­merk­ ing. Bilrøkt selur nú Kia í Føroyum BILAR SÍÐA 11 EM dyrnar hjá Jóhan opnaðar ÍTRÓTTUR SÍÐA 1 Í Runavík tykist valstríð byrjað millum Tórbjørn Jac­ob­sen og Terja Vestergaard um at gerast borgarstjóri Varabogarstjórin í Run­a­ vík­ar kommunu vónar at fáa á­heitan um at bjóða sit­andi borg­ar­stjóra, Tór­bjørn Jac­ob­ sen, av eftir bý­ráðs­val­ið 10. nov­ember í ár. Tað segði Terji Vester­gaard í samrøðu við in.fo leyg­ar­ kvøld­ið: – Fólkið her kemur at av­ gera, um eg gerist ein av teim­ um, sum verður valdur aft­ur. Eg havi sitið nóg leingi til, at fólkið kann viga meg, og um tey meta meg at vera nóg tung­an til sessin, vóni eg at fáa áheitan til at bjóða borg­ ar­stjór­anum av til kom­andi bý­ráðs­val. – Eg haldi persónliga, at ein tann týdningarmesta fyr­ i­treyt­in hjá einum pol­it­ik­ ara, sum skal taka av­gerð­ ir vegna fólk­ið, m á v e r a a t tora at hyggja longur, enn hann sær og hugsa djúpri, enn hann skil­ir. Terje B. Vestergaard held­ ur, at tað eru avgerðir, bygdar á slík­ar fyritreytir og tiknar av slík­um politikarum, ið hava skapt tey stóru ting­ini í søg­ uni, segði Terji Vest­er­gaard. Í einum uppslag á Face­ book sigur Tórbjørn Jac­ob­sen so­leið­is: – Takk havi lov fyri at vit liva og virka í einum fólka­ ræði, har borgarin, og ikki ser­støk áhugamál, á­trún­að­ ar­lig ella peningalig, sleppa at gera av, hvør ið skal stjórna okk­ara framtíð. Góða eyðnu við ætlanini Terje – at ger­ ast borg­ar­stjóri í Run­a­vík­ar komm­unu. Og tá Tórbjørn Jacobsen verð­ur spurdur, um hann mis­ teink­ir Terja Vestergaard fyri at hava serstøk áhuga­mál, »á­trún­að­ar­lig ella pen­ing­a­lig«, svar­ar borgarstjórin, at tað hev­ur hann ikki. – Als ikki, fegnist bara um møgu­ leikan hjá okkum van­ligu borg­aru­m at velja, hóast pung­ur­in ikki stendur til at bresta av arvaðum fæi. Tilsipingin til fæið er utt­an iva, at Terje Vestergaard er gift­ur inn í ríkastu og ein­astu mill­i­arder- familju í land­i­num, Bakka­ frost-fam­ilj­una. Hann er ver­ sonur Hans Jac­obsen á Bakka, sála. Terji Vestergaard er vald­ ur í Run­avíkar býráð á sama lista sum Tórbjørn Jacobsen. Van­ligt er, at tann við flestu at­kvøð­um gerst borgarstjóri. Á seinasta vali fekk Tór­ bjørn Jacobsen 218 per­són­lig­ ar at­kvøð­ur. Næstur var Helgi L. Pet­ersen við 149 og síð­ani Terje Vest­ergaard við 137. Síðani er Helgi L. Petersen far­in úr býráðnum, tí hann hev­ur flutt kommunu og still­ ar ikki upp næstu ferð. Terji Vestergaard tók við sum vara­ borg­ar­stjóri eftir Helga L. Pet­ er­sen. Atkvøðubýtið millum bý­ráðs­lim­i­r­nar á seinsta bý­ ráðs­val­i var hetta: 1 A Torbjørn Jacobsen 218 2 A Helgi L. Petersen 149 3 A Terje B. Vestergaard 137 4 A Etly Nord Højgaard 136 5 A Kári Egholm Jacobsen 110 6 A Jóhan Vest 107 7 A Kristian Gaardbo 100 8 A Selinda í Heiðunum 97 9 B Hans J. Johannesen 96 10 B Jonnhild Reynholdsdóttir 91 11 C Jonhard Danielsen 171 Stríð um borgarstjórasessin