Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2020síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak um Trump endaði við knívstungu Ein maður varð í Føroya rætti í gjár var­ð­halds­ fongsl­a­ður í 15 dag­ar fyri at hava stungið vin­mann sín í bein­ið við knívi um­f­ramt at hava hótt fyrrverandi unn­ustu sína við at gera enda á henni og síðani sær sjálvum Steinar Patursson Maðurin var skuldsettur í trim­um málum. Í tveimum mál­um fyri brot á grein 266 í revsi­lógini, ið er um hóttanir, og í einum máli fyri brot á grein 245, sum er fyri grovan harð­skap. Hóttanir umvegis Snapchat Maðurin var í fyrsta føri skuld­settur fyri at hava sent hótt­anir til fyrrverandi unn­ ustu sína umvegis appuna Snap­chat, har hann hevði skriv­að "Eg skal nokk enda teg og so meg sjálvan". Har­ um­framt bar ákærin fram, at skuld­setti maðurin hevði eisini sent hóttandi boð til vin­konurnar hjá fyrrverandi unn­u­stuni. Maðurin játtaði seg sek­ an í málinum og segði, at hann meinti ikki nak­að við hóttanunum. Ann­ars hevði hann ikki stór­veg­is við­merk­ ing­ar til skuld­set­ing­ina, tí tað var ov svárt hjá honum at tosa um. Stakk vinmannin í beinið Maðurin var í øðrum og triðja máli skuldsettur fyri hótt­anir og grovan harðskap móti vinmanni sínum í ein­ ari hending, ið fór fram leyg­ ar­kvøld­ið í Klaksvík. Har var skuld­setti farin á vitj­an hjá ein­um vinmanni. Til stað­ ar var skuldsetti, ó­rætt­aði vinmaðurin og ein triði vin­ maður, og teir høvdu sitið og tos­að um poli­t­ikk. Ákærin bar fram, at teir høvdu tos­að um Donald Trump, amerikanska val­ stríð­ið og ein møguligan 3. heims­bar­daga, tá kjak­ið gjørdist í so heitt, og skuld­ setti og annar vinmaðurin fóru til hendurs. Ákærin vildi vera við, at skuld­setti maðurin hevði tá sagt við vinmannin: "Eg stingi teg, eg stingi teg!", og end­in var, at skuldsetti mað­urin hevði stungið vin­ mann­in í beinið tvær ferðir, so­leiðis at neyðugt var hjá vin­mann­inum at fara undir lækn­a­hond á Klaksvíkar sjúkra­húsi. Ákærin vildi eisini vera við, at skuldsetti hevði hótt við at fara út í bilin eftir byrsu. Skuldsetti maðurin nokt­ aði seg sekan í málinum, tí hann vildi vera við, at talan var um sjálvverju. Sambært hon­um høvdu teir kjakast um politikk, tá vinmaðurin brád­liga gjørdist óður og vildi hava ákærda á dyr. Skuld­setti og vinmaðurin fóru til hendurs úti í gongini, har vinmaðurin endaði om­ an­á og tók kvørkratak um ákærda, og endin varð, at skuld­setti tók knív upp úr lumm­a­num og stakk vin­ mann­in tvær ferðir í bein­ ið. Skuldsetti maðurin vildi eisini vera við, at tað var meðan vinmaðurin lá om­an­á, at hann hevði sagt, at hann skuldi stinga vin­mann­in. Skuldsetti maðurin var síð­ani farin frá vin­mann­i­ num í bili, men ó­semja var millum vitn­is­frá­greið­ing­ar­ nar hjá løgregluni, hvussu hetta var farið fram. Skuld­ setti maðurin hevði ogn­ar­ lutir liggjandi hjá vin­mann­ i­num, ið hann vildi hava við sær. Hann vildi sjálvur vera við, at mamman hjá vin­ mann­i­num hevði kastað lut­ ir­nar inn í bilin, men onn­ur vitnisfrágreiðing vildi vera við, at maðurin hevði upp­ ført seg hóttandi uttan fyri vind­eygað í húsunum áðre­ nn, tá hann bað um at fáa lut­ir­nar hjá sær aftur. Alvápnaður í songini Eftir at vinmaðurin hevði ver­ið á skaðastovuni, varð løg­regl­an fráboðað. Ákærin førdi fram, at tá løgreglan kom á bú­staðin hjá ákærda, lá hann í songini, og við sær í songini hevði hann knív­ar umframt eina lødda høglbyrsu. Eisini vóru knívar at finna um alt kamarið. Skuldsetti maðurin helt lít­ið um frágreiðingina á­kær­ a­num, tí hann vildi sjálvur vera við, at hann var farin út­ um til løgreglufólkini, tí tey stóðu og "ýldu" eftir honum utt­an­fyri. Haraftrat metti hann ikki, at byrsan var lødd. Talan var um eina dublet, og hóast høglpatrónur vóru í byrsuni, so kundi hon ikki met­ast at vera lødd, tá hon ikki var afturlatin, helt hann. Tá spurdur, hví hann hevði eina høglbyrsu við sær í songini, svaraði skuld­setti, at hann óttaðist, at vin­mað­ ur­in fór at koma eftir hon­ um, og tí vildi hann vera til reið­ar. Um knívarnar segði mað­ urin, at honum dámdi væl knív­ar, og at hann sostatt metti seg vera ein samlara. Greitt varð eisini frá per­ són­ligu viðurskiftunum hjá mann­i­num. Maðurin var nak­að seinmentur og varð mett­ur at vera á au­tism­u­ spekt­r­u­minum. Hann hevði í tí sam­bandi fyrr havt ti­l­ knýti til almennar stovn­ar av ymsum slag, um­framt at hann áður hevði ver­ið í trupulleikum fyri at koma við hóttanum. Hann hevði í eitt tíðarskeið ikki havt tilknýti til nakran stovn, men úr gomlum ment­al­ kann­ing­um varð greitt frá, at mað­urin kundi orsakað av sín­um avbjóðingum hava á­gang­andi atburð í ósemjum. Ákærin vildi hava fýra vikur Ákærin bað um at fáa mannin varð­halds­fongsl­að­ an í fýra vikur. Ákærin førdi fram, at um havt var í huga, hvørj­a­ri støðu maðurin var í, var tað ikki forsvarligt at lata hann ganga leysan, tí vandi var fyri, at maðurin fór at gera seg inn á vinmannin aftur. Verjin helt, sum vera man, at maðurin skuldi ikki varð­ halds­fongsl­ast, men varð hann var­ð­haldsfongslaður kort­ini, skuldi talan ikki vera um meira enn tvær vikur. Tá avtornaði, kom dóm­ ar­in til ta niðurstøðu, at maðurin skuldi sita í varð­ haldi í 15 dagar fram til 20. jan­uar. Hald lagt á vápn, telefon og aðrar lutir Umframt at biðja um at fáa skuldsetta mannin varð­ halds­fongsl­aðan, bað ákærin eis­ini um at fáa rannsóknina á bú­staðnum hjá manninum góð­kenda av rættinum og har­um­framt um at leggja hald á knívar, skotvápn og aðr­ar lutir frá bústaðnum. At enda vildi ákærin eisini hava loyvi frá rættinum til at fremja rannsókn á telefonini hjá manninum. Hetta sein­ asta var í sambandi við tær hótt­an­ir­nar, ið maðurin hevði sent fyrrverandi unn­ ust­uni. Maðurin var spurdur, um hann vildi geva loyvi til, at løgreglan legði hald á lut­ir­ nar og rannsakaði tel­e­fon­ ina, men tað vildi hann ikki. Hann gjørdi greitt, at knív­ar­ nir og høglbyrsan vóru ikki ólóglig, og tí sá hann onga o­r­søk til, at løgreglan skuldi leggja hald á tað. Haraftrat hevði hann játtað seg sek­an í at senda boðini við tele­ fon­ini, og tí skuldi ikki verið neyð­ugt hjá løgregluni at rann­saka hana. "Telefonin er", segði maðurin, "tað mest ­per­són­liga sum er." Dómarin góðkendi rann­ sókn­ina av bústaðnum og gav á­kær­a­num viðhald í, at hald kundi leggjast á vápn og lutir fyri­bils. Dómarin kom tó ikki til nakra niðurstøðu við­víkj­andi telefonini, og tí varð tað útsett. Maðurin kærdi avgerðina til Eyst­ara landsrætt. Skuldsetti maðurin nokt­aði seg sekan í málinum, tí hann vildi vera við, at talan var um sjálvverju. Sambært hon­um høvdu teir kjakast um politikk, tá vinmaðurin brád­liga gjørdist óður og vildi hava ákærda á dyr