Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Frants Jensen Í eina tíð hava IRF og Kommunala Brenni­ støðin í Tórshavnar kom­ munu tosað saman um at fingið eina felags brenni­ støð fyri alt landið. Málið hevur verið fyri í øllum 28 lima­kom­ mun­unum hjá IRF, og kommunurnar taka undir við, at tað í fram­ tíðini bara verður ein brennistøð fyri alt landið, og at hon verður í Havn. Men í tí 29 og seinastu kommununi í landinum, Tórshavnar kommunu, eru politikararnir ikki samd­ir, hvat skal gerast. – Afturhaldskreftirnar eru sera sterkar. Vit hava viðgjørt málið í Náttúru- og umhvørvisnevndin fleiri ferðir, og vit hava eisini tosað við IRF, men málið hevur ikki verið búgvið at lagt fyri bý­ ráðið enn. Væntandi verður tað lagt fram nú á býráðsfundinum síðst í janu­ar, sigur Turið Horn. Munandi bíligari við einari brennistøð Forkvinnan er avgjørd, at vit skulu hava eina brenni­støð fyri alt landið. – Vit eru so lítil í Før­ oy­um, og vit mugu hugsa, hvat tænir okkum øllum í landinum best. Um vit í Tórshavn skulu gera eina nýggja brennistøð bara til okkara kommunu, so kostar hon umleið hálva milliard. Um IRF eisini skal hava eina, so skulu teir eisini rinda hálva milliard, sigur Turið Horn. – Vit mugu hugsa alt Føroyar undir einum, og her eru nógvir pengar at spara. Tað er gott bæði fyri okkum í Havnar kom­munu og fyri alt landið, sigur hon. Ikki burturkast, men grøn orka Sjálv hevur hon verið og sæð fleiri brennistøðir í Danmark, og hon sigur, at kommunur, har tað búgva umleið 80.000 fólk hava bara eina brennistøð – og tað verður roknað sum ein lítil brennistøð í Dan­mark. – Vit mugu heldur ikki bara hugsa, at tað er burturkast, men at tað er orka og tilfeingi, og at vit kunnu fáa fjar­hita og grøna orku úr burtur­ kastinum, sigur Turið Horn. Tær brennistøðir, ið hon hevur sæð í Dan­ mark, hava verið ruddi­ ligar og nossligar. Hetta heldur hon eisini ber til at gera í Føroyum. Betri endurnýtslur og skiljistøðir Hon vísir eisini á, at brennistøðir vanliga ikki verða gjørdar til øki, har grundarlagið bara eru 25.000 ella 30.000 fólk. – Tíverri hava vit ikki havt politikarar, sum hava brent fyri Komunalu Brennistøðini, og tí hevur okkara brennistøð á Hjalla ikki fingið nógvar pengar játtaðar í nógv ár, so at ráð hevur verið at gera nakað fyri at betra um umstøðurnar. Brenni­støðin er niður­ slitin, hon skuldi verið endurnýggjað fyri 10 árum síðani. Fleiri borgarar í Havnar kom­ mu­nu eru komnir við góð­um hugskotum við­ víkjandi skiljing og endurnýtslu. Men ver­ andi brennistøð á Hjalla er so niðurslitin, at vit fáa illa gjørt meira, sigur Turið Horn. Á brennistøðum, hon hevur vitjað í Danmark, eru stórar og væl skip­ aðar endurnýtslur og skilji­støðir, og tað heldur hon, at vit eisini kunnu hava her í Føroyum. Hon heldur, at í fleiri ár hava vit runnið aftaná, og tí má nógv gerast fyri at fáa eina góða og ný­ mótans brennistøð. – Eg haldi, at tað er syrgiligt og pínligt, at vit í Havnar kommunu mugu balla burturkast og senda tað niður til Danmarkar at brenna. Men sum nú er, er ongin annar møguleiki, sigur Turið Horn. Fýra ár at byggja Tað tekur umleið tvey ár at projektera og aftur næstan tvey ár at byggja eina nýggj brennistøð. Tað vil siga næstan fýra ár tilsamans, áðrenn vit VIT YNSKJA EINA VIT YNSKJA EINA BRENNISTØÐ BRENNISTØÐ FYRI ALT LANDIÐ FYRI ALT LANDIÐ – Tað gevur ikki meining at hava tvær brennistøðir í Føroyum. Tað er at oyðsla pengarnar burtur. Vit mugu síggja alt Føroyar sum eitt land. Eg vil stríðast fyri eini felags brennistøð, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar býráð Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar býráð