mánadagur 6. januar 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2
TÍÐINDI
fáa eina nýggja brenni
støð.
–
Tórshavnar
kom
muna hevur í framtíðar
fíggjarætlanini frá 2021
sett umleið 115 milliónir
krónur av hvørt ár í fýra
ár til nýggja brennistøð.
Vit mugu gera nakað nú.
Eg vóni, at vit fáa eina
góða loysn við eini felags
brennistøð fyri alt landið.
Tær upphæddirnar, sum
er settar av til í ár, eru
bara lappaloysnir, sigur
Turið Horn.
Øðrvísi nevndarbýti
Uppleggið
til
nevndarbýtið leggur upp
til, at Havnin bara skal
hava eitt umboð, meðan
verandi kommunur í IRF
skulu hava seks umboð.
– Vit arbeiða við hesum
málinum, og kanska vit
fáa gjørt broytingar í
mun til tað, ið liggur á
borðinum. IRF eru eisini
sinnað at fáa eina góða
loysn, sigur Turið Horn.
Hon vísir annars á, at
Komunala Brennistøðin
hevur gott samstarv við
IRF um ymisk viðurskifti,
millum annað um felags
tyrving, sum skal vera í
Kvívíkshaganum.
Tíverri ikki fingið
virðiliga umtalu
Forkvinnan í Náttúru- og
umhvørvisnevndin held
ur, at politikarar hugsa
ov nógv avmarkað um
Havnar kommunu.
– Málið um eina felags
brennistøð hevur tíverri
ikki fingið eina virðiliga
umtalu.
Eg
vóni,
at
politikkara vilja síggja
alt Føroyar sum eitt
land og hugsa størri og
meiri visjónert enn gjørt
verður í dag, sigur Turið
Horn.
– Eg haldi, at ein nýggj
felags brennistøð fyri
allar Føroyar er nógv
tann besta loysnin. Tað
er munandi bíligari, tað er
grønari, vit fáa gagnnýtt
ruskið best, og vit kunnu
skilja og endurnýta mun
andi meira enn vit gera
í dag. Eg vil stríðast fyri
hesi loysnini, sigur Turið
Horn.
frants@sosialurin.fo
Fyrrverandi borgarstjór
in í Havnar kommunu
hevur als ikki hug at sláa
saman við IRF og fáa
eina felags brennistøð
fyri alt landið.
– Vit hava eina væl
virkandi brennistøð í
dag. Hon klárar bara ikki
at brenna meira, enn
hon ger. Men fáa vit ein
nýggjan ovn norðanfyri
verandi brennistøð, so
kundu vit havt tveir
ovnar, sum kundu av
lasta hvønn annan. Tað
hevði verið ein góð loysn
hjá okkum, sigur Heðin
Mortensen.
Gangi aldrin við upp
á nevndarbýtið
Hann vísir á, at Havnar
kommuna
skal
hava
møguleika at útbyggja
fjarhitaskipanina, og tí
má brennistøðin vera í
Tórshavnar kommunu.
Hann heldur, at sam
starvið við IRF gott kann
halda fram, men hann
ynskir ikki nakra saman
legging.
– Vit hava fjarhita
í Havnini, og vit eru í
gongd við at útbyggja ta
skipaina. Um tað verður
ein brennistøð, so veit eg
ikki, hvar hon kann koma
at liggja. Lagt er upp til,
at fáa eina sjey mannað
nevnd,
har
Havnin
bara hevur eitt umboð í
nevndini. Um tað verður
soleiðis,
kunnu
ting
skjótt broytast, og tað
kann koppa tann skeiva
vegin fyri okkara part.
Eg gangi aldrin við uppá,
at vit skulu gjalda mest,
men einki hava at siga,
sigur Heðin Mortensen.
Gott við tveimum
brennistøðum
Hann vísir á, at tá ið
brennistøðirnar
vórðu
bygdar í sínari tíð, so
var trupult at fáa semju
millum kommunurnar,
hvar
ein
brennistøð
skuldi vera.
– Ymisk uppskot vóru
frammi, hvar ein felags
brennistøð skuldi vera.
Men av tí at tað gekk
so drúgv tíð og einki
ítøkiligt hendi, so endaði
tað við, at Tórshavnar
kommuna bygdi sína
egnu
brennistøð.
Eg
haldi, at tað hevur rigg
að væl, at tað hava
verið tvær brennistøðir
– ein í Leirvík og ein í
Havn. Tær hava eisini
samstarvað og hjálpt
hvørjari aðrari, tá ið
tørvur hevur verið á tí,
sigur Heðin Mortensen.
Dýrari í rakstri
Viðvíkjandi
prísi,
so
heldur
fyrrverandi
borgarstjórin
heldur
ikki, at tað vera so nógvir
pengar at spara.
– Eg ivist í, um tað
verður bíligari við einari
brennistøð
fyri
alt
landið. Tað kann vera,
at tað verður bíligari
at byggja eina felags
brennistøð, men eg ivist
í, um hon verður bílig
ari í rakstri. Vit hava í
dag eina góða og effek
tiva skipan í Havn at
savna ruskið inn, men eg
vænti, tað verður mun
andi dýrari, um vit skulu
hava eina skipan fyri alt
landið, og tað er eisini
spurningurin, um tæn
astan verður eins góð,
sigur hann.
– Vit hava longu bygt
nógv út, og sum eg havi
skilt uppleggið, loysir tað
seg betri fyri Havnina, at
vit eru fyri okkum sjálvi,
sigur Heðin Mortensen.
Samstarv men ikki
samanlegging
Tá ið tað kemur til grøna
orku, endurnýtslu og
at fáa sum mest úr til
feinginum, heldur Heðin
Mortensen heldur ikki,
at tað er ein fyrimunur
at leggja saman.
– Vit í Havn eru nógv
frammalagari,
tá
ið
hugsað verður um at
nýta avlopshitan. Tað
verður samstarvað um
ymiskt við IRF, eitt nú
felags tyrving, og tað
er ordiliga gott. IRF eru
eisini framskygdir innan
ymiskt øki. Vit kunnu
framhaldandi samstarva,
men ikki leggja saman,
siur Heðin Mortensen.
Vit skulu hava okkara
egnu brennistøð í Havn
– Vit í Havnar kommunu hava bundið okkum til fjarhita til borgarar
í Havn gjøgnum Kommunalu Brennistøðina, og tí haldi eg, at tað er
best, at vit hava okkara egnu brennistøð. Vit kunnu tó gott samstarva
við IRF, sigur Heðin Mortensen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu
Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn
Verandi Kommunala
Brennistøðin á Hjalla
klárar ikki at brenna
meir, enn hon ger í dag