Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Frants Jensen – Nevndin hjá IRF og samgongan í Tórs­ havnar kommunu hevur tosað saman um eina samanlegging. Upp­leg­g­ið er gjørt á embætis­manna­ stigi, men politikararnir eru við í tilgongdini. IRF hevur lagt upp­ skotið fram fyri øllum lima­kommununum, men áðrenn nakað verður gjørt endaligt, skal málið samtykkjast á einum aðalfundi hjá IRF og á einum býráðsfundi hjá Tórshavnar kommunu, sigur Kristina Roest, for­ kvinnu í IRF. Hon vísir á, at IRF og umboð fyri Tórs­ havnar kommunu eru komin við einum felags­ upp­leggi, sum millum annað inniber, at IRF yvirtekur økið, bygn­ ingar og mobilar eindir hjá Kommunalu Brenni­ støðini á Hjalla, og at Tórshavnar kommuna gerst limakommuna í IRF. Uppleggið er, at felags­brennistøðin skal staðsetast á Hjalla í Havn. Effektivari brennistøð – Ætlanin er at byggja eina felags brennistøð á Hjalla, har pláss er fyri tveimum ovnum. Vit hava ongantíð tosa um at hava felags brenni­ støðina nakra aðra­ staðni. Brennistøðin og fyrsti ovnurin skulu eftir ætlan takast í nýtslu í 2025, og síðan skal verandi brennistøð á Hjalla niðurleggjast. Sein­ni ovnurin skal so takast í nýtslu í 2035, tá ið brennistøðin hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík skal niðurleggjast, sigur hon. Hon vísir á, at um annar ovnurin skuldi gingið fyri, so kundi brenni­støðin koyrt víðari við einum ovni. – Vit ynskja at fáa eina størri og effektivari brenni­støð, sum hevur nóg stóra brenniorku nógv ár fram í tíðina, og sum kann veita fýra til fimm ferðir meiri fjarhita enn verandi brennistøð, sigur Kristina Roest. Íløgan fer niður í helvt Hon vísir á, at tað eru nógvir fyrimunir at leggja alla viðgerð av burtur­kasti í Føroyum í eitt felag. – Vit fáa betri, tryggari og effektivari viðgerð av burturkasti, vit men­ na alla endurnýtslu í Føroyum munandi, vit fara at menna fjar­ hita­skipanina í Havn mun­andi, vit fáa nógv effektivari og bíligari rakst­ur, vit menna mið­ ling­ina munandi, og tað verður nógv bíligari. Fyri hvørja millión krónur í gjørdum íløgum fer kost­ naðurin úr 40 krónur fyri borgaran niður í 20 krónur fyri borgaran, sigur hon. Mett verður, at nýggja felags brennistøðin fer at kosta umleið 400 millión­ ir krónur. Tá so ovnur nummar tvey er liðugur, verða 100 milliónir krónur lagdar aftrat kost­naðinum. Tilsamans verður prísurin sostatt hálv milliard. Nevndarbýtið møguliga broytast Í uppskotinum verður lagt upp til, at verandi IRF kommunur skulu hava seks umboð, meðan Tórs­ havnar kommuna bara fær ein lim í nevndina. Hetta er tó ikki enda­ liga avgjørt. – Hatta er uppskotið, men hetta er ikki endaliga avgreitt enn, sigur Krist­ ina Roest, forkvinna í IRF. frants@sosialurin.fo Leggja brennistøðirnar saman IRF og samgongan í Tórshavnar Kommunu arbeiða við einum felags uppleggi at leggja báðar brennistøðirnar í Føroyum saman, so at vit bara hava eina brennistøð í framtíðini. Felags brennistøðin skal vera í Havn Kristina Roest, forkvinna í IRF Brennistøðin hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík