Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2 Selja skúrar við bátahylin Vilmund Jacobsen Hin 13. januar verður borgarafundur á Eiði um eina ætlaða vindmyllulund í kommununi, og tað er Eiðis kommuna, sum saman við SEV bjóðar til fundin. Borgarafundurin, sum byrjar klokkan 18, verður í mentanarhøllini á Eiði, og her eru øll hjartaliga vælkomin. Endamálið hjá Eiðis kommunu við borgarafundinum er at finna út av, hvat borgararnir í kommununi halda um hesa ætlan. Høvi verður eisini hjá fólki at seta spurningar til SEV og Eiðis kommunu í samband við ætlanina. Á borgarafundinum verða framløgur um ætlaðu vindmyllu­ lund­ina, og tað verða Eiðis kommuna og SEV, sum fara at standa fyri framløgunum. LONGRI OPIÐ: Nú farið er um ársskiftið, er Páls Høll aftur opin sum vanligt, men nú við víðkaðum upplatingartíðum. Vágs kommuna hevur nevniliga sett pengar av, so høllin kann vera longri opin um kvøldarnar. Fólk í Eiðis kommunu sleppa nú at siga sína hugsan um, hvat tey halda um eina ætlaða vindmyllulund í kommununi Borgarafundur um vindmyllulund í Eiðis kommunu Vilmund Jacobsen Herfyri lýsti Eystur­ kommuna fýra skúrar í sonevnda Lugarinum við bátahylin í Leirvík til sølu. Lugarið er lutfalsliga nýggjur bygningur, sum eitt nú hýsir undir­húsi­ num, og her eru fýra skúr­ar, sum verða seldir hægst­bjóðandi. Gólvvíddin á skúr­un­ um innan er 8,8 fermetrar, og ásetti minsti prísur fyri hvønn skúrin er 100.000 krónur. - Skúrarnir verða seldir fyri eins prís. Tað merkir, at lægsta boð av teimum fýra hægstu boð­unum, ið koma inn, verður søluprísurin fyri hvønn av teimum fýra skúrunum. Í Eysturkommunu vísa tey á, at skúrarnir standa á kommunalum leiguøki, og leigusáttmáli verður gjørdur við treytum um nýtslu, leigukostnað, við­ líka­hald og annað. Freistin at lata boð inn er sett til 15. januar 2020, og tað eru borgarar í Eysturkommunu, sum hava framíhjárætt at keypa skúrarnar. Freistin at keypa fýra nýggjar skúrar í Leirvík er 15. januar Hvalbiar kommuna fær nú nýggjan bátahyl, og stutt fyri jól varð sáttmáli undirskrivaður millum Articon og kommununa. Á myndini eru tað Janus Thomsen og Gunnhild Mortensen vegna Hvalbiar kommunu og Jón Sigurðsson, stjóri í Articon. Avatak farin til fiskiskap Vilmund Jacobsen Heimasíðan hjá Royal Greenland veit at siga, at Avatak, sum er nýggjasta skipið hjá felagnum, samstundis er størsta fiskiskip í Grønlandi. Skipið kom til Nuuk hin 3. januar, og longu dagin eftir - leygardagin 4. januar - fór Avatak sín fyrsta túr á rækjuveiði. Á heimasíðuni vita tey eisini at siga, at Avatak sigldi fram við grønlendsku bygdini, Aappilattoq í Suðurgrønlandi, nýggjársdag, har skip og manning fingu eina stuttliga móttøku. - Vit sigldu gjøgnum Prins Christianssund, tí tað var stormur á Kappanum. Tá vit sigldu fram við Aappilattoq, kom ein jolla út og fylgdist við okkum, og úr landi sendu tey eisini rakettir, sigur skiparin, Tordar Dimon, við heimasíðuna hjá Royal Greenland. Avatak er bygdur í Bilbao í Spania, og haðani loysti skipið hin 16. desember við kós móti Føroyum. Í Føroyum helt manningin jól, og hin 28. desember varð aftur loyst í Føroyum og kósin sett móti Nuuk í Grønlandi. Nýggjasta skipið í grønlendska fiskiskipaflotanum er 82,3 metrar langt og 18 metrar breitt. Skipið verður formelt navngivið við Atlantbryggjuna í Nuuk á mentanarnáttini, vita tey hjá Royal Greenland at siga á sínari heimasíðu. Fleiri føroyingar eru við Avatak, og tað eru í fyrsta lagi yvirmenninir, sum eru føroyingar. Um jólini høvdu vit hin skiparan á nýggja trolaranum, Jógvan Tróndarson á In.fo, og tað eydnaðist okkum eisini at leggja nakrar reglur út við maskinstjóranum, Brian Hansen, sum fór umborð í Føroyum og var við á ferðini yvir til Grønlands við Avatak. Eiðis kommuna vil nú hava at vita, hvat borgarar í kommununi halda um eina vindmyllulund í kommununi Durita Fagradal Augustinussen er 28 ára gomul og býr í Havn