mánadagur 6. januar 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Størsta bygging
á landi í Føroyum
– Landssjúkra
húsið – er vorðin
nógv dýrari enn
ætlað
Árni Gregersen
arni@sosialurin.fo
Almenni
myndugleikin
í
Føroyum stendur við einum
stórum spurningi at taka
støðu til her fyrst í árinum.
Fyri at nýggi H-bygn
ingurin skal kunna gerast
liðugur og sambindast við
verandi sjúkrahús skal játt
anarmyndugleikin koma við
í minsta lagi 150 milljónum
krónum afturat, so verkætl
anin tilsamans fer upp um
800 milljónir krónur.
Upprunaliga var ætlanin,
at verkætlanin skuldi kosta
650 milljónir tilsamans.
Gamaní er talan um eina
verkætlan, sum byrjar í 2008,
men broytingar eru gjørdar í
2011, 2013 og 2017.
Lóginrnar snúgva seg um
at høvuðsumvæla, nútím
ansgera og útbyggja Lands
sjúkrahúsið.
Kaj Leo Holm Johannen
sen, landsstýrismaður, hevur
lagt uppskot fyri tingið um
at játta 150 milljónir afturat,
so verkætlanin kann gerast
liðug eftir ætlanini.
Uppskotið kom í tingið
um hálvan januar, men for
maðurin í Løgtingsins fíggj
arlóg, Magnus Rasmussen,
segði kortanei at viðgera
uppskotið í farna árinum,
men vildi hava stundir at
viðgera umbønina í nýggja
árinum.
Formaðurin
í
fíggjar
nevndini hevur sagt við
Sosialin, at hetta er ein so
stór eykajáttan, at hetta vil
nevndin hava stundir at seta
seg væl inn í.
Nógvar forkláringar
Við lógaruppskotinum, sum
er lagt fyri tingið, eru nógv
ar orsøkir nevndar til, hví
H-bygningurin verður so
dýrur.
Heilsumálaráðið
sigur,
at staðfest er, at verandi
verkætlanin við H-bygning
inum gerst 101,2 mió. kr. dýr
ari enn upprunaliga ætlað.
Greitt kann vera frá, at allur
byggiroknskapurin er gjøgn
umgingin og framroknað er,
hvør samlaði kostnaðurin
fyri verkætlanina H-bygn
ingurin fer at verða.
Víðari verður sagt:
Handverkaraútreiðsl
urnar
verða
dýrari
enn
mett í ætlanini, tí at mettu
útreiðslurnar
til
hand
verkarar høvdu ov lítlar
og
skeivar
avsetingar
í
upprunaligu kostnaðarætl
anini.
Í
løgtingsmáli
47/2016
er ein feilur hendur, sol
eiðis at 13,4 mió. kr. til há
isolatiónsstovur ikki vórðu
taldar við í upphæddini.
Hetta er nú tikið við. Eisini
vóru sparingar fyri 15 mió.
kr. í ætlanini, og hevur tað
ikki eydnast at koma á mál
við teimum.
Eitt sum fellur í eyguni er,
at ov lítið av pengum upp
runaliga er settur av til proj
ektering avf fleiri pørtum av
verkætlanini.
Til dømis sær tað út til
at koma óvart á, at tilrigg
ing og avrigging av sjálvum
byggiplássinum ikki er við í
upprunaligu kostnaðarmet
ingunum.
Heldur ikki tryggingar og
íbindingargjøld eru tikin við
í upprunaligu kostnaðarætl
anina.
Millum annað tí er sjálvur
H-bygningurin vorðin 100
milljónir dýrari. Afturat tí
koma so eisini nýggj krøv frá
brúkarunum.w
Fermetraprísurin
fyri
bygningin verður nú mettur
at vera um 40.000 krónur.
Byggigøla skal krógvast
yvir fleiri fíggjarlógir
Hetta
inniheldur nýggi
H-bygningurin
Nýggi bygningurin, nevndur H-bygningurin, skal hýsa
nýggjum psykiatriskum depli, nýggjari medisinskari
seingjadeild við einastovum, nýggjari føði- og barsilsdeild,
nýggjari rehabiliteringseind og nýggjum køki.
Samlaða fermetratalið er 15.150.
Bygningurin kostar tilsamans 604,4 mió. kr. og verður
fermetraprísurin slakar 40 tús. kr.
Bygningurin er samansettur av:
Hædd H-2: Tøknirúmi, vaskisentrali til sengur,
goymslu, ruskrúmi og parkeringskjallara. Í alt umleið
3.700 m2 .
Hædd H-1: Køki og felags kantinu umleið 1.650 m2 .
Seingjadeild til psykiatriska depilin, sum er umleið 1.650
m2 við 25 seingjaplássum. Harumframt garður 450 m2 .
Hædd H0: Rehabilitering umleið 1.400 m2 . Dagdeild til
psykiatriska depilin umleið 1.100 m2 .
Hædd H1: Somatiskari seingjadeild við tveimum
háisolatiónsstovum. Víddin er umleið 2.300 m2 við 33
seingjaplássum, íroknað háisolatiónsstovur.
Hædd H2: Somatiskari seingjadeild. Har eru eisini
føðistovur og neonatalstovur. Víddin er umleið 2.300 m2
, og pláss er fyri 31 seingjastovum tilsamans. Hædd H3:
Tøknirúmi til ventilatión umleið 800 m2