mánadagur 6. januar 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
- Hóast Búskaparráðið,
Danski Tjóðbankin og
Føroya
Arbeiðsgevara
felag hava víst á av
bjóðingarnar við nógva
virkseminum og stóra
eftirspurninginum
í
føroyska
búskapinum,
so sær hetta ikki út til
at rína við politisku
skipanina, sum kyndir
enn meira undir glóð
heita búskapin.
Tað siga tey í Vinnu
húsinum í dag.
Víst
verður
á,
at
arbeiðsloysi í oktober
einans var 0,8%, og hetta
er lægsta arbeiðsloysið,
sum nakrantíð er skrá
sett í Føroyum.
- Vit hava fleiri ferðir
víst á, at vinnuni tørvar
arbeiðsmegi fyri yvir
høvur at kunna fylgja við
høgu ferðini, stóra eftir
spurninginum og nógva
virkseminum í føroyska
samfelagsbúskapinum.
Í
Føroya
Arbeiðs
gevarafelag
siga
tey,
at tað er vorðið alsamt
torførari hjá føroysku
vinnuni
at
útvega
arbeiðsmegi úr teimum
londum,
ið
vit
hava
fingið arbeiðsmegi úr
seinastu árini.
- Hetta er serliga úr
londunum eystan fyri
og úr baltisku londun
um, sum nú eisini hava
framgongd í búskapi
num. Hetta merkir, at
hesi lond eisini hava
brúk
fyri
síni
egnu
arbeiðsmegi.
Føroya Arbeiðsgevara
felag hevur tí heitt á
politisku
myndugleik
arnar um at víðka at
gongdina hjá føroysku
vinnuni til at útvega sær
útlendska arbeiðsmegi,
men vinnan hevur einki
hoyrt
aftur
enn
frá
politisku skipanini hes
um viðvíkjandi.
- Harafturímóti hev
ur
løgtingið
skrúvað
enn meira upp fyri hita
num
undir
føroyska
búskapinum í løgtings
fíggjarlógini fyri 2020,
sum varð samtykt í løg
tinginum beint fyri ár
skiftið.
Føroya Arbeiðsgevara
felag vísir á heimasíðuni
– industry.fo – á talvu,
sum
lýsir
uppáhald
felagsins um, at politiski
myndugleikin
hitar
undir
frammanundan
glóðheitan búskap.
- Í fíggjarlógini fyri
2020 veksa rakstrarút
reiðslur
landskassans
við 406 miljónum krón
um svarandi til 8,3 pro
sent
samanborið
við
rakstrarútreiðslurnar
í fíggjarlógini fyri 2019,
sum løgtingið samtykti
fyri góðum ári síðan.
Føroya
Arbeiðs
gevarafelag vísir á, at
árini 2015 til 2018 var
árligi
miðalvøksturin
í
rakstrarútreiðslum
landskassans
stívliga
fýra
prosent,
men
í
rakstrarútreiðslunum
fyri 2020 er vøksturin
meira enn tvífalt so
høgur, sum árligi miðal
vøksturin seinastu árini.
- Harumframt er eisini
ein munandi vøkstur í
løguútreiðslunum, sum
veksa 64 miljónir krónur
svarandi
til
stívliga
16,8%,
í
fíggjarlógini
fyri 2020 samanbornar
við løguútreiðslurnar í
fíggjarlógini 2019, sigur
Føroya
Arbeiðsgevara
felag.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir
á politisku myndugleikarnar um
at víðka atgongdina hjá føroysku
vinnuni til at útvega sær útlendska
arbeiðsmegi, men vinnan hevur einki
hoyrt aftur enn frá politisku skipanini
STONGDIR SKÚLAR: Í dag, mánadagin 6.
januar, nú flestu skúlar skuldu byrja aftur, var
illveður frá morgunstundini. Hetta førdi til, at
flestu rutur hjá Bygdaleiðum vórðu avlýstar, og
fleiri skúlar kring landið avlýstu skúlagongdina.
Vilmund Jacobsen
Hin 4. januar skrivar
Óli M. Lassen, reiðari
í Klaksvík, soleiðis á
sínari Facebook-síðu:
- Í nátt klokkan 04
stevndi okkara frysti
línuskip M/S Jákup B út
eftir vánni á veg til fiski
skap. Ein stór løta...”
Reiðarin leggur aftr
at, at hann ynskir øllum
ein góðan túr.
Nýggi Jákup B er
fyrrverandi frystilínu
skipið, Klakkur.
Teir, sum áttu Klakk
og nú hava keypt eitt
enn nýggjari skip, eru í
hesi løtu á veg heim úr
Noregi við skipinum.
Nýggi Klakkur verð
ur væntandi verður í
Føroyum einaferð mið
skeiðis í hesi vikuni.
Nýggja skipið hevur
dragibrunn sum merkir,
at línan verður drigin
upp gjøgnum ein brunn
í botninum.
Henda skipan merkir
eisini, at alt arbeiðið
umborð verður gjørt
undir dekki.
Í dag, 6. januar 2020,
fyllir Elsa Leo Joensen í
Fuglafirði, ættað úr Vági,
100 ár. Dagurin verður
hildin á Eysturoyar Røktar-
og Ellisheimi í Runavík í dag
frá klokkan 14-16.
Stór løta í Klaksvík
Gívurin er
ikki
heima
Vilmund Jacobsen
Seinastu tíðina hevur
verið nógv illveður vestan
eftir, og hetta gevur stóra
aldu og brim vestanfyri.
Hin 4. januar í ár hugleiðir
Bjørn Patursson,
fyristøðumaður í Koltri,
soleiðis á Facebook-
síðuni - Koltur - um brim:
- Tað er ein heilt serlig
uppliving hvørja ferð, slíkir
brimdagar eru. Upplivingin
er líka so dragandi sum
allar bestu summardagar.
Bjørn Patursson vísir á,
at einsamallur í náttúruni
er eitt hvørt dragandi
og lokkandi við hesum
ófatiligu náttúrukreftum,
sum gera seg galdandi.
Í samband við viðheftu
mynd, sum Bjørn
Patursson tók av briminum
í Koltri, sigur hann soleiðis:
- Undir Gíningi býr ein
gívur. Men, hon er ikki
altíð heima. Vónandi ikki í
dag... leggur hann aftrat.
Land og kommunur kynda
undir glóðheitan búskap
Nýggi Jákup B, fyrrverandi
Klakkur, fór í síðstu
viku á sín fyrsta túr
- Árini 2015 til 2018 var árligi miðalvøksturin í rakstrarútreiðslum landskassans
stívliga fýra prosent, men í rakstrarútreiðslunum fyri 2020 er vøksturin
meira enn tvífalt so høgur, sum árligi miðalvøksturin seinastu árini