mánadagur 6. januar 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 16. desember 2019 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leygardagin var
stórt hátíðar
hald í Stiðjagøtu
í Havn, har Bil
røkt hevur bygt
nýggjan, stás
iligan framsýn
ingarbygning
Eirikur Lindenskov
P/F Bilrøkt í Havn er nýtt
Kia umboð í Føroyum, og tí
tí sambandi hevur fyritøkan
bygt stásiligan framsýning
arbygning upp í verkstaðs
bygningin í Stiðjagøtu, har
felagið hevur hildið til síðani
2008.
Tá Bilrøkt byrjaði sítt
virksemi fyri 15 árum síðani
var talan mest um at røkja
bilar við vaksing, polering og
reinsan av bilum innan sum
uttan.
Brúktbilasøla
gjørdist
skjótt eisini týðandi partur
av virkseminum, sum síðani
hevur ment seg við rustvið
gerð, vælútgjørdum bilverk
staði, bæði mekaniskt og
plátu- og lakkverkstað. Felag
ið fæst eisini við upphøgging
av bilum og útvegar brúktar
eins og nýggjar eykalutir, og
er eisini dekksøla.
Síðsta skotið á stammuni
er so søla av nýggjum bilum
av merkinum Kia – umboðið í
Føroyum, sum felagið hevur
tikið yvir frá Berg Motors,
sum hevur havt umboðið
fyri Kia í Føroyum, sum Der
ek Brockie gavst við DB Bil
um fyri umleið 15 árum síð
ani.
Nógv fólk vitjaði hjá Bil
røkt leygardagin, tá nýggja
høllin varð sýnd fram og
mongu nýggju Kia bilarnir.
Har vóru røður og nógv gott
til matna og at leska sær við,
og Jens Marni Hansen undir
helt við sangi og spæli.
Kia er eitt suðurkoreanskt
bilmerki. Verksmiðjan hevur
høvuðssæti í Soul í Suður
korea, og størsti partaeigarin
í felagnum er størsta bilverk
smiðja í Suðurkorea, Hyun
dai Motor Group, sum eigur
44 prosent av Kia Motor, sum
er næststørsta bilverksmiðja
í landinum.
Bilrøkt selur nú Kia bilar í Føroyum
Nýggja stásiliga framsýningarhøllini hjá Bilrøkt, sum hýsir Kia-bilunum (Myndir: Álvur Haraldsen)
Fegnir feðgar: Heini á Borg og Jákup á Borg, sum umframt at
vera kendur úr fótbólti bæði er stovnari og stjóri í P/F Bilrøkt
Nógv fólk nýttu høvið leygardagin at vitja stásiligu
framsýningarhøllina, sum felagið hevur bygt í Stiðjagøtu
Royndi Kia-sølumaðurin, Vinjard Johansen, starvsast nú sum
Kia-sølumaður hjá Bilrøkt
NÚ ERU 38.887 AKFØR Í FØROYUM
Við árslok vóru 38.887 akfør skrásett í Føroyum.
Tað eru øll akfør tilsamans. Sum vera man er talið
av persónbilum nógv tað størsta, 25.932 persón
bilar vóru skrásettir í Føroyum við árslok. Næst
størsti bólkurin eru vøruvognar, sum vóru 4271 í
tali. Síðani koma viðfestisvognarnir, sum eru 3430 í
tali. Purtlini eru 1835 í tali, og talið av lastbilum er
712, og talið av motorsúkklum er 624.