Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Pætur Albinus FLOGBÓLTUR Tað var eitt óvæntað bragd í Meistaradeildini hjá kvinnum leygar­dagin, tá ið SÍ megnaði at koppa oddaliðnum í deildini, Mjølni, í Klaksvík. Heimaliðið vann sum ætlað fyrsta settið 25-22, men síðani tóku teir væl uppløgdu gestirnir yvir og vunnu tey næstu trý settini 25-17, 25-20, 25-12. Heima á Gilja­nesi vann avbjóðarin í toppi­num, Dráttur, greiðan sigur á botnliðnum, TB. Har vóru settúrslitini 25-10, 25-12, 25-19. Seinasti dysturin var í gjár, sunnudagin, har tvey av mittaru liðunum í deildini, KÍF og Fleyr, dystaðust. KÍF vann dystin 3-1 eftir settúrslitini 25- 11, 25-20, 26-28, 25-17 og eru á triðja plássi í deildini, trý stig aftanfyri Drátt. Í meistaradeildini hjá monn­um fekk oddaliðið, Mjøl­ nir, hevnd fyri tapið ímóti SÍ fyri trimum vikum síð­ani, nú teir leygardagin vun­nu 3-1 á heimavølli ímóti SÍ, sum tó aftur hesaferð gav greipu­ vinnar­unum úr Klaksvík rími­ liga skarpan gang. Mjølnir vann 25-22, 25-27, 25-21, 25-18. Hin dysturin var á Kambsdali í gjár, har ÍF vann 3-1 á Fleyr. Fleyr legði annars best fyri og vann fyrsta settið 25-18, men ÍF streyk avstað við næstu trim­ um settunum 26-24, 25-19, 25-22 og hevur nú sett seg á 2. plássið í deildini, har SÍ og Fleyr tó eru beint í hølunum. Mjølnir er langtsíðani strokið avstað og er heili 17 stig frammanfyri. HONDBÓLTUR Tað er framvegis ein møguleiki fyri, at Jóhan á Plógv Hansen slepp­ur við til EM í hondbólti, sum byrjar nú hósdagin. Før­ oyski høgri vongurin á danska landsliðnum hevur verið við í Golden League-dystunum hjá Danmark sum avloysari fyri Lassa Svan Hansen, ið hevur drigist við ein skaða í økslini. Leygardagin fekk Lasse eisini ein skaða í annan fótliðin, og meðan tað framvegis er ógreitt hvussu umfatandi skaðin er, so hevur Jóhan prógvað, at hann er tilreiðar at taka við sum av­loysari. Í dystinum ímóti Noregi skeyt hann trý mál í 28-26-sigri, og ímóti Fraklandi í gjár skeyt hann aftur trý mál í 31-30-sigri. Hann býtti leik­ tíð­ina við Hans Lindberg og spældi harvið bara ein hálv­leik í hvørjum dysti. Jóhan skor­aði upp á allar sínar fimm mál­ møguleikar. Føroysku hond­bólts­kvinn­ ur­nar í danska Vend­syssel, Bjarta O. Johansen og Pernille Branden­borg, eru framvegis á ein­um deildum 1. plássi í næst­bestu donsku deildini eftir 27-22-sigur á heimavølli ímóti Roskilde í gjár. Bjarta O. Johansen er við barn og spælir tí ikki í løtuni, men Pernille Brandenborg, sum er før­ oyskur landsliðsliðskipari, var við og gjørdi góðan mun við fýra málum. Nú kappingin er hálvrunnin er Vendsyssel stavn um stavn við Ringkøbing á fyrsta plássi. Vendsyssel spælir aftur leygardagin á heimavølli ímóti aftasta liðnum í deildini, IF Stjernen. SÚKKLING Danska ítróttarsambandið, DIF, skipaði leygarkvøldið fyri galla, har árligi stóri heiðurin sum ársins ítróttarnavn varð latin. Heiðurin varð hesa­ ferð latin súkklaranum, Mads Pedersen, sum í 2019 gjørd­ ist heimsmeistari í súkkl­ing á landavegi. Hetta var púra óvæntað, og tann 24 ára gamli lutfalsliga ókendi súkkl­arin legði allar heimsins súkklu­ stjørnur afturum seg. - Takk til landsliðsvenjaran fyri at úttaka meg. Takk til dreingirnar, sum eg súkklaði við tann dag­in. Takk til familjuna fyri at stuðla mær í mínum øru hugskotum seinastu árini, segði Mads Ped­ er­sen í takkar­røðuni. Vinn­arar av ársins ítróttar­navni seinastu árini hava verið í 2018 Caroline Wozniacki (tennis), í 2017 Viktor Axelsen (badminton), í 2016 Pernille Blume (tennis), í 2015 René Holten Poulsen (kajak) og í 2014 Camilla Pedersen (triat­ lon). EM-DYRNAR HJÁ JÓHAN ERU GLOPPAÐAR Lasse Svan Hansen hevur fingið ein nýggjan skaða at dragast við, og tað kann merkja at Jóhan á Plógv Hansen møguliga sleppur við til EM seinni í vikuni Meistaradeild menn LIÐ DYSTIR STIG 1. Mjølnir 10 27 2. ÍF 8 10 3. SÍ 8 9 4. Fleyr 10 8 Meistaradeild kvinnur LIÐ DYSTIR STIG 1. Mjølnir 8 19 2. Dráttur 8 16 3. KÍF 8 13 4. Fleyr 8 9 5. SÍ 7 8 6. TB 7 4