mánadagur 6. januar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Camp Nou, Barcelona
Brádliga síggjast fleiri tíggju
túsund skelti, sum annars
blivu skrætt okkum av hond
um á veg inn á leikvøllin. Her
rópini hegla oman á vøllin og
katalansk fløgg eru á lofti.
Politiska støðan í Katalonia er
so spent, at dysturin er longu
útsettur einaferð. Boðskapur
in er, at Spaina skal lata polit
isku fangarnar leysar og virða
rættin hjá katalanska fólki
num.
Tað eru bara 17 minuttir far
nir av El Clasico, men tað er
longu greitt at hetta er meiri
enn ein fótbóltsdystur.
“El Clasico”
“El Clasico” er uppgerðin mill
um FC Barcelona og Real Mad
rid, og verður mangan rópt
sum tann størsta uppgerðin, ið
fótbólturin eigur. Real Madrid
er kongafelagið úr høvðus
staðnum, ið heilar 13 ferðir er
kosið til besta liðið í Evropa.
Teir hvítu umboðað eitt samlað
Spania, har Madrid er stóri
býurin við politiska- og her
naðarliga valdinum.
Avbjóðarin er FC Barcelona
úr katalanska landspartinum
fyri eystan. Ein landspartur,
ið ikki vil leggja seg undir
spanska kongahúsið, eftir at
einaræðisharrin
Francisco
Franco ráddi fyri borgum frá
1939 til 1975.
FC Barcelona er ímyndin av
politiskum frælsi fyri katalanar.
Glæsiligi leikvøllurin, Camp
Nou, var einasta staðið, har
katalanar kundu tosa kata
lanskt og flagga við kata
lanskum
fløggum,
og
við
tíðini er tekniski fótbólturin
blivin víðagitin. Reyðu og
bláu strípurnar hava verið ein
ímynd av nýmótans fótbólti,
síðani Johan Cruyff skifti frá
Ajax í 1973.
“El Clasico” útsett
Upprunaliga skuldi uppgerðin
millum
arvafíggindarnar
í
sponsku landskappingini verða
spældur 26. oktobur, men tað er
so nógvur politiskur ófriður, at
dysturin verður útsettur til 18.
desembur.
Níggju leiðandi limir frá
loysingarrørsluni, sum skipaðu
fyri fólkaatkvøðuni í Katalonia
í oktobur 2017, fáa harðar revs
ingar. Tað øsir fólkið í Kata
lonia.
Ófriður er í gøtunum hesar
dagarnar. 80 fólk koma til
skaða og 33 verða handdtikin í
sambandi við ófriðin. Spanska
fótbóltssambandið velur av
trygdarávum at útseta dystin.
Tað er aftur boðað frá
mótmælistiltøkum til dystin
18. desembur, men katalanska
frælsisrørslan,
Democratic
Tsunami, boðar frá at ætlanin
er ikki at órógva sjálvan dystin.
Messi í París
Tað vísur seg at besti møgu
leikin at ferðast til Barcelona á
hesum sinni er umvegis París.
Á flogvøllinum ber til at keypa
franska tíðarritið, France Foot
ball, sum skipar fyri Ballon d’Or
atkvøðugreiðsluni.
Sosialurin
hevur atkvøðurætt til Ballon
d’Or og tað sæst aftur í blaðnum.
Á forsíðuni er Lionel Messi,
sum júst hevur vunnið gull
bóltin fyri sættu ferð. Eina ferð
fleiri enn Cristiano Ronaldo,
sum í fleir ár var hansara
størsti kappingarneyti, meðan
hann spældi í
Real Madrid.
Sosialurin
a t k v ø d d i
eisini
fyri
Lionel Messi
hesa
ferð,
men
tað
var í harðari
kapping
við
miðverjan
hjá
Liverpool, Virgil
van Dijk. Síðani
kom
Cristiano
Ronaldo á triðja plássi.
1.700 krónur fyri
gylta atgongumerkið
Sermerkt
við
Barcelona
er at tað er ein býur,
sum sveimar millum
ta
siðbundna
og
lokala,
og
so
pengamaskinuna,
sum
ferðavinnan
hevur gjørt býin
til.
Tað
verður
gjørt nógv burtur
úr
ferðavinnuni
og
tað
merkist
eisini á stóra fót
bóltsfelagnum
í
býnum. Í mun til eitt
nú teir stóru dystirnar í
Premier League, so er lut
falsliga lætt at fáa atgongu
merki til El Clasico, men prís
urin stendur ikki heilt í mát við
prísstøðið í Spania.
Til
júst
hendan
dystin
kostar eitt atgongumerki á
triðju rekkju handan annað
málið góðar 1.700 krónur.
Hinvegin, so er eisini bíligari
atgongumerki og heimasíðan
hjá FC Barcelona er greið og
løtt finna runt á. Tú fær eina
teldugjørda mynd, sum vit
kenna
frá
G o o g l e
view, av tínum sitiplássum
og
hvørji
pláss
eru
tøk.
Endamálið við júst hesum
atgongumerkinum er, at tað er
tætt upp á sjálvan vøllin.
Tað er eisini sermerkt, at
dysturin ikki er útseldur á
dystardegnum.
Á
høvðus
gongugøtuni, sum eitur La
Rambla, standa
tvey
fólk
við
einum skelti, har
tað
stendur
at
nú eru bara heilt
fá
atgongumerki
eftir. Camp Nou tekur
næstan hundrað túsund
áskoðarar, og tað er sjáldan
at tað er fullsett.
Tað merkist heldur ikki
á sama hátt, sum í eitt nú
Liverpool, at stórdystur er
hetta kvøldið. Gamaní gongur
onkur í FC Barcelona troyggju,
men tað er einki at síggja til
politiskan ófrið ella “El Clasico”
á høvðusgongugøtuni.
Tó eru fleiri katalansk fløgg
at síggja í vindeygunum og
á altanunum á fleiri av síðu
Dysturin millum FC Barcelona og Real Madrid er meiri enn
bara ein fótbóltsdystur. Tað er sjón fyri søgn, tá Sosialurin
var til “El Clasico” uppgerðina. Dramatikkurin var
uttanfyri vøllin, har politisk ónøgd elvdi til mótmæli
Ferðafrásøgn:
EL CLASICO
EL CLASICO
– MEIRI ENN EIN
– MEIRI ENN EIN
FÓTBÓLTSDYSTUR
FÓTBÓLTSDYSTUR