Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR gøtunum. Tað er eisini áhuga­vert at síggja hvussu nógvir handlar selja ymiskt prýði við FC Barcelona, og so liggur ein Real Madrid handil eisini mitt á La Rambla. Mótmælisgonga uttanfyri Camp Nou Tað eru møguleikar at ferðast til leikvøllin við bæði bussi, metro og toki. Tað eru fleiri í undirgrundini, sum leita eftir rætta metrotokinum. Leiðin gongur til Les Corts støðina, sum er stutt frá Camp Nou. Eina løtu er eitt sindur av iva um hetta er rætta leiðin, men so hvørt tað legst afturat við fólk í FC Barcelona troyggjum, so veksur tryggleikin. Tað er stúgvandi fult av fólki í metrotokinum, tá tað steðgar við Les Cortes og tað er sum sild í tunnu, tá leiðin gongur upp gjøgnum trappurnar til gongugøtuna. Her merkist ein spentur stemningur í somu løtu, sum tú traðkar seinasta fetið úr undirgrundini. Fyrst fyri stendur ein maður og deilir út andlitsmaskur við Lionel Messi. Onkur átekning er á og tað er skjótt at gita sær til, at tað er ein politiskur boðskaður. Nærri leikvøllinum er trong­ligt at ganga. Fólk sita á vegnum og tað vísur seg at vera ein partur av mót­mælis­gonguni. Tað minnir í løtum um ólavsøku á midnátt. Miðbýurin í Barcelona er handilsligur og ein penga­ maskina, men økið uttanfyri Camp Nou er meiri lokalt. Tað tekur eina góða løtu at fáa nakað at drekka inni á eini kafé, sum verður rikin av ein­ um eldri parið. Helst er tað dótt­urin ella onkur, ið stendur teim­um nær, sum í størri mun hevur skilt boðskapin. Hon roynir av øllum alvi at tryggja at øll fáa. Hon kundi sikkurt arbeitt í einum bási til festivalarnar í Føroyum. Brádliga hoyrist ein harður brestur, frá eini fýr­verks­ bumbu. Tað eru teir mælsku fjeppararnir hjá FC Barcelona, sum er á veg. Seinni uppliva vit, at teir gera tað sama, men teir gera nógv fyri at ongin er hjástaddur, tá fýrverksbumban brestur. Spain, Sit and Talk! Komin heilt tætt at leik­vølli­ n u m møta vit Toni. Hann er ein tilkomin maður, sum er partur av Democratic Tsunami rørsluni. Hann handar út skelti, har tað stendur “Spain, Sit and Talk”. Hann greiðir frá, at tað er ongin vegur fram at búra fólk inni í longri tíð, men at ynski er at Spania ikki skal ráða við slíkum harðræði. -Spania má seta seg við samráðingarborðið og tosa, sigur hann. Undir setninginum stan­ da orðini; Drets (rætt­indi), Llibertat (Frælsi) og Auto­ deter­mi­nació (Sjálvs­av­ gerðarrættur). Ein annar flaggar við einum størri flaggið, har tað stendur “Free­dom, Political Prisoners”. Fleiri teirra, sum taka lut í mótmælistiltøkunum, eru til­komin fólk. Tú kennir teg ongan­tíð hóttan og tey greiða fegin frá síni støðu, og lata seg av­mynda. Tey kenna eisini Før­oyar. Onkur frá politisku støðu­ni hjá okkum, meðan onnur vakna við, tá tey fáa koma í tankar um, at Føroyar og Spania hava spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum í seinastuni. Á veg inn á leikvøllin standa uppaftur fleiri og deila út av skeltinum, sum tey ynskja at fólk skulu taka við inn á Camp Nou. Komin fram til inngongina sigur ein, at vaktirnir taka øll skeltini. Onkur velur tí at leggja tey eftir, meðan onnur finna snildar mátar at snýta vaktin uppá. Eitt nú við at stappa skelti niður í buksurnar og síðani troyggjuna útyvir. Maskan við Lionel Messi verður tikin frá okkum og beind í eitt ruskílat. Heldur ikki Lionel Messi sleppur framvið vaktinum hendan dagin, er tankin. Politikkur á vøllinum Tað er øllum greitt, at dysturin í kvøld hevur ein politiskan týdn­ing. Fleiri ferðir hoyrast her­róp um at leyslata politisku fangarnar, og at virða rættin hjá katalanum at hava eina politiska meining. Tá spæl­ ar­arnir koma á vøllin rungar “tjóðsangurin” hjá FC Bar­ce­ lona. Helmingurin av Camp Nou verður blátt og reytt, sum er litirnir hjá felagnum, men hin helmingurin verður gulur og reyður, sum eru katalansku litirnir. Eisini síggjast stórar plakatir við politiskum boð­ skap­um á. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki verður sjón fyri søgn, at talan er um eina politiska uppgerð. Brádliga fara øll á Camp Nou at rópa og nú síggjast fleiri tíggju­ túsund skelti, sum viðhaldsfólk hava tikið við inn. Handan annað málið, har ídnastu viðhaldsfólkini sita, eru fleiri katalansk fløgg og tvær stórar plakatir við orð­ unum “Spain, sit and talk!”. Tíðliga í seinna hálvleiki kom brádliga einir hundrað gulir bóltar á vøllin. Tað er eisini eitt tiltak, sum skal vísa á politisku støðuna. Jú, onkur hevur snýt vaktir­ nar! Ov tætt at vøllinum Tá dómarin bríkslar dystin í gongd gerst greitt, at tað var ov djarvt at keypa at­gongu­ merki á triðju rekkju. Øll skulu sita og tá sært tú ikki vøllin, tí lýsingartalvurnar og trygdarfólkini koma í veg­in. Millum teirra, sum sita fram­við vøllinum stutt frá okk­um eru fyrrverandi áleyp­ar­in í felagnum, Sonny Ander­son, og kendi franski mið­verjin, Marcel Desailly. Teir eru í miðlaørindum, men staðsetingin av teimum er ikki sæð fyrr. Tí betur fyri okkum, so eru