Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøkur í ð i n Bar­ce­lona v i ð ­h a l d s f ó l k tríggjar rekkjur longur afturi. Tey standa uppi og taka væl ímóti, tá vit spyrja um vit kunnu sleppa at standa saman við teimum. Slíkt hevði ikki gingið í Premier League. Tey trý, tvey mannfólk og eitt konufólk, greiða frá teim­ um ymisku herrópunum og tey kennast øll við Føroyar. Tey rópa við og eru íðin gjøgnum allan dystin. Hon greiðir frá, at hennara familja hevur verið fullveldisfólk gjøgnum fleiri ættarlið. Tað er stuttligt at vera so tætt upp á vøllin, men triðja rekkja handan málið er ov tætt upp á vøllin! Messi saknar Ronaldo Tað er eitt sindur undarligt at vera til dyst. Tað er ongin upp­ takt í sjónvarpinum, tú sær alt frá eini frástøðu og tað er ongin endurtøka í sjónvarpinum, tá ein møguleiki ella okkurt er hent. Tað er kø til kaffi og ølin er uttan alkohol. Tað manglar okkurt, tá Barce­lona ikki rættiliga megn­ ar at seta seg á dystin, og Real Madrid er uttan Cristiano Ro­ naldo, sum skifti til Juventus í 2018. Dysturin livir ikki upp til upptaktina. Brádliga gongur hann har. Lágvaksin við skeggi. Brøkurnar koma heilt niður á knøini. Virðingin fyri bólt­snill­inginum yvir teimum øllum er stór. Spælararnir hjá Real Madrid leggja nógv fyri, tá Lionel Messi hevur bóltin. Hann er keldan til tað mesta, sum heimaliðið hevur fram eftir vøllinum. Real Madrid er omaná og hevur bóltin meir, men tað blívur fyri tað mesta bara til innlegg, sum verjan hjá Barce­ lona ruddar vekk. Sum heild manglar okkurt í uppgerðini. Tað plagdi at verða Lionel Messi móti Cristiano Ronaldo. Tveir av bestu spælarunum í heiminum og tvey tey bestu liðini í heiminum. Hvørki FC Barce­ lona ella Real Mardid spæla sum tey bestu liðini í heimi­ num. Hendan dagin megnar heimaliðið ikki at hava bóltin og tá er lítil nytta í Lionel Messi, meðan Real Madrid spælir sum eitt miðal lið úr Premier League við nógvum síðuskiftum og inn­leggum. Onkursvegna situr tú við eini kenslu av, at sjálvt Lionel Messi saknar Cristiano Ronaldo. Stríðið millum Barcelona og Madrid Kappingin millum Lionel Messi og Cristiano Ronaldo er ein góð lýsing av kappingarstríðnum millum FC Barcelona og Real Madrid. Einki minni enn tað besta er gott nokk. Tað er ikki fyrr enn Francisco Franco blívur einaráðisharri í Spania, at FC Barcelona og Real Madrid gerast arvafíggindar. Eitt nú sigst, at Franco er millum­ maður, tá Alfredo Di Stéfano verður seldur til Real Madrid. Hann hevur annars eina avtalu um at koma til FC Barce­lona. Real Madrid er stóra felagið í Evropa, har liðið vinnur Europa Cup seks ferðir í 50 unum og 60 unum. Kappingin hevur ikki heilt sama týdning, sum vit kenna við Champions League í dag, men við tíðini fáa sigarnir størri og størri týdning. FC Barcelona svarar aftur við Johan Cruyff. Fyrst sum spælari og síðani sum venjara. Í 1992 kemur fyrsta Champions League heitið í hús. Hartil byrjar FC Barcelona at seta seg á heimligu kappingina. Politiskt er so langt millum partarnar, sum nú eina ferð tilber. Haturin bara veksur og tá Luis Figo í 2000 skiftir frá FC Barcelona til Real Madrid er øðin at fáa eyga á. Millum annað veður eitt gríshøvd tveitt eftir portugisiska vonginum, tá hann kemur aftur til Camp Nou í hvítum búna. Tíðin við Lionel Messi og Cristiano Ronaldo hevur eisini sett sín dám á. Lionel Messi er lítilátni bóltsnillingurin, sum ger FC Barcelona til tað, sum Johan Cruyff ynskti. Við Lionel Messi vinnur FC Barce­ lona millum annað tíggju meistaraheiti og fýra ferðir Champ­ions League. Cristiano Ronaldo er FÓTBÓLTUR