mánadagur 6. januar 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
stórlátni
á l ey p a r i n ,
sum ein handilsdreymur við
síni útsjónd. Hann og Real
Madrid klára ikki standa mát
við FC Barcelona í heimligu
kappingini, men í Champions
League
gongur
væl.
Real
Madrid
vinnur
fyrst
“La
Decima”,
sum
er
tíggjuna
heitið í Champions League.
Hann takkar fyri seg í 2018
og Champions League heiti
nummar 13 hjá Real Madrid.
Messi dansar einsamallur
Dómarin er í holt við at bríksla
fyri seinastu ferð á Camp Nou.
Einu ferðina er líka við at
Lionel Messi gera tað ónda við
Real Madrid, men nærmastur
at vinna uppgerðina er Gareth
Bale. Walisiski vongur hjá Real
Madrid skorar, men við hjálp
av VAR verður málið kolldømt
fyri rangstøðu í uppspælinum.
Tað tekur eina góð løtu
og fyri hvørt sekund stúra
áskoðararnir meir og meir. Tí
helst er talan um eina milli
meturavgerð. Og so er, men
heimaliðið sleppur við skrekki
num.
Hesa ferð livir “El Clasico”
ikki upp til søguna og upptakt
ina. Tað endar málleyst á Camp
Nou.
Onkra løtu dansar Lionel
Messi, men hóast Antoine
Griezmann og Luis Suarez
royna sítt, er tað ikki nokk til
at hótta málið hjá Real Madrid
fleiri ferðir.
Irritatiónin,
tá
spælararnir
ikki
finna hvønn annan,
er
stór.
Hetta
er
klárt
vánaligasta
ítróttarliga avrikið í
einum El Clasico dysti
í nógv ár, og fyrsta
málleysa uppgerðin
síðani 2002. Eftir 179
uppgerðir í sponsku
landskappingini
hava
liðini vunnið 72 ferðir
í part, og nú spælt 35
javnleikir.
Ófriður eftir dystin
Longu móti dystarenda verður
boðað frá á leikvøllinum, at
áskoðararnir ikki skulu fara
út gjøgnum suðurendan, tí
okkurt er áfatt. Eina løtu eftir
dystarlok verður tó latið upp
og vit sleppa út saman veg,
sum vit komu inn.
Tað luktar brent og nøkur
fólk hava skipað seg í eina
mótmælisgongu. Á vegnum
síggjast stór rullandi ruskíløt
og annað standa og brenna. Eitt
blá er mitt á vegnum. Eldurin er
ógvusligur og tú merkir hitan.
Fleiri fólk lata seg avmynda
og rópa eitt hvørt. Løtu seinni
kemur
bæði
løgreglan
og
brandbilur á staðið, men tað
kundi sæð út til at tey bíða til
meginparturin av fólkunum
eru farin frá staðnum.
Tú kennur teg ikki hóttan av
atburðinum hjá teimum fólk
unum, sum vóru á staðnum,
men økið minti mest um eitt
slag av einum krígs ella ófriðar
øki. Eldur, roykur, fýrverks
bumbur, herróp og blinkandi
lyktir frá løgregluni.
Tað gongur yvir og í metro
tokinum til miðbýin er alt
róligt. Tey fyrstu fimm tokini
eru so full, at ongin sleppur
við frá Les Corts, men so
minkar trýstið á metrotokini.
Spaniólar fara ikki tíðliga í song
og hetta mikukvøldið er nógv
fólk at síggja á høvðusgøtuni,
har matstovurnar og ávísir
handlar hava opið, sjálvt um
klokkan nærkast midnátt.
Tað er næstan sum at hava
verið til ein dramatiskan film
í biografinum, tí ongi árin frá
dystinum og mótmælisgonguni
eru at síggja. Bara nøkur ferða
fólk í FC Barcelona troyggjum.
Stavn um stavn
Tað eru nú tvey umfør spæld í
sponsku landskappingini, síða
ni El Clasico tann 18. desem
bur. Real Madrid spældi aftur
til null móti Athletic Bilbao,
men eftir ársskiftið vinnur
Real Madrid 3-0 á Getafe,
meðan FC Barcelona byrjar
við at vinna 4-1 á Alavés, men
endar við at spæla javnleik 2-2 í
grannauppgerðini móti Espan
yol.
FC
Barcelona
og
Real
Madrid hava nú 40 stig í part,
men hvørki av liðunum spæla
upp til sítt besta. Tað sást
eisini til uppgerðina á Camp
Nou. Avbjóðarnir eru Atletico
Madrid og Sevilla við hvør sín
um 35 stigum.
Takk fyri hesaferð
Á gistingarhúsinum er vert
urin ikki í iva. Uttan at spyrja,
hyggur hann við einum nærm
ast umberandi andlitsbrái og
sigur at hatta var einki serligt.
Hann sipar ítróttarliga avrikið
í dystinum, men ásannar eisini
at tað var ein spennandi upp
gerð at uppliva. Tað eru dag
bløðini eisini eitt dømi um.
Fótbóltur og politikkur fyllur
nógv í Spania – og leggur tú tað
saman fært tú eina forsíðu.
Tað koyra bussar hvønn
tíggjunda minutt frá mið
býnum og á flogvøllin. Ferða
vinnan er ein handilsvinna í
Barcelona. Tað passar væl við
busstúrinum, men tað er ein
vanlukka um Barcelona ikki
klára at halda fast í gomlu siði
og tí lokala. Tað er tí Barcelona
er eitt so áhugavert stað at
vitja.
Á El Prat flogvøllinum er
seinasta freist at keypa eina
FC Barcelona troyggju ella
prýðislut, men tað er flott um
tú hevur hildið tær so leingi.
Tey eru errin av fótbóltsfelag
num í Barcelona, men tað er
eisini blivin til eina vøru.
Hesa
ferð
livdu
livandi
vørunar í bláum og reyðum
ikki upp til prísin, men tað
gjørdu
upplivingarnar
av
Camp Nou, býnum, El Clasico,
mótmælisgonguni og ófriði
num.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
La Liga støðan
1
Barcelona
14
10
1
3
36:16
31
2
Real Madrid
14
9
4
1
30:11
31
3
Sevilla
15
9
3
3
19:14
30
4
Real Sociedad
15
8
2
5
26:18
26
5
Athletic Bilbao
15
7
5
3
17:9
26
6
Atlético Madrid
16
6
8
2
16:10
26
7
Getafe
15
6
6
3
23:16
24
8
Valencia
15
6
5
4
22:21
23
9
Osasuna
15
5
7
3
21:17
22
10
Granada
15
6
3
6
20:20
21
11
Levante
15
6
2
7
18:21
20
12
Villarreal
16
5
4
7
28:24
19
13
Real Betis
15
5
4
6
19:25
19
14
Alavés
15
5
3
7
17:20
18
15
Real Valladolid
15
4
6
5
14:18
18
16
Eibar
15
4
3
8
15:27
15
17
Mallorca
15
4
2
9
14:23
14
18
Celta Vigo
15
3
4
8
10:20
13
19
Espanyol
15
2
3
10
10:28
9
20
Leganés
15
1
3
11
8:25
6
FC Barcelona – Real Madrid
Meistaraheiti: 33-26
Steypakapping: 30-19
Stórsteypadystir: 13-10
Champions League: 5-13
UEFA Europa League: 0-2
UEFA Cup Winner’s Cup 4-0
UEFA Super Cup: 5-4
FIFA World Club Cup: 3-4
Innanhýsisdystir La Liga: 72-72 (35 javnleikir)
Innanhýsis í øllum kappingum: 96-95 (52 javnleikir)
Toppskjúttar í “El Clasico”
Lionel Messi, 26 mál
Alfredo Di Stéfano, 18 mál
Cristiano Ronaldo, 18 mál
Raúl, 15 mál
Flestar dystir í “El Clasico”
Sergio Ramos, Real Madrid (43)
Manuel Sanchís, Real Madrid (42)
Francisco Gento, Real Madrid (42)
Xavi, Barcelona (42)
Lionel Messi, Barcelona (42)
Andrés Iniesta, Barcelona (38)
Fernando Hierro, Real Madrid (37)
Raúl, Real Madrid (37)
Iker Casillas, Real Madrid (37)
Sergio Busquets, Barcelona (37)
Spælaraskift millum feløgini
Tað sjálvtsamt at spælarar skifta millum FC Barcelona og
Real Madrid í dag, men søguliga hava 39 spælarar tikið túrin.
Antin beinleiðis ella umvegis onnur skifti. Nøkur skifti eru
meiri umstrídd enn onnur.
Ongin meiri umstríddur enn Luis Figo, sum í 2000 skifti
frá FC Barcelona til Real Madrid. FC Barcelona var í eini
skiftistíð, meðan Real Madrid legði lunnar undir “Galacticos”
tíðarskeiði, tá felagið í hvørjum ári keypti eina heimsstjørnu.
Ein annar umstríddur spælari er danski Michael Laudrup.
Hann spældi fimm ár við Dream Team undir Johan Cruyff,
áðrenn hann í 1994 skifti til Real Madrid. Hann bleiv illa
móttikin árið eftir, men er síðani fyrigivin.
Árið eftir fór Luis Enrique hinvegin. Hann bleiv við tíðini
ein væl dámdur spælari í Camp Nou. Hann bleiv í 2014
venjari í felagnum og er í dag spanskur landsliðsvenjari.
Av øðrum, sum hava skift millum feløgini eru Bernd
Schuster, Ronaldo Nazario, Javier Saviola, Gheorghe Hagi,
Robert Prosinečki og Samuel Eto'o.