Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. januar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Fríggjadagin, leygardagin og sun­nudagin spælir føroyska A-landsliðið hjá monnum aftur undankappingardystir. Tað snýr seg um fyrsta stigið í undankappingini til HM í Egypta­landi í 2021, og Føroyar hava fingið sera trupla mót­ støðu. Leiðin til HM undir verandi kappingarskipan er drúgv og nærum ógjørlig fyri eina tjóð sum Føroyar, men tað er heilt greitt, at føroyski hópurin ynskir sær at sleppa víðari úr bólka­spælinum í Luksemburg. Tað var í øllum førum málið áðrenn lutakastið var drigið, men Føroyar endaðu við sera truplari mótstøðu, har ser­liga Litava og Slovakia eru stór­ favorittar. Ein kundi bara hyggja øvund­andi eftir eitt nú bólki tvey, har liðini vóru Grikkaland, Ísrael, Finnland og Kýpros. Ella bólki fýra, har Turkaland spæl­ ir seg víðari ímóti Belgia og Est­ landi. Har høvdu Føroyar eisini verið favorittar. Men tað gjørdist tjóðir sum Litava og Slovakia, og øll ser­ frøðin væntar, at kappingin skal standa ímillum tey bæði liðini – og kanska við Luksem­ borg sum avbjóðara á heima­ vølli Litava er favorittur Serliga dysturin fríggjadagin ímóti Litava kann gerast før­oy­ ing­unum trupul. Við eitt sindur meira hepni høvdu Litavar verið í Norra ella Svøríki til EM-endaspælið í løtuni. Litava spældi javnt við Portugal á úti­ vølli og tapti við einum heima, og so fór Portugal til EM, meðan Litava skal royna seg ímóti Føroyum. Fyri tveimum árum síðani var tað eisini um reppið, at Litava slapp til HM. Tá skakaði Litava íslendingar, sum bert fingu javnleik á útivølli í Kau­ nas. Heima í Reykjavík vísti Litava eisini styrki, men stóru ís­lendsku stjørnurnar, Guðjón Valur Sigurðsson og Aron Pálm­ars­son gjørdu munin, og tryggj­aðu Íslandi ein sigur upp á trý mál – men Litava hevði nú av álvara meldað seg inn í hond­bóltsheimin. Stóra stjørnan á litavska lands­liðnum er spælskiparin, Aide­nas Malašinskas. Hann gjørdi nakað um seg í sponskum hondbólti fyri tíggju árum síðani, og hevur seinastu fimm árini spælt við ukrainska stórfelagnum, Motor Zaparozhye, har hann hevur sligið navnið hjá sær fast ovar­liga á toppskjúttalistanum sein­astu árini. Hann hevur eitt nú skotið 42 mál higartil í árs­ ins kapping. Føroyska landsliðið – og ser­liga venjarahópurin – ken­ na væl til Motor Zapa­ro­zhye, har nógvir á ukrainska lands­ liðnum spæla. Lands­liðs­ venjarin, Sonni Larsen, sigur eisini við Ítrottar­sosialin, at nógvar av fyri­reik­ingunum snúgva seg um at steðga júst Mala­šinskas. Litav­is­ki lykla­ leikarin er nú vorðin 33 ára gamal, og hann ætlar ikki at lata Føroyum steðga sær í at endiliga sleppa til eitt enda­ spæl. Slovakia hevur tað vanliga trupult úti Serfrøðin sær Slovakia sum liðið, ið kann hótta Litava í Luksemborg. Slovakia hevur tó ikki tey somu úrslitini at vísa á sum Litava seinastu árini. Slovakia endaði aftast av øllum í undankappingini til EM seinast, men var kortini sera nær við at basa teimum heilt stóru á heimavølli. Bæði Ungarn og Russland høvdu trupul­leikar av einari sterkari slovakskari verju, men í báðum førum mátti Slovakia lúta við einum máli. Á útivølli er Slovakia vanliga væl veikari, og hetta sæst eisini aftur í ræðuliga úrslitinum, sum tað var at tapa 28-27 ímóti Luksem­borg fyri tveimum árum síðani. Luksemborg er sterkt á heimavølli Júst sigurin á Slovakia boðar frá, at Luksemborg er ikki bara at spæla við á heimavølli. Føroyska manslandsliðið fer um vikuskiftið til Luksemborg at spæla fyrstu dystirnir í undankappingini til HM. Mótstøðuliðini eru Litava, Slovakia og Luksemborg, og tey eru stórur gloypubiti hjá Føroyum, sum eru mannaðar við nógvum nýggjum leikarum Kjartan Johansen skal taka stórspælið frá sínum dystum í Norra við til Luksemborg TIL REIÐAR TIL REIÐAR TIL STERKA TIL STERKA MÓTSTØÐU Í MÓTSTØÐU Í LUKSEMBORG LUKSEMBORG