mánadagur 6. januar 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. januar 2020 · Nr. 2
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Tað er heldur ikki av tilvild,
at Luksemborg hevur bjóðað
seg til at leggja eyka útreiðslu
fyri at fáa Føroyar, Litava og
Slovakia at koma til sín. Um
framt áðurnevnda sigurin á
Slovakia, vann Luksemborg
eisini við einum máli á heima
vølli ímóti Italia fyri tveimum
árum síðani. Í Italia tapti
Luksemborg
við
tveimum,
og mátti síggja dreymin um
víðari luttøku gleppa sær av
hondum. Høllin í Luksemborg
kann væntast at vera fylt
við fjepparum, sum ynskja
dreymin at ganga út.
Søgan er ikki við okkum
Lítil ivi man vera um, at hinar
tríggjar tjóðirnar síggja Før
oyar sum eitt lið, ið tey ætla
sær at vinna á.
Føroyar hava heldur ikki góð
minnir av Luksemborg. Í 2007
spældu
Føroyar
Challenge
Trophy kapping í Luksemborg,
Luksemborg
vann
31-25
á
Føroyum.
Fimm ár frammanundan
vitjaði Litava í Føroyum til EM-
undankapping. Tað gjørdist
tá til tveir greiðar litaviskar
sigrar. 25-17 í Vestmanna og 29-
21 í Havn.
Eingin av føroysku leikar
unum, sum eru úttiknir til
hópin hesaferð vóru við í
Luksemborg í 2007. Men Dia
Midjord var tá landsliðsvenjari
hjá Føroyum, og hann er við
aftur hesaferð sum hjálpar
venjari.
Fleiri nýggir í hópinum
Royndi føroyski venjarin er ein
av fleiri broytingum í mun til
tá ið landsliðið spældi seinasta
undankappingardystin ímóti
Danmark í juni 2019.
Skaðar hava gjørt um seg í
føroyska bruttohópinum, og
tí eru kanska heldur nógvar
útskiftingar í mun til farna
summar.
Seks leikarar eru nýggir á
liðnum síðani tá. Teir eru Tór
aldur Kollsker, Leivur Morten
sen, Pætur Thomsen, Teis Horn
Rasmussen, Vilhelm Poulsen
og Hilmar Leon Jakobsen. Bert
Hilmar Leon Jakobsen hevur
spælt
undankappingardyst
fyrr. Tað gjørdi hann fyri
tveimum árum síðani í Italia.
Í Italia vóru úrslitini einki ser
lig og Føroyar fóru heim við
trimum greiðum ósigrum, men
nógvir av føroysku leikarunum
møta upp við sera góðum av
rikum frá feløgunum hjá sær,
so vónirnar um góð úrslit hesa
ferð eru til staðaræ –Tað eru
tær altíð.
Málverjar
Nicholas Satchwell
Neistin
Tóraldur Kollsker
FIF (DK)
Vinstru bakkar
Brandur Halgirsson
AJAX (DK)
Hilmar Leon Jakobsen
H71
Teis Horn Rasmussen
HEI (DK)
Miðjur
Jónas Gunnarsson Djurhuus
FIF (DK)
Kjartan Johansen
Viking (No)
Høgru bakkar
Peter Krogh
H71
Vilhelm Poulsen
H71
Vinstru veingir
Leivur Mortensen
H71
Rói Berg Hansen
FIF (DK)
Høgru veingir
Nicklas Selvig
KÍF
Pætur Thomsen
H71
Strikur
Helgi Hildarson Hoydal
Viking (NO)
Rókur Akralíð
HEI (DK)
Rògvi Dal Christiansen
Kyndil
Dystarskrá
Fríggjadagin 10/1 kl. 16.00: Føroyar – Litava
Leygardagin 11/1 kl. 14.00: Føroyar – Slovakia
Sunnudagin 12/1 kl. 16.30: Føroyar - Luksemborg
Føroyski hópurin:
Kappingin í Luksemborg er
bert fyrsta stigið ímóti HM-
endaspælinum, sum verður í
Egyptalandi um eitt ár.
Evropa fær 13 pláss til
HM, og 34 tjóðir hava meldað
seg til. Av teimum 13 pláss
unum í endaspælinum fara
fýra tey fremstu við EM í
2020 beinleiðis víðari til HM
í 2021.
Føroyar eru eru ein av
fimtan tjóðum, sum ikki
spældu seg til EM nú í janu
ar.
Tær fimtan tjóðirnar eru
býtt í fýra bólkar, og Føroy
ar eru í bólki eitt, sum altso
verður avgreiddur nú í viku
skftinum.
Teir fýra bólkavinnarar
nir fara víðari til næsta stig
ið, har mótstøðuliðini vera
tey seks aftastu liðini í EM-
endaspælinum, sum verður
leikt nú í januar.
Ímynda vit okkum at
Føroyar vinna kappingina í
Luksemborg, skulu Føroyar
spæla tveir dystir ímóti ein
um av hesum seks tjóðum.
Men vinnarin av teimum
dystum er ikki liðugur enn.
Vinna
Føroyar
seg
onkursvegna so langt, er enn
eitt mótstøðulið eftir. Tað
verður eitt av teimum, sum
enda frá fimta til átjanda
pláss í EM-endaspælinum
nú í januar.
Vinnarin av hesum dysti
sleppur til HM í Egyptalandi
í 2021.
Drúgvur
vegur
til HM
Tóraldur Kollsker er úttikin til landsliðið á fyrsta sinni
Landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, hevur serliga fyrireika
hópin ímóti litaviska spælskiparanum, Malašinskas
Teir nýggju leikararnir, Teis Horn Rasmussen, Leivur
Mortensen og Hilmar Leon Jakobsen kunnu væntað sær
góð ráð frá royndasta leikaranum, Róki Akralíð